Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eysturoyar apotEk søkir efir farmakonomi til fast starv frá 1. sep­ tember 2012. Talan er um 30 tímar um vikuna, svarandi til 3 dagar, umframt 4. hvønn leygar dag. Vit vænta: • at tú ert fakliga væl fyri • at tær dámar at avgreiða viðskiftafólki • at tú hevur góð samarbeiðsevnir • at tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi • at tú ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur • at tú møtir væl upp Arbeiðsøkið er skrankin Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og farmakonomfelagið. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. august 2012. Meira fæst at vita við at venda sær til apotekið á tlf. 473400 og spyrja eftir Hjalta Gunnarstein, apotekara, ella Petsy Midjord, leiðandi farma­ konomi. Skrivlig umsókn, saman við famakonomprógvi, CV og møguligum ummælum, skulu sendast til: Eysturoyar Apotek Mýravegur 6 620 Runavík eysturoyar@apotek.fo Útlendingastovan flytur Change of address Vegna flyting er skrivstovan stongd hósdagin 28. juni og fríggjadagin 29. juni 2012. Opið er aftur mánadagin 2. juli 2012 á Umhvørvisstovuni. Nýggja adressan er: Útlendingastovan, Traðagøta 38, Postboks 2048, FO-165 Argir. Opið verður mánadag til fríggjadag kl. 09.00 til 15.00. Teldupostadressur, telefon- og faxnr. og heimasíðan verða fyribils óbroytt. Due to moving office the Immigration Office will be closed 28th and 29th June 2012. We reopen Monday 2nd July at the premises of the Environment Agency, Argir. The new address is: Traðagøta 38, P.O.Box 2048, FO-165 Argir. Office hours will be Monday to Friday: 09.00 - 15.00. E-mail addresses, fax & telephone numbers and our website will remain unchanged until further notice. Útlendingastovan Grundøki í Leynum til sølu Mitt í bygdini. Byggiloyvi og tekningar er tøkt. Tlf. 217300 Frídagar við Gjógv? Hví ikki leiga okkara frálíku hús við avbera góðum útsýni? Eru í løtuni tøk fram til 6. juli 9. – 16. og 23. - 30. juli og frá 3. august. Vanligur prísur: 500 kr fyri náttina. Ring 282948/282949/310899 ella send ein tpost solbjorgh@kallnet.fo Henning og Sólbjørg Læruplássið Lærupláss sum skrivstovulærlingur innan fyrisiting, er leyst at søkja í Norðurlandahúsinum. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin hevur lokið HH-, HF- ella studentsprógv . Tað er ein fyrimunur at hava góðan málkunnleika umframt, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og er áhugaður í mentanarligum virksemi. Setanar- og lønartreytir Viðkomandi verður settur eftir reglunum um skriv- stovulærlingar í lønarsáttmálanum millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið/Yrkisdepilin. Ynski- ligt er, at viðkomandi kann byrja 15. august 2012. Umsókn Umsóknin má verða Norðurlandahúsinum í hendi í seinasta lagi leygardagin 14. juli 2012. Allar umsóknir og skjøl skulu sendast talgildar til teldupostadressuna starv@nlh.fo NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM Telefon nr. 351351. Telefax nr. 351350 www.nlh.fo · nlh@nlh.fo Skrivstovulærlingur N o r ð u r l a N d a h ú s i ð Norðurlandahúsið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharra ráð- num og Føroya Landsstýri. Endamálið við Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroya , føroyska mentan til hini Norðurlondini og at hýsa føroyskum tiltøkum í Føroyum. Í 2011 vóru 304 tiltøk í Húsinum og uttanfyri Húsið. Umleið 50.000 fólk vitjaðu Húsið í 2011. Í Húsinum arbeiða 14 fólk Reingerðarfólk í Løgtinginum Søkt verður eftir einum fólki at arbeiða við reingerð í tinginum til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt ¾-tíðarstarv. Tann, ið settur verður, skal vera røkin, álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur at hava útbúgving og/ella royndir frá líknandi arbeiði. Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsonnu Danielsen, stjóra, á tel. 211785/311785 ella susannad@logting.fo. Umsóknir við møguligum viðmælum skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegur 1-3, Postrúm 208, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin, 23. juli 2012, kl. 16.00. Løgtingið, 28. juni 2012 Løgtingið