mikudagur 27. juni 2012síða 32
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2012 · Nr. 73
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í morgin
leygardagin
lufttrýstið
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
fríggjadagin
VESTFALLSKYRRINDI
27. juni
Fyrra kvarter
1. juli
Mánin næstur jørðini
Kelda. Álmanakkin 2012
Suðuroyar-/
Vágafirði
Skúvoyar-/
Skopunarfirði
Hestfirði/
Sundalagnum
Vestmanna-
sundi
Mykines-
firði
Nólsoyar-
firði
2 fj. í LS úr
Mjóvanesi
Leirvíksfirði/
Haraldssundi
Kalsoyar-/
Svínoyarfirði
Hvanna-
sundi
Fugloyar-
firði
Dagur
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
Fyrrapartin andøvsgul
upp í ein strúk av eystri
og yvirhøvur turt, men
seinnapartin veksur hann
vindin upp í hvassan vind av
landnyrðingi og møguliga
regn. Hitni millum 9 og 12
stig.
Hvassur vindur upp í skrið av
landnyrðingi, seinnapartin
nakað minni vindur. Regn
av og á og hitin millum 9 og
12 stig.
Stívt andøvsgul upp
í hvassan nvind av
landnyrðingi, seinnapartin
nakað minni vindur. Regn
av og á og hitin millum 9 og
12 stig.
Veðrið sunnudagin
og mánadagin:
Sunnudagin lot av norði
ella av ymsum ættum og
yvirhøvur turt og sólglottar,
men mánadagin veksur hann
vindin av landsynningi og
møguliga regn. Hitin millum
8 og 12 stig.
26. juni
- 12:19 11:19 23:41 11:34 23:56 01:57 14:19 02:57 15:19 10:34
22:56 09:34 21:56 00:12 12:34 01:12 13:34
- 12:04 00:57 13:19
27. juni 00:41 13:31
- 12:31
- 12:46 02:41 15:31 03:41 16:31 11:46
- 10:46 23:09 00:56 13:46 01:56 14:46 00:26 13:16 01:41 14:31
28. juni 01:54 14:48 00:54 13:48 01:09 14:03 03:54 16:48 04:54 17:48 00:09
13:03
- 12:03 02:09 15:03 03:09 16:03 01:39 14:33 02:54 15:48
29. juni 03:10 15:35 02:10 14:35 02:25 14:50 05:10 17:35 06:10 18:35 01:25
13:50 00:25 12:50 03:25 15:50 04:25 16:50 02:55 15:20 04:10 16:35
30. juni 04:01 16:28 03:01 15:28 03:16 15:43 06:01 18:28 07:01 19:28 02:16
14:43 01:16 13:43 04:16 16:43 05:16 17:43 03:46 16:13 05:01 17:28
16-21 m/s
10-15 m/s
8-13 m/s
12-17 m/s
8-13 m/s
12-17 m/s
9/12°C
9/12 °C
9/12 °C
Renna aftan
á Seyða
manninum
Seyðamansrenningin
verður aftur í ár partur
av Vestanstevnuni í
Sandavági. Runnið
verður frá Húsagjógv við
Fjallavatn til Sandavágs.
Runnið verður sunnudagin
á Vestanstevnu, sum er
tann 15. juli.
Skipað verður fyri
Seyðamansrenningini eftir
leiðini, sum Seyðamaðurin
á Sondum í søgnini reið
undan huldukonuni,
sum býr í Húsagjógv við
Fjallavatn. Teinurin er
umleið 13 kilometrar
langur, og slætt er at
renna næstan allan vegin.
Tað er bara í Vatnsbrekku
úr Vatnsoyrum og niðan
á Vørður, at ikki verður
runnið á sløttum.
Renningin verður skipað
á sama hátt sum fyri
trimum árum síðan. Maður
á rossabaki, Seyðamaðurin,
ríður undan rennarunum
og vísir soleiðis leiðina til
Sandavágs, har málið er
við kirkjugarðin eins og í
søgnini.
Undir renningi koma
luttakararnir fram við
vatnstøðum, eins og fólk
fara at standa við ymsu
portrini á leiðini, so ongum
nýtist at missa tíð orsakað
av upp- og afturlating.
Luttakararnir møta á
Giljanesi, haðani bussur
koyrir norður í Klovan.
Haðani verður flogið við
tyrlu hjá Atlantsflogi
norður til Fjallavatn, eins
og gjørt varð, seinast
skipað varð fyri tiltakinum.
Við málið í Sandavági
verður skipað fyri ymsum
undirhaldi, tá rennararnir
koma á mál, og rímiligt
verður tikið saman og
kvøðið Seyðamannin á
Sondum.
Seinasta freist fyri
tilmelding er hósdagin 12.
juli 2012.
Kappast verður í
tveimum bólkum, kvinnur
og menn. Trý tey fyrstu á
mál í báðum bólkum fáa
heiðursmerki, og vinnarin
fær eisini ein vinning.
Umframt verður ein
vinningur lutaður burtur
millum allar luttakararnar í
kappingini.
HALLÓ
Eitt hátrýst, 1020 hPa. Við Føroyar fer norðureftir.
Lágtrýstið vestan fyri Skotland fer vestureftir og brúgvalagið haðani kemur
móti Føroyum.
Tá veðrið er gott leita nógv
sær í býin. Soleiðis var eisini
í Havn síðstu nátt og hóast
tað ikki er vanligt, at fólk í
góðum hýri ella kanska í ov
góðum hýri við ov nógvum
innanborða eru í býnum
um náttina í miðari viku, so
er tað tó vanligt hesa ársins
tíð, tá nógvar próvtøkur
standa fyri durum.
Men onkur, sum var í
býnum síðstu nátt, dugdi
sær ikki hógv og hevur gjørt
seg inn á runnarnar hjá Kafe
Vágsbotni.
Illgerðarfólkini
hava skrætt fleiri plantur úr
kassunum kring kafeina og
tveitt tær eftir bryggju og
eisini á bláman.
Tað var av sonnum ein
lítið hugalig sjón, og hóast
eingin er handtikin fyri
illgerðina, so man onkur
ganga við samvitskubiti í dag
tí tað er stórt spell, at onkur
einstakur ótangi skal koma
øllum teimum ovfarakátu
studentunum í ringt orð, tí
tann stóri hópurin hevur
góðan og sømiligan atburð.
Vónandi halda hesi fáu
fólkini seg heima.
Gjørdu seg inn á plantur í Vágsbotni
HERVERK Spell at einstøk illgerðarfólk koma øðrum í ringt orð
Tað var ikki tespilig sjón hjá húsavørðurinum hjá Hotel Tórshavn í morgun. Ótanga høvdu gjørt seg inn á planturnar hjá Kafe Vágsbotn í nátt
Mynd: Álvur Haraldsen