Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 62

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 10 Ferðast heima Vikutema Lýs teg sjálva við trimum orðum:         Tolin, jaligur og matligur. Hvat merki er bilur tín? Peugeot 508. Hvat merki er telefon tín? HTC Wildfire S. Hvør er tín besta summar­ frítíðaruppliving? Veit ikki rættuliga, tað eru so nógvar, men skal eg nevna onkra góða burturúr, so er tað í juni/juli 2009, tá ið tað í 2-3 vikur var so sera heitt og gott veður. Í 14 dagar passaði eg 9 mánaðar gamla sonin hvønn dag, allan dagin, meðan konan varð umborð á Smyrli. Nakað eftir kl. 8 fóru vit út at trilla, og hitin lá hvønn morgun millum 17 og 23 stig í skugganum. Vit hugnaðu okkum úti mestsum allan dagin. Nógv fólk var úti, og ikki minst á kafe'ini, vóru nógvar góðar løtur við ísi, kaffi og vaflum, og ikki minst prát við tey mongu vitjandi.. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Tað man nokk ganga Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Heildini.. Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Vaski og greiði mær og busti tenn. Hvat stressar teg? Næstan onki stressar meg, men uppgávur, ið blíva við at standa óloystar, hóast tær burdu verið loystar, tað kann vera strævið. Hvør er yndislitur tín? Blátt Hvat gleðir teg? Tað er so nógv at gleðast um, tað ræður um at finna gleðina við gerandis tingunum, og ikki blaka allar tær smáu góðu løturnar burtur, tað eru tær, ið skapa eitt gott lív.  Nær feldi tú seinast eitt tár, og í samband við hvat? Síðan vit mistu 6 ára gamla son okkara í 2007, hava runnið nøkur tár, og framvegis kunnu tárini koma fram, onkra stilla løtu, tá man situr og hugsar um hann. Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Haldi tað man vera at vitja aftur á Borgarknappi, ið eg seinast var uppi á fyri 20 árum síðani. Hvar arbeiðir tú? Í Hvalbiar skúla og skrivari hjá Fámjins kommunu. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Nærmast av tilvild at eg fór á læraraskúla, men fann skjótt útav, at mær dámdi arbeiðið sum lærari, at arbeiða við børnum og ungum er sera gevandi. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Næstan hvønn dag eru stuttligar upplivingar, t.d. fyri stuttari tíð síðani hevði eg 8. flokk í lívfrøði, og evnið var forelskilsi; eg greiddi frá teimum kropsligu eyðkennunum og legði dent á manglandi matarlyst, so man kundi eisini tapa seg. Tá letur í einari gentu "Tú sært nú ikki út til at vera forelskaður"!!! Á lærarastovuni eru eisini nógvar sera stuttligar løtur Hvat lag er heimsins besta? Tað eru so sera nógv, men nøkur hjá Queen liggja ovarliga Hvat er besta uppfinningin og hví? Uppvaskimaskinan, ið sparir eina rúgvu av keðiligum arbeiði, og teldan, ið gevur eina rúgvu av spennandi arbeiði. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Lyklar, telefon og felliknív. Hvat er títt besta heimaráð? Always look on the bright side of life. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Verðið, hevði tað um ikki annað kunna verið vetur um veturin, og summar um summarið. Hvussu ofta speglar tú tær?           Spegl eru bæði á vesinum og í gongini, so nakrarferð um dagin, nøkur sekund hvørja ferð :).  Hvussu ofta ert tú hjá frisør?        Einar 4-5 ferðir um árið. Hvar ert tú um 10 ár? Sikkurt her á leiðini, men nú fáa vit at síggja til tað tíð vikustólurin Tolin, jaligur og matligur Navn: Arni Nielsen Næstan onki stressar meg, men uppgávur, ið blíva við at standa óloystar, hóast tær burdu verið loystar, tað kann vera strævið Byggibúðin mán-hós .. 9:00 - 17:30 frí .............. 9:00 - 18:00 ley ............ 9:00 - 13:00 Timburdeildin mán-frí .... 8:00 - 17:00 ley ............ 9:00 - 13:00 Handverkarabúðin mán-frí .... 8:00 - 17:00 ley ............ stongt opið er soleiðis: Bygma Balslev · Vegurin Langi · tel 34 50 00 · balslev@balslev.fo www.balslev.fo Handverkarabúðin Dw304pK-Qs BajoneTsag D25013K KomBi-Hamari Dw343K-Qs sTiKKsag D23620-Qs runDsag 22 mm SDS-Plus kombi- hamari til betong og múr. Kompakt og brúkaravinarlig 1150 W rundsag við 65 mm skeridýbd Kompakt 1050 W bajonetsag. Verður latin í kufferti. 550 w stikksag við 800-3100 sn./min. frítt val NÚ 129900 tilboð Dewalt Tilboðið er galdandi so leingi goymslan røkkur, tó ikki longur enn til 13. juli 2012. avmarKað nøgD