fríggjadagur 29. juni 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Í gjár komu ávaringar frá
Føroya Tele til fólk, sum fara
við smartphones uttanlands.
Tað eru telefonir, sum hava
internetsamband.
At ávaringin frá Føroya
Tele skal takast í álvara, man
mangur hava sannað. Men
tá tað er sagt, so kunnu vit
bara undrast á, hvussu tele
feløg kunnu loyva sær at
mergsúgva fólk. Hvar eru
brúkaraumboðini, sum loyva
telefeløgnum
kring
allan
heimin at mergsúgva og stjala
pengar frá fólki? Telefeløg
hava sokallaðar roaming
avtalur – sum merkir, at tá
telefeløg í einum landi taka
okursprísir frá fólki, so ger
hitt felagið tað sama.
Soleiðis sleppa telefeløg
at stjala pengar frá fólki,
sum gjalda okursprís
fyri
eina
tænastu,
sum als ikki kost
ar so nógv. Hetta er
bara ein møguleiki
hjá telefeløgunum
og gera sær dælt
av
góðtrúnum
ferðafólkum og
handilsfólkum
og
fólki,
sum
ikki gjalda sína
telefonrokning
sjálvi.
ES hevur
vist tikið hetta málið upp, so
telemergsúgvingin fær ein
enda.
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan, sum
kravdi mannalív, hendi á Varma
keldueiði hin 2. september í 1928 eru
272 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum.
Tað merkir, at í miðal doyðu 3,2 fólk
um árið. Síðani seinasta minningar
dag eru tvey fólk løgst afturat hes
um dapra lista.
Tað sum vit kortini kunnu frøast
um, er, at talið seinastu árini hevur
liðið undir miðaltalinum øll árini,
og tað merkir, at ferðslan er nógv
tryggari. Fara vit aftur í sjeyti- og
áttatiárini, so lá talið í fleiri ár væl
oman fyri 10 deyð um árið.
Komandi sunnudagur er minn
ingardagur teirra deyðu í ferðsluni.
Hetta er dagurin, tá vit seta ferðina
niður og steðga á – og minnast tey,
sum doyðu í ferðsluni og tey, sum
liva við missinum.
Hóast fyrsti bilurin kom til land
ið í 1922, so gjørdu bilarnir ikki veru
liga innrás fyrr enn í seksti og ser
liga sjeytiárunum. Tað var eisini tá,
at ferðsluvanlukkurnar vuksu nógv
í talið. Tilvitskan um ferðslu var
ikki á sama støði, sum í dag, bilarnir
vóru ikki eins væl útgjørdir, trygd
arútgerðin, sum var, varð ikki brúkt,
og vegkervið var so nógv vánaligari,
enn tað er í dag.
Bæði altjóða bilaídnaður og vega-
og ferðslumyndugleikar hava gjørt
nógv granskingararbeiði til tess at
bæsa ferðsludeyðanum. Tá Ferðslu
trygd longu í nítiárunum setti sær
stevnuna um, at eingin skal doyggja
ella fáa álvarsliga skaða í ferðsluni –
tann sokallaða null-hugsjónin, vóru
tey mong, sum yptu øksl.
Men tað er av sonnum eitt gott
mál at seta sær, og tað er eitt mál,
sum er realistiskt, og sum kann
náast í okkara lítla samfelag. Vit
kunnu bara hugsa tann óhugnaliga
tankan, at ferðsludeyðahagtølini í
áttatiárunum, nítiárunum og í hes
ari øldini vóru eins stór og tey vóru í
sjeytiárunum. So hevði talið á deyð
um í ferðsluni ikki verið 272 – men
gott og væl tað tvífalda!
Tað var Ingi Gunnarsson, sum
tók stig til minningardag teirra
deyðu í ferðsluni, har blómur verða
lagdar á støð, har fólk eru deyð í
ferðsluni. Tiltakið er stuðlað av
Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøk
um og einstaklingum – og tað eggjar
okkum til at steðga á eina løtu og á
ein stillføran hátt at minnast tey, ið
lótu lív á vegunum.
Samstundis sum vit minnast og
virða, so fær eitt slíkt tiltak okk
um at verða enn meira tilvitað um
ferðslutrygdina og um at koyra so
leiðis, at vit ikki koma okkum og
øðrum í slíkar vandar, sum kunnu
føra til ferðsludeyða.
Tí eru nógv vunnið við einum
slíkum minningardegi, har vit øll
kunnu gera okkara til at menna
ferðslutrygdina á føroysku vegu
num.
Í miðal eru 3,2 fólk deyð í
ferðsluni um árið síðani 1928
–
Fólk
hava
tikið sera væl
ímóti
nýggja
tiltakinum Vox
botn, sum fer av
bakkastokki í ann
aðkvøld.
Rúni
Djurhuus,
fyrireikari, sigur, at
fleiri enn 3.000 at
gongumerki eru seld
til konsertina, har høvuðs
navnið er danska Medina.
Av øðrum bólkum á kon
sertini kunnu nevnast Safir,
Týr, Bet you are Willimas,
Hamferð, Eyðun Nolsøse,
Finnur Koba og Robbie.dk
at hoyra.
Tey byrjaðu at selja at
gongumerki fyri einum góð
um mánaði síðani, og nú
er tað bert við dyrnar, at
tú kanst keypa atgong
umerki, eftir at sølan
steðgaði mikudagin.
Minnast tey deyðu í ferðsluni
Varðin Pelagic bjóðar til al
menna móttøku á virkinum
á havnarlagnum á Tvøroyri
sunnudagin klokkan 15 til18.
Varðin Pelagic boðar frá,
at nýggja uppsjóvarvirkið á
Tvøroyri verður liðugt sum
ætla 1. juli, og tí verður boðið
til almenna móttøku hendan
dagin millum klokkan 15 og
18. Tá verður høvi hjá øllum,
sum hava áhuga at koma inn
á virkið at síggja, hvussu sær
út,
áðrenn
framleiðsla
byrjar dagin
eftir,
mána
dagin 2. juli.
– Endalig
avgerð
varð
tikin
at
byggja virkið
tann 6. januar í ár. Og nú
knapt hálvt ár seinni stendur
virkið liðugt, klárt at taka
ímóti fiski. Sjálv byggitíðin
er einans 14 vikur, sigur Tór
heðin Jensen á Varðin Pel
agic.
Varðin Pelagic liðugt sunnudagin
Eingin
føroyingur
á hvalafund
Edmund Joensen
á síðu 14
Hevur
løgmaður
mist sam
bandið?
Sólaborg ulavík
síðu 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Telefeløg stjala frá
fremmandafólki
3.000 í
Voxbotn
í annað
kvøld