Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov »Dagur og Vika fara nú í summarfrí og koma aftur mánakvøldið 13. august«. Soleiðis avannonseraði Bogi Godtfred seinastu tíð­ ind­a­send­inga í sjónvarpinum hjá Kring­varpinum – soleiðis sum vit hava kent hana. Tann seinasta sendingin var merkt av góðverðinum –  og so gott var lagið, at tey als ikki tóku Heð­in Mor­t­en­sen upp á tungu. Sambært tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum hevur hann annars hótt Jan Lamhauge, journalist, og so noktar hann eisini býráðslimum at úttala seg til sjónvarpi, siga tey í Kringvarpinum. Men alt hetta fekk ein brá­an enda. Tíð­inda­leiðsl­an heldur ikki, at sjón­varps­tíð­ indi hava størri týdning enn so, at sløkkj­ast kann í sjey vik­ur. – Spennandi verður so, um Eydna og Finnur fara at finna sær onkran annan, ella tey eisini fara at trýsta Heð­in Mort­en­sen, til hann blotn­ar – ella um tað verður summ­arovfarakæti, ið fer at se­rmerkja tær sendingarnar. Seinastu árini hava vit ofta hoyrt hug­ta­kið at ferðast í egnum landi. Hetta er eitt slagorð fyri at fáa før­ oy­ing­ar at geva okkara egna landi gæt­ur sum ferða­mannaland. At hetta er eins sjálvsagt, sum tað er neyð­ugt, eru mong dømi um. Vit kunnu bara spyrja rundan um okk­um, hvør okkara eitt nú hev­ur ferð­ast á øllum oyggjum í land­i­num, nær vit seinast vóru í Myki­nesi ella í Hattarvík, um vit hava ver­ið í Dímum, ella um vit hava ver­ið í Koltri. Lokalu ferðamálini eru mong, og teim­um eiga vit føroyingar at gera okk­um dælt av, um enn tað ikki skal merkja, at vit ikki skulu ferðast utt­ an­lands, tí sjálvandi skulu vit eisini tað. Eitt dømi um, hvussu áhugi kann skap­ast fyri einum ávísum øki er tað, sum fór fram í Koltri í síðstu viku, tá end­ur­bygg­ing­in av bý­ling­i­num Heima í Húsi var liðug og endaliga hand­að Koltursgrunninum, sum hev­ur stað­ið fyri verkætlanini, sum Mærsk grunn­urin hevur fíggjað. Í Koltri eiga vit nú ein heilan býling, sum vís­ir, hvussu fólk á bygd – fólk á út­oyggj, hava livað heilt frá land­ náms­tíð upp í okkara dagar. Eitt sjáld­samt fyribrigdi, sum all­ir før­oy­ ing­ar eiga at kenna. Tí, sum um­boð­ið fyri Mærsk­grunn­in segði á há­tíð­ar­ hald­i­num, tá hann skuldi grud­geva fyri, hví hesum grunn­um hev­ur á­huga í slík­um verk­æt­l­an­um: »Kennir tú ikki tína egnu søgu, so kennir tú ikki sjálvan teg«. Og rætt er tað. Tí er Koltur sera á­huga­vert sum ferða­mál hjá øll­um før­oy­um, eins og hjá fremm­and­a­ fólki. Men Koltur er ikki tann ein­asta perlan vit eiga, slíkar eru all­a­staðni, tað snýr seg bara um at finna tær fram. Sum ferðamannaland hava Før­ oyar eisini áhuga utt­an­lands. Sjálv­ andi koma fólk ikki til Føroya at sóla sær. Men av øllum heimsins ferð­a­ fólk­um kring knøttin, so eru nøk­ur, ið hava áhuga fyri tí, sum eitt land sum Føroyar hava at bjóða. Tað eru hesum ferðafólkum, vit eiga at fáa fatur á. Vit hava tvey tjóð­ar­flutn­ ings­feløg, sum á onkran hátt síggja størri for­rætning í at flyta før­oy­ ing­ar til fremm­and ferð­a­mál, held­ ur enn at fáa útlendingar at koma henda­vegin. Prísir, avgjøld og aðr­ir trupulleikar eru sjálvsagt forð­ing­ ar. Men fingu vit bara kvink­að talið av vitjandi uppeftir, so skaptu vit gróðarbotn fyri ferða­fólka­ídn­að­i­ num í Føroyum. Nýggja Ferðaráðið tykist hava tik­ ið hesa uppgávuna í stórum álv­ara. Um vit føroyingar geva hesi vinnu størri gætur – og um mynd­ug­leikar taka tyngjandi avgjøld av vinn­uni – so kann ferðavinnan uttan iva menn­ast til eina týðandi skoru und­ ir samfelagsbúskapinum. Menna ferðavinnuna til munandi búskaparligt ískoyti Á Eks­tra­bladet í Dan­mark hava tey ser­ ligan alsk til lætt­klædd­ar kvinn­ur. Tvey ár á rað hevur før­oyska ­Vic­ toria Wild vunnið kapp­ ing­ina sum árs­ins síðu 9 genta. Og nú EM stór fyri durum gjørdi blað­ið enn eina kapp­ing, har les­arar kundu kjósa tað bestu EM gent­una í lands­liðs­ troyggj­um frá lut­tak­ar­a­lond­ u­num í kapp­ ingini. Vinnarin gjørdi enn einaferð Victoria Wild, sum var í donsku lands­lið­s­ troyggj­uni – hon vann enn tá bæði 1., 2. og 3. plássið í kappp­ingin. 1. Danmark: Victoria. Kar­ak­ter: 4,07 2. Grikkaland: Victoria. Karak­t­er: 3,97 3. Svøríki: Victoria. Karakter: 3,97 4. Ongland: Kellie. Karakter: 3,89 5. Russ­land: Kellie. Karakter: 3,77 Ferðafólk sum vinnugrein Klokkan 12 mánadagin var freistin úti hjá fólki at bjóða upp á festið í Fámará,sum Búnaðarstovan hevði lýst leyst. Og tá freistin varð úti, vóru fimm umsóknir komnar, segði Jens A. Vinther, advokatur, við Sosialin mánadagin. Johan í Kollafirði er ein av hesum fimm umsøkjarum. Hann sigur soleiðis á Facebook: Fámara NEWS: Í gjár kl 11:40 bjóðaðu vit uppá Fámara. Síðan vita vit onki. Vit eru øgeliga spent og ganga sum á føðideildini, við upp og niðurtúrum. Eg skal nokk siga frá, so skjótt sum vit vita okkurt. Johan hevur bjóðað upp á Fámará Nú fær Heðin frið fyri sjónvarpinum eina løtu... Forskúli og fakligur kunnleiki Allan Mortensen kjak á síðu 10 Breivik eitt vinst­ r­a­vent úrslit Agga Niclasen kjak á síðu 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Victoria besta EM genta