Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 71 · 22. juni 2012 2 VIKUSKIFTI Eg havi einki ímóti at samstarva við Rás2 og seti meg fegin niður við samráðingarborðið, um tað skal verða. Dia Midjord, nýggjur Kringvarpsstjóri Barcelona Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eftir at katalanski arkitekturin Antoni Gaudí hevði arbeitt við Sagrada Família kirkjuni í fleiri áratíggju, skuldi hann skemtandi havt sagt: »Kundin hjá mær hevur ongan skund«. Og tað er framvegis eingin skundur at fáa kirkjuna lidna. Hon er framvegis í gerð og verður ikki liðug fyribils. Farið varð undir at byggja kirkjuna fyri meira enn hundrað árum síðani. Eftir at ósemja gjørdist millum upp­ runaliga arkitektin Francesc del Villar og byggiharran, varð Gaudí biðin um at taka yvir, og hann arbeiddi síðani í 40 ár við byggingini av kirkjuni. Seinastu 15 árini av hansara lívið brúkti hann alla tíð og orku upp á La Sagrada Família – kirkjan hjá heilagu familjuni. Ferðamál Sagrada Família kirkjan er sera stór­ sligin og hugtakandi, og endaleysir smá­lutir skapa eina geniala eind. Kirkjan er eitt av stóru ferðamálunum í Spania, og hvønn dag vitja túsundtals fólk kirkjuna. Ein týðandi partur av søguni um kirkj­una er, at hon framvegis ikki er lið­ug bygd – og tað verður hon heldur ikki fyribils. Roknað verður við, at byggingin heldur fram nógv ár fram í tíðina, og spurn­ingurin er, um hon nakrantíð kann blíva heilt liðug. Sambandið millum úti­ setar og heim­ landið kann styrkjast Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Uni Debess / Mynd: Rebekka Rafael klumman Barbara Holm La Sagrada Família kirkjan í Barcelona er meistaraverkið hjá Gaudi, sum framvegis er í gerð og neyvan nakrantíð verður liðug bygd Kirkjan sum ikki verður liðug Nú er tíðin, har flest allir útisetar koma aftur til Føroya. Tað gloymda ættarliðið kemur heim fyri eina stund og setur av álvara sín dám á samfelagið. So skjótt, vit skriva juli mánað, er mið­ býurin í Havn við at bresta í lívið. Barrirnar eru fullar hvørt kvøld, og brádliga gerst Havnin tann pulserandi metropolurin, sum vit øll ynskja hann at vera alt árið runt. Men tað letur seg tíverri ikki gera. Tað er einans um summarið og nakrar fáar vikur á jólum, at Havnin kann kappast við aðrar høvuðsstaðir kring okkum. Allar aðrar tíðir av árinum er býurin mest sum deyður, og tey fáu í hesum ættarliðinum, sum framvegis búgva í Føroyum, droyma seg burtur í onnur lond. Til hini í teirra aldri. Tað er syrgiligt at vera millum 20 og 30 ár og uppliva, hvussu øll hini fara avstað í august mánaði hvørt ár. Antiklimaksið gerst barasta ov stórt, og tá ið seinasta stevnan á árinum – Ovastevnan – takkar fyri seg, sníkir tann grái gerandisdagurin seg inn aftur, og øll fara avstað og koma ikki aftur fyrr enn á jólum. Men tað ber til at broyta hetta. Tað ber til at fáa hetta unga ættarliði at vitja í Føroyum oftari og soleiðis vera ein sjónligur partur av samfelagnum, sum vit øll jú elska og hava eitt sterkt tilknýti til. Tað ber til – um tað gerst bíligari at ferðast til Føroya! Tað ljóðar kanska sum eitt útiseta grenj, men veruleikin er tann, at kostnaðurin á ferðaseðlunum ger, at man hvørt summar skal sannføra seg sjálvan um, at »tað er betri at fara til Føroyar enn til New York (tað kostar tað sama!)«. Og hóast tey flestu leita sær heim á klettarnar í summarfrí, so eru tað tey fáu, sum hava fíggjarliga orku til at vitja heim oftari enn tvær ferðir um árið – um summarið og á jólum. Um samfelagið vil hava okkum at gerast partur av samfelagnum og harvið tryggja, at tað stóra antiklimaksið ikki elvir til enn størri fráflyting, so átti landið at givið les­ andi nakrir møguleikar fyri bíligari ferðing. Tað hevði valla kostað samfelagnum so nógv at stuðla undir at fáa tey ungu heim á klettarnar fleiri ferðir um árið. Tað hevði í øllum førum gjørt sambandið millum heim­landið og útisetarnir sterkari, og tað hevði allarhelst elvt til, at tey fáu í hesum aldursbólki, sum enn eru eftir í Føroyum, ikki høvdu kent seg púra einsamallan í samfelagnum. Pensjónistar og lesandi sleppa bíligari við bussi og skipum kring landið – kanska átti tað sama at verið galdandi fyri flog­ ferðaseðlar. So segði hann... La Sagrada Família kirkjan í Barcelona er meistaraverkið hjá Gaudí Mynd: Hjalmar Hvítklett