fríggjadagur 29. juni 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsøkið
Brúkaraumboðið er landsstovnur, sum umsitur
marknaðarføringslógina. Uppgávan er m.a. at hava
eftirlit við, at marknaðarføringslógin og reglur við
heimild í lógini verða hildnar, umframt at skapa og
menna siðvenju fyri umsitingini av lógini.
Samlaða játtanin til stovnin fyri 2012 er 1,1 mió. kr.
Stovnurin verður í Tórshavn í skrivstovufelagsskapi
saman við stovnunum á Skálatrøð.
Stovnurin er eisini skrivstova hjá Leigunevndini.
Starvið
Sum stjóri fyri Brúkaraumboðið hevur tú ábyrgdina
av samspælinum millum stovnin og brúkarar og
veitarar av vørum og tænastum, og við atliti til
almenn samfelagsáhugamál er tín uppgáva at virka
fyri, at góður marknaðarføringssiður verður mentur á
føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.
Til hesar uppgávur krevst, at tú ert diplomatisk/ur og
dugir at taka støðu til ymisk sjónarmið, umframt at tú
kanst taka greiðar avgerðir. Harafturat skalt tú megna
at umsita marknaðarføringslógina soleiðis, at hon í
minst møguligan mun tarnar tí skapandi virksemi,
ið fer fram innan marknaðarføring.
Umframt at tryggja gott samskifti við brúkarar og
veitarar, skalt tú arbeiða fyri, at ídni og eldhugi eru
í hásæti á stovninum. Tú hevur eisini ábyrgd av
fyrisitingar-, fíggjar- og starvsfólkamálum stovnsins.
Rætti umsøkjarin hevur
•
Viðkomandi útbúgving á kandidatstøði, har
umsøkjarar við Cand.jur. útbúgving hava fyrimun
•
góðan førleika at samskifta munnliga og skrivliga
og hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
•
áhuga fyri teimum samskiftishættum, ið nýttir
verða innan marknaðarføring
•
góð samstarvsevni
Setanartreytir og annað
Starvið verður sett fyri eitt 5-ára tíðarskeið.
Starvið er lønt ájavnt 37. lf. hjá Tænastumonnum
Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Eftirlønargjaldið er 15%, sum verður flutt í ein av
Fíggjarmálaráðnum góðkendan eftirlønarkassa.
Umsóknir
Umsóknir, saman við CV, avriti av prógvum o.ø.,
skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 9. juli 2012 kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Gunnleyg Árnafjall, aðalstjóra,
á telefon 306600.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Stjóri til Brúkaraumboðið
Søkt verður við hesum eftir stjóra til Brúkaraumboðið at seta skjótast gjørligt
Vinnumálaráðið, Tinganes, Postrúm 377, 110 Tórshavn
Sosialurin 341800
setur.fo
k o v bo y f i lm
Kom og les á Setrinum
Í ár er møguleiki at søkja inn á hesar 10 bachelor útbúgvingar
á Fróðskaparsetri Føroya:
- Lívfrøði
- Náttúruvísindi - við denti á havfrøði
- Náttúruvísindi - við denti á jarðfrøði
- KT-verkfrøði
- Lærari
- Námsfrøði
- Sjúkrarøktarfrøði
- Samfelagsvísindi
- Søga
- Føroyskt
Umsóknarblað og leiðbeining sæst á setur.fo
Umsóknarfreistin er 2. juli 2012 á miðnátt.