fríggjadagur 29. juni 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavnar
kommuna
Boðanesheimið fer at hýsa 64 pensjónistum
við ellisbrekum og varandi sjúkum, sum
hava tørv á røkt.
Á heiminum verður dentur lagdur á
•
at liva eitt lív, sum gevur meining og
varðveitir samleikan hjá húsfólkunum
•
at fakliga dygdin av veittum tænastum
verður sett í hásætið
•
at heimið áhaldandi verður við til at
menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi
tiltøk til heimabúgvandi pensjónistar
•
at starvsfólkini á heiminum trívast,
mennast og hava tað gott
Boðanesheimið verður merkt av tryggum og heimligum
umhvørvi. Afturat tí verður samsjóðað eitt starvslið til
heimið, sum við støði í lívssøguni hjá húsfólkunum:
•
fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan
•
stimbrar til eginumsorgan
•
stuðlar einum virknum gerandisdegi
Boðanesheimið letur upp í oktober 2012.
Heimið er innrættað í tveimum hæddum við tveimum
búeindum til 24 húsfólk og einari búeind til 16 húsfólk.
Í stóru felagslonini er stórkøkur, matarhøll, virkis- og
venjingarstova og fyrisiting.
Til virkis- og venjingarstovuna verður
søkt eftir Fysio- og ergoterapeutum,
heilsurøktarum og námsfrøðingum
Virkis og venjingarstovan verður dageind við
felagsaktivitum fyri húsfólk og heimabúgvandi
pensjónistar. Endamálið við virkis-og venjingarstovuni
verður at andkveikja lívsneistan, við at varðveita,
menna og stuðla undir førleika brúkarans likamliga,
sálarliga og sosialt.
Tú kemur at vera við til at skapa rammur fyri einum
gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum
umhvørvi. Afturat tí verður tú partur í einum starvsliði,
ið fakliga stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir
einum virknum gerandisdegi, mett út frá støðu og
lívssøgu hins einstaka.
Førleikakrøv
•
Prógv og góðkenning sum fysio- ella
ergoterapeutur
•
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
•
Prógv sum námsfrøðingur
•
Áhuga at arbeiða innan eldraøkið
•
Góð evni at samskifta í skrift og talu
•
Evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum
verður á heiminum
•
KT-førleika á brúkarastøði
Til køkin verður søkt eftir
Køksrøktarstarvsfólki
Tú kemur at vera í miðdeplinum at skapa rammur
fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum
og heimligum umhvørvi. Afturat tí verður tú partur
í einum starvsliði, ið fakliga ger dygdargóðan og
føðslurættan kost til húsfólk og gestir.
Førleikakrøv
•
Útbúgvin sum ernæringsassistent,
køksrøktarstarvsfólk ella líknandi
•
Góð evni at samskifta í skrift og talu
•
Evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum
verður á heiminum
•
KT-førleika á brúkarastøði
Til búeindirnar verður søkt eftir
Sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum,
heilsuhjálparum og námsfrøðingum
Tú kemur at vera við til at skapa rammur fyri
einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og
heimligum umhvørvi. Afturat tí verður tú partur í
einum starvsliði, ið fakliga stimbrar til eginumsorgan
og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett út
frá støðu og lívssøgu hins einstaka.
Førleikakrøv
•
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
•
Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
•
Prógv sum heilsuhjálpari
•
Prógv sum námsfrøðingur
•
Áhuga at arbeiða innan eldraøkið
•
Góð evni at samskifta í skrift og talu
•
Evni at nýta tvørfakliga tilfeingið, sum
verður á heiminum
•
KT-førleika á brúkarastøði
Boðanesheimið søkir
eftir skrivstovufólki
Starvið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði í
samband við heimið.
Førleikakrøv
•
Skrivstovuútbúgving ella samsvarandi
•
Góð evni at samskifta í skrift og talu
•
Góð evni at arbeiða millum eldri fólk
Fólk til vaskaríið og
vaskifólk til búeindirnar
Førleikakrøv
•
Fyrimun hava tey, sum hava starvast
á vaskaríi
•
og tey, sum eru von at vaska
Størvini verða sett eftir avtalu.
Løn- og setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við
avvarðandi fakfelag.
Nærri fæst at vita um
størvini við at hyggja á www.torshavn.fo ella við at
venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, telefon 224151.
Umsókn
saman við góðkenning, prógvum og upplýsingum
um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar
kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, ella til
teldupost: torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin fyri øll størvini er mánadagin 23. juli
2012 kl 12.00.
www.torshavn.fo
Størv á Boðanesheiminum
— eitt heim, har tað er vítt til veggja og rúmd er fyri nýhugsan og nýskapan
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130
fólk í fyrisitingini. Fíggjarætlanin javnvigar við 800 mió. kr. Hon fevnir um alt kommunalt virksemi, m.a. dagansingarstovnar, skúlar,
kommunalu brennistøðina, Sløkkiliðið, Bussleiðina, ellisheim umframt annað virksemi á mentunarliga, sosiala og tekniska økinum.
Les meira á www.torshavn.fo um fíggjarætlan, roknskapir v.m.