Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 67
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 67

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LEYGARDAGIN 30. JUNI 2012 KL. 15-03 | VOXBOTN 2012 | 11 18-25 Øll, sum hava keypt atgongumerki, fáa eitt armband, soleiðis at fólk skjótt og ómakaleyst kunnu ganga inn og út av konsertøkinum. Hevur tú keypt atgongumerki, antin á e-billett.fo ella frá einum av sølustøðunum, so kanst tú longu nú fáa armbandið á, sum gevur endaliga atgongd til Voxbotn 2012. Tað kanst tú gera við at fara framvið í Kunningarstovuni í Havn frá týsdegnum 26. juni kl. 08.00 og fram til tiltakið byrjar leygardagin 30. juni. Kunningarstovan í Havn hevur opið gerandisdagar frá kl. 08.00-17.30. Leygardagin 30. juni, tá Voxbotn er, hevur Kunningarstovan opið frá kl. 09.00 og heilt fram til kl. 03.00 um náttina, har fólk, sum hava keypt atgongumerki, kunnu fáa armband. Somuleiðis verður møguleiki at keypa atgongumerki við dyrnar í Kunningarstovuni, meðan tiltakið er. Tey, sum hava keypt á ebillett.fo, mugu minnast til eisini at hava samleikaprógv við. • SLEPP UNDAN BÍÐIRØÐINI - FÁ ARMBANDIÐ Á LONGU NÚ ! Hevur tú ikki longu ognað tær atgongumerki til ársins konserttiltak í Vágsbotni nú leygarkvøldið við Medinu og øðrum spennandi bólkum, so hevur tú enn møguleika at keypa í forsølu og harvið spara pening. Forsølan endar mikudagin 27. juni kl. 23.00. Til ber at keypa atgongumerki í forsølu á www.ebillett.fo. Somuleiðis ber til at keypa atgongumerki í Kunningarstovuni í Havn og í Vodafone í SMS, men hesi sølustøð lata aftur mikudagin kl. 17.30. Atgongumerki í forsølu kosta 425,- fyri vaksin og 100,- fyri børn úr 5 ár til og við 13 ár. Við dyrnar koma atgongumerki at kosta 495,- fyri vaksin, so tú sparir 70,- kr. við at keypa í forsølu. • SEINASTI MØGULEIKI AT SPARA PENING ! FORSØLAN ENDAR MIKUDAGIN 27. JUNI KL. 23.00