fríggjadagur 29. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Prógvhandan var á Kambsdali
ígjár. 82 HF næmingar og
studentaskúlanæmingar
fingu prógv. Samlaða talið á
prógvum, sum eru útskrivað
av skúlanum, fór í gjár upp
um tvey túsund, upplýsti
Helga Foldbo setti rektarin á
skúlanum.
Merkisvert var tað, at
57 ára gamli Símin í Túni á
Toftum var millum teirra,
sum fingu HF prógv. Hann
var í 25 ár trúboðari millum
innføddar indianarar í Vene
zuela, og hóast tað nú eru
ellivu ár síðani, at hann og
familjan fluttu aftur til Før
oya, so er hann framvegis
uppi í missiónsarbeiðnum.
Onkra ferðina hevur hann
verið aftur í Venezuela, og
so hevur hann verið uppi í
arbeiðnum at umseta skrift
irnar.
Nú hevur Símin tikið HF
prógv, og tað er vorðið sum
prógv. Miðaltalið er 10,9, og
talan er um besta prógv,
sum nakrantíð er útskrivað
frá
studentaskúlanum
á
Kambsdali. Trý 13 tøl og
nógv 11 tøl eru í próvnum
hjá Símini, sum hevur verið
sjálvlesandi.
– Hetta hevur kenst bæði
mennandi og spennandi. Eg
havi lært eina rúgvu í fakliga
partinum, og tað hevur verið
hugaligt aftur at hava verið
saman við ungdómunum.
Málið var í fyrstu atløgu at
standa royndirnar, og eg
hevði ikki droymt um, at
tað skuldi tørna soleiðis út.
Men eg havi lagt nógva orku
í lesturin, og tað hevur verið
sera spennandi.
Hvussu ber tað til, at tú
fórt aftur í skúla?
– Tað var eitt sindur til
vildarligt. Tá ið vit fluttu
heim aftur, fór elsta dótturin
í studentaskúlan. Tað bar við
sær, at vit fingu samband
við skúlan, og okkum dámdi
væl. Sjálvur tók eg útbúgving
innan missión í USA, tá ið eg
var 16-19 ára gamal, men úr
Føroyum havi eg ikki havt
annað prógv enn realprógvið,
sum eg tók á Glyvrum í 1971.
– Fyri hálvum øðrum
ári síðani tosaði eg við ein
lestrarvegleiðara á Kambs
dali um møguleikan at taka
nøkur fak sum sjálvlesandi.
Tá hugsaði eg ikki um at
taka prógv, men tað gekk
hampuliga
væl
síðsta
summar, og tað gav blóð á
tonna. Eg var til skips tað
mesta av seinna hálvári í
fjør, men síðani í februar í
ár havi eg verið rættuliga
støðugur í skúlanum, og eg
eri fegin um, at lærararnir
og næmingarnir tóku so væl
ímóti mær, tá ið eg ynskti at
vera við til tímarnar, hóast eg
var sjálvlesandi.
Hvat fert tú nú at gera?
– Í fyrstu atløgu fegnist
eg saman við familjuni um,
at hetta er liðugt. So fari eg
at arbeiða og vónandi fer tað
at bera til at sleppa til skips
aftur.
Umhugsar tú at lesa
víðari?
– Tað havi eg ongar ítøki
ligar ætlanir um í løtuni. Lær
dómurin er lættur at bera, og
hann ger, at tað er lættari at
fylgja við og kanska at taka
lut í kjakinum á so nógvum
økjum. Hugurin at lesa og
læra er góður, so nú fáa vit at
síggja, hvussu tað verður.
Tað eru kanska fleiri meiri
tilkomin, sum droyma um at
læra og lesa. Hevur tú nøkur
ráð at geva teimum?
– Umstøðurnar eru so ym
iskar hjá okkum, men mínar
royndir eru, at tað er ongan
tíð ov seint at útbúgva seg,
og tað ber væl til at ganga í
skúla, hóast floksfelagarnir
og eisini flestu lærararnir eru
yngri enn tú sjálvur ert.
57 ár og tikið
besta prógvið
nakrantíð
Tað hevur verið bæði mennandi og spennandi at taka
HF prógv, sigur Símin í Túni, sum í 25 ár var trúboðari í
Venezuela, og sum í gjár tók ímóti besta próvnum, sum
nakrantíð er útskrivað á studentaskúlanum í Eysturoy
tíðindi
Hóast Kringvarpið hevur
boðað frá Dagur og Vika
fer í summarfrí, so boðaði
Kringvarpið í gjár frá, at
ein tíðindasending verður
fríggjakvøld. Í tíðindaskrivi
sigur Kringvarpið soleiðis:
– Í Vørðsluni hava tey í
hesum døgum úr at gera við
at leggja seinastu hond á fyri
reikingarnar til nýggju tíð
indasendingina, sum verður
send í sjónvarpinum hvørt
fríggjakvøld í summar.
Sendingin eitur stutt sagt
Fríggjakvøld.
Umframt
innsløg
og
reportasjur
úr
landinum
verður kjak ein fastur táttur
í sendingini, sum varir í um
leið 40 minuttir.
Í fyrstu sendingini, sum
kemur í annaðkvøld, verður
millum annað hugt nærri at
kostnaðarendurgjaldinum
hjá landsstýrisfólkunum. Í
sendingini verður reportasja
frá pisufundinum í Viðar
lundini í Havn.
Við
kjakborðið
fara
Sigurd í Jákupsstovu, rektari
á Fróðskaparsetrinum, og
Christian Nagata, stjóri í
Nema, at kjakast um, at al
samt fleiri ung fara av land
inum at lesa, og hvønn týdn
ing hetta hevur fyri føroyska
samfelagið
Vertir eru Finnur Koba og
Eydna Skaale (myndin). Kaj
Joensen er live-reportari.
Nýggj tíðindasending fríggjakvøld
SJÓNVARP Fríggjakvøldið fer nýggja tíðinda- og aktualitetssendingin
í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum av bakkastokki.