Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Brúkið meira pappír – Tá ið mýtur gerast sannleiki Í seinastu viku var grein eftir Levi Mørk, býráðslimi í Tórshavnar kommunu, at síggja. Býráðslimurin for­ telur, at Tórshavnar komm­ una nú skal gerast talgild, og í triðja reglubroti stendur: „Sum er, brúkar Tórshavnar komm­una fleiri milliónir av pappíri um árið, og um komm­unan gerst meira tal­ gild, slepst undan hesum – og har­við eru vit eisini meira um­hvørv­is­vinar­lig sum komm­una.“ Hvat man bý­ráðs­lim­urin byggja hesa út­søgn á? Fakta ella mýtur? Tí­verri er sann­leikin tann, at tað er ein mýta, at tað at minka pappírs­nýtsluna og flyta yvir á alnótina er um­ hvørvisvinarligt! Veru­leikin er beint tvørturímóti. Felagskapir og virki royna at vísa, hvussu um­hvørv­is­ vinarlig tey eru. Ofta uttan at prógv verður ført fyri, at tað tey gera, í veruleikanum er umhvørvisvinarligt. Hug­ takið fyri hetta verður á útlendskum kallað Green­ wash, ella Grøn-vasking á før­oyskum. Hjá summum er hetta ein tilvitað roynd at maknaðarføra seg sum um­ hvørvisvinarlig, hjá øðrum er manglandi vitan. ST-tilráðing: Nýtið meira úrdráttir úr træi Veruleikin um pappír og aðrar vørur úr træi er, at hjá okkum verður einans pappír nýtt frá væl umsitnum skóg­ar­brúkum í Evropa. Um­leið 44% av Evropa er í dag skógar­vaksið. Sein­astu fimm árini er skógar­økið í Evropa vaksið við einum øki, ið næstan er til víddar sum Dan­mark. ST ræður bein­leið­ is til, at fleiri vørur úr træi verða nýttar. Hetta samanborið við tann veruleika, at alnótin í dag er ein tann størsti um­ hvørvis-syndarin. Hvussu grøn og umhvørvisvinarlig er alnótin, er spurningurin, ið Tórs­havnar kommuna átti at spurt, áðrenn pappírið fór beint í pappírskurvina! Bara eitt lítið dømi: Hyggur tú eftir einum filmkutið á alnótini í eitt sekund, so er hetta eitt útlát upp á 0,2 gramm av CO2. Tað ljóðar ikki av nógvum, men hvønn dag verða 2 milliardir filmkut sýnd á YouTube, miðallongdin er 10 sekund. Tað kostar eitt CO2 útlát upp á 4.000 tons um samdøgrið. Bara á YouTube. Telduservarar um allan heim eru orsøkin til 2 pro­ sent av CO2 útlátinum í heim­inum. Tað er sama CO2 útlát, sum tað samlaða útlátið hjá flogfeløgunum. Greenpeace hevur víst á Facebook og Apple sum tvey tey »skitnastu« virkini á um­ hvørvisøkinum. At fáa bóðskapin út Kanska skuldi ein kommuna sum Tórshavnar kommuna heldur spurt: Hvussu fáa vit boðskapin best gjørligt út til allar borgarar í kommununi. Heldur enn hvussu spara vit pengar og grøn-vaska komm­ ununa samstundis. All­ar kanningar vísa, at send­ir tú fólki eitt pappírs-bræv við postinum, verður hetta lisið, og boðskapurin kem­ur út. Sendir tú sama tilfar við telduposti, kemur boð­skap­ urin als ikki út til móttakaran á sama hátt. Og hvussu við teimum eldru borgarunum í kommununi? Verða teir, ið ikki eru á alnótini, sleptir upp á fjall? Vilt tú vita meira um veru­leikan um pappír og um­ hvørvi, so sí millum annað: w w w.u n e ce .o rg / p re s s / pr2010/10tim_p09e.html http://www.unece.org/press/ pr2010/10tim_p09e.html www.tryksag.dk Jon Hestoy stjóri á Føroyaprent, svanamerkt prentsmiðja Sein­astu fimm árini er skógar­ økið í Evropa vaksið við einum øki, ið næstan er til víddar sum Dan­ mark. ST ræður bein­leið­is til, at fleiri vørur úr træi verða nýttar www.torshavn.fo Asbest – burturkast tórshavnar kommuna Gjørt verður kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi tann 28. Juni 2012 hevur samtykt at seta í gildi reglugerð um asbest burturkast. Reglugerðin ásetur m.a. at: • Eternit verður bólkað sum asbest- burturkast og skal viðgerðast sæmbart ásetingunum í hesi reglugerð • Asbestburturkast kann ikki innlatast á Endurnýtslunum á Hjalla, í Kollafirði ella í Nólsoy, men kann einans innlatast á Tyrvingarplássinum í Húsahaganum • Asbestburturkast má ikki blandast við annað burturkast, men skal vera fyri seg • Asbestburturkast skal vera innpakkað ella innballað í tættan pakning, t.d. plastikk- foliu, stórsekkir e.l., soleiðis at eingin vandi er fyri spjaðing av asbest-dusti. Burtur- kastið skal setast á plattar og innlatast við bilum, sum kunnu seta burturkastið av, uttan at pakningurin skalast, t.d. við kranabili • Eigarin av burturkastinum skal boða frá á Tyrvingarplássinum frammanundan, at ætlanin er at burturbeina asbestburtur- kast • Innlatarin/bilførarin skal boða frá í avgreiðsluni á Tyrvingarplássinum, at talan er um asbest-burturkast. • Um treytirnar í reglugerðini um skiljing, innpakking og innlating ikki eru fylgdar, kann burturkastið verða víst burtur av móttøkuplássinum. Øll reglugerðin kann síggjast inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, www.torshavn.fo undir tænastur/umhvørvi/burturkast. Reglugerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.