Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.banknordik.fo BankNordik lækkar rentuna Tann 23. juli 2012 lækkar BankNordik rentuna á 1. veðrættarsethúsalánum við 0,2 prosentstigum úr 5,7% niður í 5,5%. Innlánsrentan hjá privat- og vinnukundum lækkar við upp til 0,4 prosentstigum. Orsøkirnar til rentubroytingarnar eru lækkandi marknaðarrenta, m.a. rentulækkingar hjá Tjóðbankanum, hækkandi sektorútreiðslur og kapitalkrøv. Rentubroytingarnar verða at síggja á heimasíðuni hjá BankNordik, tá tær koma í gildi. Námsfrøðingar til Látipípuna Søkt verður eftir námsfrøðingum til Látipípuna at byrja 20. august 2012. Talan kann vera um fulltíðarstørv ella størv í niðursettari tíð. Um eingin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkaði størv. Vit vænta, at: • tær dámar at vera úti saman við børnum, og at tú dugir at síggja styrkirnar hjá hvørjum einstakum barni • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og er nærverandi • tú hevur góð samstarvsevnir • tú ert opin og erlig/-ur í samskiftinum við onnur Vit kunnu bjóða: • ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góðum møguleikum fyri túrum í á, haga og fjøru • ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina at menna arbeiðið við børnunum • ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum avbjóðingum Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Annu Dalsgaard, leiðara, á tlf. 770 150. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. juli 2012 kl. 12. Vestmanna Kommuna Bakkavegur 16 Postboks 91 355 Vestmanna Látipípan er stovnur við útbarnagarði til 5-7 ára gomul børn og frítíðarstovu til børn í 1.-2. flokki. Stovnurin er í Miðalsbrekku í vøkrum náttúruumhvørvi millum Hórðará og Gjógvará – tætt við hagan.