fríggjadagur 29. juni 2012síða 68
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
16
Ferðast heima
Vikutema
Fiska á
vøtnum
og havi
Eysturoy: Teimum, ið dáma væl at
fiska, eru mong ymisk støð, hagar
ein kann leita sær – og vónandi
eisini fáa fong aftur við sær til
hús.
Til ber at keypa sær fiskikort til
tvey av vøtnunum – í hesum føri á
Nesvatni í sunnara parti av oynni,
og á Eiðisvatni á norðara parti.
Á báðum støðum ber til at leiga
tráður og keypa fiskikort frá sama
veitara.
Hava fólk hinvegin hug til hav
fiskiskap, so finst hesin møguleikin
hjá fyritøkuni Gjógv Adventure, ið
eitur bátin Billa Star.
Búgv har
tú vilt
Eysturoy: Nógv eru tey velja at
ferðast higar, og sum ynskja at
leiga sær eini hús at búgva í.
Kring alla oynna hevur Kunning
arstovan fleiri hús og við ymiskari
útgerð, ið fólk kunnu leiga. Hesi
finnast bæði í Elduvík, við Gjógv,
Funningi. Svínáum (myndin) og
Hellunum, og fleiri av størru bygd
unum eisini.
Prísirnir skifta, men eitt tilboð
er nógvastaðni, at um ein býr eina
heila viku, so fær ein ta einu nátt
ina fyri einki.
All inclusive við Viljanum
Tey, ið hugsa um eina ferð, har bæði útferðin, ferðaleiðari, matur, drekka
og ein ógloymandi uppliving eru við í prísinum, eiga at royna hetta saman
við Magna Garðalíð, skipara og eigara á stuttleikabátinum Viljanum.
Bládýpi – har allur heimurin savnast
Tey, ið hugsa um eina ferð, har bæði útferðin, ferðaleiðari, matur, drekka og ein ógloymandi uppliving eru við
í prísinum, eiga at royna hetta saman við Magna Garðalíð, skipara og eigara á stuttleikabátinum Viljanum.
Eitt av teimum støðunum, har nógv
fólk velja at búgva í, er Bládýpi.
Soleiðis er framvegis, nú 20 ár eru
liðin, síðani teir fyrstu gestirnir valdu
at gista á Bládýpinum.
Her hava tey møguleika bæði
at gista í kømrum í gestahúsi ella í
sovisalum á vallaraheiminum.
Ikki nokk við tað, so hava fólkini
handan hostel.fo eisini Skansan, har
ein bæði kann gista í einkultum og
dupultum kamari.
Hinvegin – hevur tann ferðandi
heldur hug at búgva í eini íbúð, so er
eisini møguleiki fyri tí bæði í Tvørgøtu,
eins og í Skansanum og Bládýpinum.
Sagt verður, at í Tvørgøtu er talan
um eina luksusíbúð.
Tað serstaka við Bládýpinum og
Skansanum eru prísirnir, ið mugu
sigast at vera sera rímiligir. Og
hetta ger uttan iva sítt til, at bæði
føroyingar og fólk úr øllum heiminum
velja hetta sum teirra stað ár eftir ár,
bæði summar og vetur.
Bládýpi liggur sera væl
plaserað, mitt í býnum
og stutt til alt tað sum
høvuðsstaðurin hevur at bjóða
Nógv gera brúk av tí luksusi,
sum hostel.fo hevur at bjóða
við íbúðini í Tvørgøtu
Báturin “Viljin” er 43 fót til longdar,
breiður og rúmligur, so gott pláss er
umborð. Hartil er hann barnavinarligur
og tryggur at ferðast við.
Ferðafólk kunnu bæði standa har
frammi og har afturi, umframt uppi
á stýrhúsinum, sum er sokallað “fly
bridge”. Gangast kann fram við stýr
húsinum í bæði borð.
Skuldi veðrið ikki verið til vildar
eina løtu, er pláss fyri teimum flestu
undir dekki. Eisini ber til í góðveðri at
leggja stilt og dekka borð til eini 12-
14 fólk.
Umborð eru sjónvarp og dvd-
spælari, so børnini altíð kunnu setast
at hyggja at einum teknifilmi, um tey
ikki hava hug at vera uppi á dekkinum
alla tíðina.
– Vit leggja stóran dent á, at vit
altíð hava okkurt fólk við umborð,
sum kann greiða teimum ferðandi frá
tí, sum er at síggja á túrinum, umframt
at svara spurningum, upplýsir Magni
Garðalíð.
Við í prísinum er matpakki, so ikki
er neyðugt hjá fólki at taka nakað við
umborð. Og vilja tey fáa mettuna ella
stilla tostan, so verður hetta eisini
ordnað umborð, tí her er alt tað, brúk
er fyri. Umframt túrar við ferðafólki,
kann “Viljin” eisini leigast til aðrar
túrar, so sum út á skip við einum
eykaluti ella øðrum.
Tað er bara at spyrja seg fyri, tí allir
møguleikar eru opnir, sigur ein virkis
fúsur Magni.
Viljin er sjógóður bátur, sum hevur staðið sína roynd í sigling síni millum oyggjarnar
– Vit veita viðskiftafólkunum
eina heildaruppliving. Alt er
gjørligt, sigur Magni Garðalíð