mánadagur 25. juni 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Um kirkjugarð í Hoyvík
Katrin Dahl
Marin Katrina Frýdal fái tøkk
fyri at hon sum býráðslimur
vil taka málið upp at fáa
kirkjugarð í Hoyvík.
Hettar er ikki nakað ókent
ella nýtt mál fyri býráðið.
Allahalgannasunnudag
eru 5 ár síðan Hoyvíkar
kirkja bleiv vígd. Síðan hevur
millum hoyvíksfólk verið
nógv tosað um at fáa ein
kirkjugarð í Hoyvík nærindis
kirkjuni.
Tann 10. mars 2008 bleiv
málið viðgjørt á almennum
fundi í fermingarrúminum í
kirkjuni. Umleið 100 fólk vóru
møtt til fundin. Býráðið var
boðið við, og frá býráðnum
møttu
Heðin Mortensen,
býráðsformaður
Jákup Egholm Hansen,
tekniskur stjóri
Tóri í Hoyvík, býðargartnari
Mikael Viderø, arkitektur
Fyri landslæknan møtti Jón
á Steig, yvirlækni.
Málið var umrøtt væl og
seriøst, fleiri uppskot komu
fram um staðið, har kirkju
garður kundi hugsast at
verið. Tað, sum tá tyktist at
liggja fremst í huganum, var
við Svartafoss.
Vit fingu ta fatan frá bý
ráðsumboðunum, at málið
skuldi viðgerast skjótt og
seriøst.
Síðani – í meira enn 4 ár
– er mær vitandi einki hent,
peningur bleiv ikki avsettur
tey næstu árini, og ikki
eitt kis hoyrdist aftur frá
býðráðnum.
Men
nú
sigur
Marin
Katrina Frýdal at ein millión
er í íløguætlanani komandi,
vónandi verður tað viðtikið.
Ein lítil byrjan, - eg meini
tað!
Staðið til kirkjugarð er
ikki funnið enn.
Marin
Katrina
mælur
til í síni grein eitt stað á
Sandvíkarryssuni.
Hesum
uppskoti mæli eg staðiliga
frá av fleiri orsøkum. Tað
er alt ov langt burtur frá
kirkjuni, øll líkfylgi skulu
koyrast langt eftir høvuðs
innkoyringarvegnum
til
Havnina og harvið steðga
allari ferðslu bæði til og frá
býnum, og vit fáa sama stóra
trupulleika sum nú, at skula
nýta bussar at flyta líkfylgið
til og frá.
Tí er mítt avgjørda boð
ikki at fylgja hesi tilráðing.
Við Svartafoss er eitt
rímiligt uppskot. Men Marin
Katrina heldur at hettar øki
”skal varðveitast sum fríøki
til borgararnar, tí siðvenja
her á landi er ikki fyri at
hava kirkjugarðar sum út
ferðarstað og parkir hvar ein
fer at hugna sær.”
Gaman í, men fáir bý
ir munnu hava so góðar og
fjølbroyttar útferðarmøgu
leikar sum Havnin, so nú má
ansast eftir at ikki alt støggar
upp av berum idylli.
Ein
kirkjugarður
skal
liggja eitt vakurt, hugnaligt
og friðarligt stað, við møgu
leikum fyri at kunna planta
runnar og blómur og við
møguleikum fyri, at ein og
hvør kann vitja gravstaðið
hjá sínum nærmastu, og
fáa samlað sínar tankar um
saknin av teimum, sum farin
eru. Tað eru løtur, sum vit
øll hava ella fara at fáa brúk
fyri. Eitt sovorðið stað skal
vera nær við kirkjuna og nær
við búðstaðarøki.
Av kirkjugarðinum missir
tú ikki útsýni, og friðarligari
granna fært tú ikki, so her er
einki at vera bangin fyri.
Men mítt besta boð til
kirkjugarð í Hoyvík er enn
sum áður ein partur av Dal
irnum Langa, sum liggur frá
Hoyvíkshøllini og niðan um
og eystan fyri Mylnutjørn.
Hetta er stutt og væl gongt
frá kirkjuni, eingin forðing
fyri ferðluna, eitt friðarligt,
veðurgott
og
hugnaligt
stað, og her kann ein kirkju
garður ikki á nakran hátt
gera nøkrum fortreð. Ríki
ligt av parkeringsplássum
beint við. Tøkniliga meti eg
at hetta staðið má kunna ar
beiðast lætt og ikki serliga
konstnaðarmikið. Ognarvið
urskiftuni kunnu ikki vera
nakar trupulleiki.
Ein partur av dalinum
kann eisini væl vera fríðøki.
Eftir er so bert góður vilji
og effektivur virkishugur frá
Tórshavnar býráð.
Gøta-motorurin í Fólkakirkjuni
John S. Myllhamar
At hin kristna kirkjan í
heiminum gjøgnum tíðirnar
hevur verður samanborðin
við eitt skip, ella hjá okkum
við ein bát, sum siglir móti
ævinleikans strond, er ein
vøkur og hóskandi mynd.
Men hugsa vit um før
oysku fólkakirkjuna og ar
beiðsmessigu gongdina, so
er farturin hjá hesum báti
sera lítil.
Minnist frá barnaárum
tvey
fýramannafør
við
Gøta-motori.
Teir
hovdu
1.hk
(hestakreftir),
fasta
skrúvu, tvs. onga kobling,
onga umstýring og ongan
speedara. Loystu teir frá
landi, mátti báturin fyrst
vendast soleiðis, at fram
stavnurin peikaði beint út
eftir víkini. Síðani snaraði
útróðrarmaðurin svinghjól
inum og báturin fór klikkandi
avstað við eini ferð sum, tá ið
dyrgt verður spakuliga. Var
báturin eitt sindur úr landi,
sást tú ikki um hann sigldi
ella lá stillur, tú mátti bara
meta teg eftir klikkinum
frá motorinum. Komu teir
at landi, vistu teir akkurát
nær teir skuldu taka kápulin
av tendriproppinum, einar
sjey metrar úr endanum á
støðni, so náddu teir at taka
í støðni, áðrenn báturin lá
heilt stillur.
Soleiðis kemur mær fyri
gongdina og ferðina hjá
bátinum “Føroyska fólka
kirkjan” at vera. Tá ið danir
góvu okkum bátin fyri nøkr
um árum síðan, fylgdi Gøta-
motorurin við. Tá hoyrdist
at nýggjur motorur skuldi
setast í bátin, so at siglast
skuldi skjótari og betri skuldi
vera at manurera.
Men tað er vorðið øvut,
lítli Gøta-motorurin gongur
bara verri og verri, ofta er
bara andøving. Lógir og regl
ur fáast ikki at virka, hóast
hetta skuldi verið smáting
hjá einum so stórum skriv
stovuveldi at fingið í lag.
Í løtuni hugsar ein serliga
um arbeiðið við sálmabókum.
At leggja sálmabókina til
rættis, sum kom út í 1990,
mundi taka umleið 10 ár.
Har eru hóast alt slakir 600
sálmar í. Avgjørt var, at gera
eitt ískoyti til sálmabókina
við okkurt um 150 sálmum,
hugsi eg. Tað man eisini
nærkast 10 árum síðan hesin
arbeiðsbólkurin var settur,
men har kemur lítið burt
urúr.
Spurdi fyri fýra árum
síðan, hvussu gekst. “Jú, nú
er komið undir land.” men
enn er ongantíð lagt at landi.
Í 2010 skuldi so syngjast
í kirkjuni úr ískoytinum,
var sagt. Men í kirkjunum
var einki ískoyti at finna.
“Ískoytið verður liðugt, tá ið
nýggja kirkjuárið 2012 byrjar,
tað var avgjørt.”
Kirkjuárið byrjaði, men í
kirkjuni var einki ískoyti at
finna. “Nú er tað so avgjørt,
á Hvítusunnu 2012 verður
sungið fyrstu ferð í kirkjunum
í
sálmabókaískoytinum!”
segði onkur prestur mær.
Men
Hvítusunnudag
var
einki Sálmabókaískoyti at
finna í kirkjuni.
Um tað skuldi hent, at
ta einaferð verður sett ein
nevnd at leggja nýggja
Sálmabók til rættis við
kanska 800 sálmum, so viti
hin góði, nær klárt er at
prenta. Við slíkum farti
vera tað í hvussu so er ættar
lið, sum fara undir grønu
torvu, meðan tað arbeiði
verður gjørd.
Í bóklinginum “Mennesk
ets Hjertes Spejl” vera tær
sjey deyðssyndirnar lýstar
við sjey ymiskum dýrum. Eitt
av djórunum er Skjaldbøkan.
Nógv verður tosa – ofta
vakurt og hart. Gøta-mot
orurin larmaði og klikkaði
eisini hart, men hann gekk
ikki fyri seið.
Men nú er so summ
arFRÍ.