Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 74 · 29. juni 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Teir fingu fepur fyri einum góðum mán­aði síðan, men frá í komandi viku eru teir nøkunlundað fepurfríir. Talan er um fótbóltsfepur, sum herjar kring allan heimin, nú meðan EM-kappingin í fótbólti fer fram. Sambært sálar­frøð­ inginum Eyðun Joensen, er tað als ikki løgið, at áhugin fyri fótbólti er so stórur. – Vit menniskju eru soleiðis, at vit hava tørv á spæli og at spæla. Tað er eis­ini tí, mann í gomlum døgum kallaði menn­iskjað homo ludens, tað spælandi menn­iskjað, sigur Eyðun Joensen, sum hevur fleiri enn tredivu ára royndir inn­an sálarfrøðina. Fótbólturin er felagsnevnari Seinasta mánaðin hava serliga dreing­ir og menn savnast framman fyri sjón­ varpsskíggjanum at hyggja eftir fót­ bólts­dystunum í ársins EM-kapping, sum fer fram í Ukraina og Póllandi. Ein av orsøkunum til tey mongu fót­ bólts­kvøldini, har menn koma saman at hyggja eftir fótbólti, er at finna innan tað, sum serfrøðingar rópa sosial sálar­ frøði. – Fyri at vit sum menniskju skulu hava nakað saman, so er fortreytin, at tú hevur nakað at vera saman um, frø­ ast um, øsa teg um og so framvegis. Fót­bóltur gevur monnum høvi at hava nak­að at vera saman um, sigur Eyðun Joensen. Eisini eru tað tey mannfólkini, sum ikki sjálvi íðka fótbólt, ið fylgja væl við, tá bólturin rullar á grøna sjón­ varps­skíggjanum. – Øll kunnu ikki gera seg galdandi í ítrótti og ítróttarbrøgdum. Men við at fylgja við og til dømis hyggja eftir fót­bólti í sjónvarpinum kanst tú í hug­ anum gerast partur av einum ítróttar­ bragdi. Hyggur tú eftir finaluni í EM- kapp­ingini sunnukvøldið, kanst tú fáa kensl­una av at kenna teg sum partur av tí bragdinum, sum tað er, at gerast europa­meistari í fótbólti, greiðir Eyðun Joensen frá. Sambært Eyðun Joensen snýr tað seg í stóran mun eisini um kensl­una av at hava avrikað nakað. – At vinna ein týdningarmiklan fót­bóltsdyst er eitt avrik, og avrik er nak­að, vit øll vilja vera við til. Læra nógv av fótbólti Teir menninir, sum fylgja væl við í fót­ bólti, fáa nógv burturúr at hyggja eftir einum dysti. – At fylgja við í fótbóltsdystum gev­ ur nógv. Umframt at tú sum hyggjari í huganum fært møguleika at vera partur av einum bragdi, hevur fótbóltur eisini eitt listarligt brá, eitt estetiskt element, sigur Eyðun Joensen. Og júst tað vakra og eleganta, dámar mannfólki væl at síggja. – Fótbóltur kann við eitt nú skotum og driblingum vera ótrúliga vakur, og harvið kann fótbóltur nøkta ta estet­isku tráðanina, sum liggur í okkum menn­ iskjum. Fótbóltsspælarar kunnu vera ein fragd fyri eygað. Okkum dámar væl estetiskar upplivingar, tí tað ger okkum glað, greiðir Eyðun Joensen frá. Við at hyggja eftir fótbólti ber eisini til at læra, hvussu mann sum menniskja eigur at bera seg at úti í almenna rúminum. – Fair play hugtekur okkum og vekir ein sosialan ans í okkum. Tá hugt verður eftir fótbólti, kanst tú gjøgnum fair play læra, hvussu tú eigur at bera teg at sum hampa­fólk, sigur Eyðun Joensen og leggur afturat, at spenningurin, sum er at finna í einum fótbóltsdysti, í stóran mun er tað, sum dregur mannfólk at skíggj­anum í hesum EM-døgum. – Tað kann vera, at teir ikki uppliva nóg nógvan spenning í gerandisdegnum. Nú á døgum hava vit eitt kroppsliga dovið arbeiðslív, tí ein stórur partur av okk­um situr framman fyri eina teldu megin­partin av degnum. Tað liggur til mannfólk at vísa vøddar og gera brøgd, og tá vit hava ein minni krevjandi ger­ andisdag viðvíkjandi rørslu, kunnu vit óbeinleiðis spenna vøddar og gera brøgd við at hyggja eftir fótbólti, greiðir Eyðun Joensen frá. Áhugin kann gerast ov stórur Hjá summum mannfólkum kann áhugin fyri fótbólti gerast so stórur, at alt annað verður skúgvað til viks. Tá, held­ur Eyðun Joensen, at áhugin hevur tikið yvirhond. – Um fótbólturin fyllir ov nógv í ger­ andis­degnum, er tað sjálvandi ikki gott, tí tað merkir, at alt annað veruleikakent og týðandi verður misrøkt. Situr tú klistraður til sjónvarpsskíggjan, hvørja ferð onkur dystur verður leiktur, so er lítil tíð og orka til alt hitt, sigur Eyðun Joensen. Sambært Eyðuni Joensen er munur á at vera vanligt viðhaldsfólk hjá einum liði og so at hoyra til teir ídn­astu fjeppararnar. – Ofta er tað soleiðis, at sum EM ella HM kappingarnar líða, og spenningurin og dygdin veksur, lata fólk seg draga. Tey fjeppast ikki endiliga. Tað er meira í teimum førunum, har fjepparar brúka síni seinastu oyru til at ferðast lang­ vegis fyri at sleppa til onkran ávísan fót­bóltsdyst ella sita støðugt og hyggja eftir dystum í sjónvarpinum, at tað er ov nógv av tí góða, greiðir Eyðun Joensen frá. Men hvussu so við teimum monn­unum, ið ikki hava stórvegis áhuga fyri fótbólti? – Í hesum EM tíðum er ikki stuttligt at sita uttanfyri. Í roynd og veru kann tað gerast ein bági ikki at hava áhuga fyri fótbólti, tí kemur tú í eitt selskap, har prátið í stóran mun snýr seg um innspark og driblingar, kanst tú ikki luttaka í prátinum, og tað kann kennast sum ein pínlig støða fyri summi, sigur Eyðun Joensen og leggur afturat: – Tað ræður um at gera upp við seg sjálvan, hvat tað er, tú vilt brúka tíð uppá. Sjálvt um mannfólkini fylgja væl við EM júst nú, er eingin orsøk at halda, at fjepparíið hevur tikið yvirhond, tí EM er hóast alt bara fjórða hvørt ár, sig­ur Eyðun Joensen. – Spæl og spenningur eru grundleggjandi tørvir hjá menniskjanum, og tá mannfólk hyggja eftir fótbólti, verða hesir tørvir nøktaðir. Tað sigur sálarfrøðingurin Eyðun Joensen, nú fótbóltsfeburin er upp á tað hægsta Fótbóltur nøktar tørvir hjá monnum Mynd: Álvur Haraldsen Navn: Eyðun Joensen Útbúgving: aut. cand.psych. Starv: Fyrrverandi kliniskur sálarfrøðingur við Psykiatriska depilin á Lands­sjúkra­húsinum. Er nú eftirløntur.