Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 | VOXBOTN 2012 | LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 18-25 Kravgonga hevur verið eftir atgongumerkjum til Voxbotn 2012, síðani tað gjørdist greitt, at Medina skuldi framføra fyri fyrstu ferð í Føroyum til Voxbotn 2012. Fyrireikararnir settu upprunaliga 500 atgongumerki til sølu fyri 350 krónur, og hesi blivu seld eftir bert 24 tímum. Stóra undirtøkan førdi við sær, at 500 bílig atgongumerki afturat vóru sett til sølu. Hetta var fyri at geva øllum ein veruliga møguleika at ogna sær eitt bíligt atgongumerki. Hesi blivi eisini rivin burtur innan stutta tíð. Tó heldur forsølan fram til mikudagin 27. juni kl. 18, har fólk framvegis kunnu spara pening við at keypa í forsølu. Atgongumerki í forsølu kostar 425,- meðan tað við dyrnar fer at kosta 495,- Langt yvir 2.000 fólk umframt fleiri hundrað børn hava longu ognað sær atgongumerki til stóra konsertdagin í Vágsbotni. Tí má sigast, at føroyingar hava tikið ógvuliga væl ímóti hesum forkunnuga tiltakið. - Eg eri ordiliga kløkkur av, at so nógv atgongumerki eru seld í forsølu, og hetta má vera eindømi í Føroyum, sigur ein vælnøgdur fyriskipari, Rúni Djurhuus. - Eg vóni at øll fáa ein super góðan dag og eitt gott upplivilsi. Hetta er fyrstu fer at vit royna eitt so stórt tiltak í Vágsbotni og okkara mál er at gera dagin og náttina so hugnaliga og góða sum tilber fyri allar okkara gestir, sigur Rúni Djurhuus at enda. Medina er í dag drotningin innan popp í Danmark, og er javnan at hoyra í føroysku loftmiðlunum við sínum nógvu hittum. Nú verður altso møguligt at hoyra og síggja Medina á palli í Vágsbotni beint eftir midnátt leygarkvøldið. • Lagt er upp til ta stóru tónleikaligu upplivingina, tá eitt tað kendasta navnið í donskum tónleiki – Medina – skal syngja í Vágsbotni nú leygarkvøldið 30. juni. Tað er føroyska felagið Vox Entertainment við Rúna Djúrhuus og øðrum góðum kreftum úr vinnuni, sum hevur fingið Medinu hendavegin. Medina – sum er fødd Andrea Fuentealba Valbak í 1982 – gav sína fyrstu fløgu út í 2007, men gjørdist ikki rættiliga kend fyrrenn næsta fløga hennara kom út í 2009. Her var tað serliga lagið “Kun for mig”, sum kom á eini stakfløgu árið fyri, ið gjørdist mest selda fløgan hetta árið í Danmark. Hon hevur síðani vunnið fleiri heiðurslønir hjá Danish Music Awards og Danish DeeJay Awards, eins og hon hevur hevur 10 løg á danska stak-hitlistanum. Nevnast kann at Medina í fjør gav út stakfløguna “For altid”, sum var væl fagnað av fólki. Fyri hesa fløguna vann hon eina platin-heiðursløn, sum tann einasta kvinnan hetta árið. Medina hevur júst útgivið ein enska versión við nøkrum at sínum sangum, og um stutta tíð hon fer á konsertferð í Týsklandi. Medina gleðir seg ómetaliga nógv til at koma til Føroyar og Vágsbotn at framføra fyri fyrstu ferð og vónar at fólk fara at hugna sær við hópin av góðum tónleiki. Medina fer á pallin beint eftir midnátt leygarkvøldið. • Føroyingar vilja hoyra Medinu Medina gleðir seg til Voxbotn Á stórapalli kl. 00.30