Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 4 Eitt sindur av andlits­ máling riggar væl EM-fótbóltur – eisini fyri kvinnur Fótbóltur er ikki ein mannfólkaverð burturav. Alt fleiri kvinnur eru til stóru fótbóltsdystirnar – og tað sást eisini aftur undir EM-endaspælinum Ein vælvaksin maður við stórari øl í hondini, sum skiftvís rópar stuðlandi orð eftir sínum liði og ókvæmisorð eftir mótstøðumonnunum. Soleiðis kundi ein týpiskur fót­ bólts­áskoðari verið eyðmerktur, men soleiðis er tað als ikki. Hasir menninir finnast eisini – og nógvir av teimum – men fót­bólts­ áskoðarar eru eisini kvinnur og børn. Og undir EM endaspælinum í Pólandi og Ukraina hava nógvar kvinnur verið á áskoðaraplássunum. Sagt verður, at alt fleiri kvinnur eru til stóru fót­ bóltsdystirnar kring Europa, og tað er við til at skapa ein heilt annan stemning, enn tá mannfólkini eru fullkomiliga dominerandi. Vit hava kagað í myndasavnið hjá Polfoto og funnið myndir av kvinnu­ ligum áskoðarum undir EM enda­ spælinum. Kreativar spanskar kvinnur á veg til dyst Neglirnar kunnu eisini pyntast til fótbóltsdyst Pólendingar høvdu eisini kvinnuligan stuðul Kvinnur kunnu eisini síggja út sum veruligir fótbóltsáskoðarar - her ein italsk kvinna Svensk kvinna til seinasta dystin hjá Svøríki í EM endaspælinum Blómuprýdd kvinna á áskoðaraplássunum