Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Mikudagin var ein harður dagur hjá fleiri fólkum í Skálafirði, tí hendan dagin viðgjørdi Føroya rættur eina ferðsluvanlukku, sum hendi á vegnum millum Skálafjørð og Skála 23. september 2010. Ein 19 ára gamal maður doyði í vanlukkuni, har trý systkinabørn vóru uppií. Í rættarsalinum allan dagin sótu næstu skyldfólk hansara og lýddu á, meðan greitt varð frá vanlukkuni. Frágreiðingarnar vóru ikki eins. Eisini onnur í rættar­ sal­inum høvdu tað ringt, og nógv stóð á manninum, sum koyrdi hin bilin. Hann sat ákærdur fyri óviljað mann­dráp og fyrilitarleysa koyring. Tríggir í bilinum Eitt systkinabarn hansara bað hann eitt kvøld um at koyra seg úr Skálafirði út á Skála, tí hann skuldi til teori fyri at kunna taka koyri­ kort. Hann játtaði og í bilinum var eisini ein vinmaður, sum skuldi út til ommuna á Skála. Tá ið teir vóru komnir nakað suður um um Skála­ fjørð rendu teir inn í ein bil, sum systkinabarnið hjá bilføraranum koyrdi. Hesin fekk so álvarsligar løstir, at hann doyði av vanlukkuni. Men hvussu kundi henda vanlukkan henda, í ljósi og á breiðum vegi við góðum út­ sýni? Teir tríggir í bilinum søgdu somu søgu, men eitt vitni hevði eina heilt aðra frá­greiðing. Segði nakað heilt annað Tað var út frá frágreiðingini hjá hesum vitninum, at ákæruvaldið skuldsetti og síðan ákærdi bilføraran fyri óviljað manndráp og fyri­ litarleysa koyring. Eina løtu eftir at teir vóru farnir úr Skálafirði, yvir­ hál­aðu teir ein traktor, sum koyrdi sama veg. Yvirhálingin gekk væl, bilurin kom fram um trak­ torin, og ferðin var ikki óvan­ liga nógv. Løtu eftir hendi óhappið. Teir í bilinum søgdu, at mótkoyrandi bilurin kom yvir í teirra koyribreyt, og tá ið hann helt fram við at koyra móti teimum, valdi bil­før­arin at fara yvir í hina breyt­ina. Men tá kom hin eis­ini yvir í ta breytina, og bilarnir brustu saman. Tann ákærdi dugdi ikki at svara, hví hann ikki heldur hevði valt at steðga og fara longur út móti høgru enn at fara yvir í skeiva koyribreyt. Teir noktaðu, at hetta var avtalað spæl, sum fekk syrgi­ligan enda. Maðurin í tí bil­inum var systkinabarn hin bil­føraran. Tann ákærdi segði, at hann ikki hevði torað at koyrt »chicken«, sum er, at bilførarar avtala sínamillum at koyra móti hvør øðrum. Hann hevði eina ferð í Søldar­ firði fyrr upplivað, at ein bilur koyrdi beint ímóti sær. Hann varð trýstur út til síð­ una, men so hendi ikki meira. Eftir vanlukkuna hevði hann eisini upplivað tað eina ferð í Runavík, og tá var hann illa við. – Alt skalv innan í mær, og eg mátti bara bremsa. Sá alt Men bóndin, sum førdi yvir­ hálaða traktorin, hevði eina heilt aðra frágreiðing. Traktorurin var stórur við húsi omaná, og hann hevði gott útsýni. Hesin maðurin segði, at hann sá mótkoyrandi bilin koma. Tann bilurin helt seg í síni koyribreyt, segði mað­ urin. Tað var bilurin, sum hevði yvirhálað seg, sum fór yvir í mótgangandi koyri­ breyt­ina, segði bóndin. Tosa ikki saman Serliga stóð nógv á tí ákærda 22 ára gamla manninum, tá ið verji hansara fór at spyrja nærri um viðurskifti í fam­ iljuni. Tann ákærdi og hann, sum doyði, vóru systkina­ børn, og hann hevur einki samband havt síðan for­eldr­ ini hjá tí systkina­barninum. – Tað hendi nú nakað ræðu­ligt, og tá er ikki lætt at tosa við foreldrini, segði hann. Onkur hevði spurt fyri hann, um tey foreldrini vildu tosa við hann aftur, men tey høvdu sagt seg ikki vera til reiðar til tað enn. Tað segði hann seg skilja. Fingu stórar løstir Allir tríggir vórðu við ymisk­ um løstum fluttir á Lands­ sjúkrahúsið eftir van­lukk­ una. Bilførarin breyt mjødnina, eitt petti av lunganum punk­ teraði, og hann fekk skaða í knæið. Dagin eftir van­lukk­ una varð hann fluttur á Ríkis­sjukrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð. Hann var sjúkrameldaður í næstan eitt hálvt ár. Annar av hinum breyt eis­ ini mjødnina og varð somu­ leiðis skurðviðgjørdur á Ríkis­sjúkrahúsinum. Hesin mað­urin fekk varandi mein, mill­um annað í fótin. Hvør segði satt? Ákærin trúði mest frá­greið­ ingini hjá bóndanum, sum als einki tilknýti hevði til nakr­an av teimum ungu monn­unum. Hon helt, at teir tríggir í bilinum høvdu av­ talað, hvat teir skuldu siga fyri politinum fyri at hjálpa bil­før­aranum, sum kom frá van­lukkuni við lívinum. Tað kunnu teir ikki hava gjørt, segði verjin. Bilførarin varð beinanvegin, hann kom á Landssjúkrahúsið, doyvdur og hevði tí ikki kunnað tosað við hinar, áðrenn politiið tíð­ liga næsta morgun kom at av­hoyra teir, segði hann. Kravið hjá ákæranum var minst eitt ára fongsulsrevsing og at missa koyrikortið í fimm ár. Verjin kravdi frídøming, tí hann segði, at einki var prógv­að um fyrilitarleysa koyr­ing. Hansara fatan var, at maðurin, sum doyði, mátti hava mist tamarhaldið á bil­inum. Tað einasta, hann kundi góðtaka, var bót fyri at hava koyrt bil og ikki sita í trygdar­belti. Eingin av monnunum sat í trygdarbelti. Dómur verður feldur í næstu viku. randi@sosialurin.fo ferðsluvanlukka Ferðsluvanlukkan setti kílar í familjuna Rættarmál Føroya rættur skal taka støðu til, um ein ungur maður hevði skyldina av, at systkinabarn hansara doyði í ferðsluvanlukku í september 2010. Verjin krevur frídøming Á rættarfundinum róði ákærin framundir, at bil­ ar­nir í vanlukkuni høvdu koyrt »chicken«. Hugtakið at koyra chicken stavar helst upp­runaliga frá kenda filminum Rebel Without A Cause, sum hevði James Dean í høvuðs­leik­ lutinum. Ein »chicken« er, tá ið tveir bilar avtala at møtast. Teir koyra mið­ skeiðis á vegnum og móti hvør øðrum, og tann sum fyrst víkir, er ein »chicken«. Teir avhoyrdu menni­ nir í málinum noktaðu, at teir høvdu koyrt chicken hendan dagin. Teir kendu hugtakið, men høvdu ongan­tíð luttikið sjálvir, søgdu teir. randi@sosialurin.fo Chicken-koyring Einki var galið við sjálvum bilunum, sum rendu inn í hvør annan