fríggjadagur 22. juni 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 71 · 22. juni 2012
4
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Í desember í fjør kom sjeynda fløgan
frá Una Debess á marknaðin. Men
hendan fløgan er nakað serligt. Fløgan
inniheldur ein heilt serligan sang
til mammu hansara og eina kvøðu
til deyða pápa hansara. Eina tøkk til
ommuna fyri hennara íblástur í barna
árunum, og ein sigandi sang um ný
funna kærleikan hjá Una Debess.
– Hendan fløgan er nakað serligt
fyri meg. Hon er ógvuliga kensluborin
og hevur nakran sannleikar á, sum
hava tikið mær langa tíð at fáa niður á
skrift, sigur Uni Debess.
Pápin var besti vinmaðurin
Á fløguni Life is á Picture er eitt lag til
mammu Una. Uni hevur arbeitt leingi
við hesum lagnum, men ikki fyrr enn
nú, er hann nøgdur við úrslitið.
– Eg havi altíð viljað skrivað ein
sang um mammu. Eg havi eitt ógvuliga
tætt tilknýti til mammu mína, og hon
hevur alt at siga fyri meg. Sangurin til
hennara er um, hvussu vit bæði fóru
ígjøgnum mín uppvøkstur saman,
greiður Uni Debess frá.
Tá ið Uni Debess vaks upp, vóru
mamman og pápin skild. Tað gjørdi, at
Uni fekk eitt serstakliga sterkt tilknýti til
mammuna sum foreldur, meðan sterka
bandið til pápan mest av øllum var eitt
vinalag. Teir vóru bestu vinmenn.
– Eftir at pápi mín doyði, havi eg
skrivað nógv um tíðina saman við hon
um. Tá er tað nógv lættari, tí so er hann
ikki her til at móttaka sangin. Tað er
altíð lættari at siga okkurt við onkran,
sum ikki er her. Men mamma mín er
her enn, so tað hevur verið ringt at fáa
mínar kenslur fyri henni niður á pappír,
sigur Uni Debess.
Sangurin til mammuna skuldi ikki
bara vera ein tilvildarligur sangur.
Hann skuldi verða perfektur, og hann
skuldi vera sigandi.
– Líka síðan eg byrjaði at spæla
tónleik, havi eg viljað skrivað ein sang
til mammu. Og eg vildi hava, at tað
skuldi vera eitt vakurt lag, sum vísti
mínar kenslur fyri henni, sigur Uni
Debess, sum er sera fegin um, at tað
nú hevur eydnast honum.
Sum vera man hevur hesin sangur
eisini stóran týdning fyri mammu Una,
sum sambært Una grætur hvørja ferð
hon hoyrir tað.
– Mamma grætur hvørja ferð, eg
spæli lagið. Hon klárar ikki at halda
sær, men tað klári eg í veruleikanum
heldur ikki. Eg má gera mær ómak ikki
ar hyggja upp á hana, tá ið eg spæli
sangin, tí so koma tárini trillandi hjá
okkum báðum, sigur Uni Debess.
Tá deyðin kemur
Heitislagið á fløguni, Life Is a Picture,
hevur Uni skrivað um pápa sín, tá ið
hann doyði. Tað snýr seg um, at deyðin
kemur eftir einum persóni, og so ta
ferðina tann doyggjandi fær, áðrenn
farið verður víðari. Lagið endar við,
at tann doyggjandi vitjar øll tey støð,
hann hevur verið í lívinum, og hyggur
síðani aftur á lívið – og sigur farvæl.
– Eg var ógvuliga góður við pápa
mín. Hann var mín besti vinur, og vit
høvdu eitt sterkt band millum okkum,
sigur Uni Debess.
Eisini omma Una hevur havt eina
stóra ávirkan á hansara lív. Hóast hon
doyði, tá ið Uni var ungur, so minnist
hann enn, hvussu omman stimbraði
hansara listarliga hugflog.
Hon lovaði honum at gera, júst tað
hann vildi, og soleiðis setti hon hol á
hansara kreativitet.
– Einaferð lovaði hon mær at gera
allan kjallaran um til eitt akvarium.
Kjallarin var ikki innrættaður, so eg
slapp at grava mold og steinar burtur
og royndi síðani at gera eitt akvarium
har. Tað riggaði so ikki, men tað var
ótrúliga stuttligt og læruríkt, greiður
Uni Debess frá.
Hendan ógvuliga persónliga fløgan
inniheldur eisini eitt lag um kærleikan,
sum Uni Debess hevur funnið í unn
ustuni Marin í Dali.
Uni býr nú í Keypmannahavn, og
orsøkin til tað er, at tað var her unn
ustan fór.
– Eg flutti niður við kærleikanum.
Hon fór niður, og eg varð noyddur at
fara aftaná, greiður Uni frá.
Hóast Uni sigur hetta lagið er um
kærleika teirra, so vil hann kortini ikki
fara so langt og siga, at hetta er lagið
hjá Marini.
– Eg havi roynt at gjørt ein sang til
hana, men hann er ikki perfektur enn.
Men hetta lagið á fløguni – Take my
Hand – skrivaði eg, tá ið hon fjakkaði,
og tað er um kærleikan hjá okkum,
sigur Uni Debess.
7. juni fer Uni Debess at hava
útgávukonsert í Norðurlandahús-
inum, og hetta kvøldið gleðir hann seg
nógv til.
Við einari serstakliga persónligari
fløgu í hond, fer Uni hetta kvøldið at
syngja um kærleikan, deyða miss og
eydnusemi.
– Eg má lata vera við at hyggja eftir mammu, tá ið eg spæli sangin. Um eg
síggi hana, fari eg at gráta, og tað sama ger hon, sigur tónleikarin Uni
Debess, sum fyri stuttum skrivaði tann perfekta sangin til mammu sína
Mamma
skuldi hava
perfekta
sangin
Mynd: Rebekka Rafael