Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 74 · 29. juni 2012 2 VIKUSKIFTI Eg minnist einki til, at fólk vóru ill ella kendu seg stoytt av, at eg strippaði á pallinum. Tað var bara eitt stuttligt og annarleiðis innslag. Ólavur Klakk um villar pallframførslur við bólkinum Rag Rags Vikuskifti Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Enn ein sesong við Vikuskifti er løgd aftur­um. 38 Vikuskifti hava verið í Sosial­inum fríggjadagar síðani sep­ tember í fjør, og á teimum umleið 600 blað­síðunum, vit hava framleitt, hava vit bjóðað samrøður, bakgrundsgreinar, kjak­tilfar, undirhald, klummur, góð ráð og mangt annað. Dagsins Vikuskifti er tað seinasta í hesum umfari. Vikuskifti fer at hvíla seg í summar, men kemur sterkt aftur í seinnu helvt av september. Avloysarin Meðan Vikuskifti heldur summarfrí, bjóðar Sosialurin sínum lesarum eitt annað vikuskiftisblað. Blaðið kallast Summar og verður fyrstu ferð í Sosial­ inum komandi fríggjadag. Hetta er triðja summarið, at Summar er í Sosialinum, og vikuskiftisinnleggið fer næstu vikurnar at bjóða samrøður, ferðafrásagnir, klummur, hugleiðingar og onkrar fastar tættir. Vit, sum hava lagt til rættis, skrivað, fotograferað og framleitt Vikuskifti, takka fyri hetta umfarið. Takk øll tit, sum hava lisið Vikuskifti, og tit, sum vit hava samstarvað við á ymsan hátt. Bardagin við viðføris­bandið Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Spania fjeppari - EM2012 / Mynd: Polfoto klumman Eydna Skaale Vikuskifti í Sosialinum fer nú í summarfrí, men avloysarin er klárur komandi fríggjadag Vikuskifti í summarfrí »Góðu ferðafólk, vælkomin heim« So dregur tú andan djúpan og smílist. Smílið heldur allan vegin úr flogfarinum; tú yppir øksl at kuldanum og regninum og fert upp í bíðirøðina til wc í komuhøllini – fram­ vegis smílandi. Men so kemur tú út aftur móti viðføris­ bandinum. Lið um lið standa fólk og bíða við hvør sínum vogni, sum standa parkeraðir við gronini heilt inn móti viðførisbandinum. Ein múrur av ryggum, tí fólk hava bart seg til eitt pláss á fremstu parkett – púra klár til løtuna, tá bandið fer at mala, og kuffertini verða spýtt út. Júst her, tá ið eg komi út aftur av wc'num, fánar smílið, og eg merki eina nælandi irrita­tión. Um eg onkursvegna skuldi borið eygað við mítt kuffert gjøgnum múrin, tá bandið einaferð verður tendrað, hevði eg ikki fingið hendur á tí uttan fyrst at brotið meg gjøgnum kroppar og viðførisvognar. Og tá hevði kuffertið langt síðani verið farið víðari. Eg ferðist ofta, og júst hesin bardagin við bandið fær meg at ilskast hvørja ein­astu ferð. Eg haldi fenomenið vera ser­før­oyskt. Uttanlands ynskja fólk eisini gott pláss við viðførisbandið, men eg havi onga­staðni upplivað, at fólk standa SO nær band­inum, sum tey gera í Vágum. Hví skulu við­føris­ vognarnir partú nerta við bandið? Soleiðis at eingin, ikki eingong vognafólkini sjálvi, sleppa framat? Og hví skulu tey, sum eru so mikið taktiskt snild at hava vognin aftanfyri seg, stilla seg við tónum ímóti bandinum? Um øll bakkaðu – bara ein, einasta metur – hevði tað verið munandi lættari bæði at fingið eyga og hendur á viðførið. Vit hava lært at virða gulu linjurnar í bank­um og aðrastaðni, har kundar ikki skulu trunk­ast saman framman fyri kassan. Kanska kundi man gjørt okkurt líknandi vesturi í Vágum. Eina breiða gula linju framvið øllum við­førisbandinum, har vognar vóru bannaðir, og fólk einans kundu fara inn um fyri at taka kuffert. Tú kanst sjálvandi siga, at eg bara sjálv kundi stillað meg fremst og tryggjað mær eitt gott pláss. Men nei. Eg nokti! Eg fari ikki upp í bardagan við viðførisbandið. Eg haldi tað vera ómentað, ósiviliserað og ótrúliga ólíkt okkara annars so lagaliga føroyska lyndi. Eg veit ikki, um tað bara man vera eg, sum ilskist inn á hetta løgna fenomenið. Men fyri mítt viðkomandi hevði ein gul linja ella bara minimalt av virðing fyri teimum samferðandi gjørt heimkomuna enn søtari. Og tað hevði heilt víst fingið mína »góðu- ferðafólk-vælkomin-heim-kenslu« at vart nógv longri. So segði hann... Eftir 38 útgávur fer Vikuskifti at hvíla seg í summar Saknar politiskar viSjónir Hilmar jan HanSen FøroySk víSunda- Fólk Skriva 90 sekund við: nýggj greinarøð: nr. 30 9. mars 2012 sosialurin KRISTINA HÁFOSS Tá tárini Trilla óla jákupi rólantsson Út at grilla 90 sekund við: tips: UNI DEBESS Hvat skalt tÚ minnast til? summarferia: nr. 71 22. juni 2012 sosialurin Hví eru vit við? Jákupi av skarði Hundalív í Gøtu vit vitJa Mallorca 90 sekund við: ferðing: facebook nr. 65 8. juni 2012 sosialurin Eg keði mEg skjótt Villar plantur til matna grønt summar Bakgrund: tips: nr. 51 3. mai 2012 sosialurin annika Víkingur á boksitindinum kára nielsen uglur 90 sekund Við: tips: nr. 21 17. februar 2012 sosialurin KESSLER