Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 70

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 18 Ferðast heima Vikutema Minner­ nes Melodi í Miðvági Vágar: Talan er um eina tíðarmynd frá fimtiárunum, sum verður fram­ førd í Bygdaskúlanum i Miðvági fríggja­kvøldið hin 20. juli klokkan 20. Kvøl­dið verður skipað sum eitt Kafék­vøld við tónleiki, sangi og smáum sjónleikabrotum. Kvinnubólkurin í Vágum og Vága Sjónleikarafelag skipa fyri tí. Pallurin er ein stova frá fimmti­ árunum og leikarar sýna fram klæðir frá somu tíð. Tað verð­ur borð­reitt við drekkamunni og sand­ køkum, skuffukøkum o.ø. bakstri, sum var vanligt tá. Veðurtíðindi frá norðmanninum verða at hoyra í útvarpinum og sjálvandi ber til at syngja við, tá teir góðu gomlu føroysku, norsku, svensku, týsku og ensku slagararnir verða at hoyra. Tað verður stutt sagt rein nostalgi á skránni hetta kvøld. Tey ið hava hug til at uppliva hetta serstaka kvøldið, kunnu ogna sær eitt atgongumerki á 100 krónur við at venda tær til Vága Kunningarstovu. Avmarkað at­ gongd. Ágóðin frá tiltakinum fer allur til “Í menniskjum góður tokki”. Sólar­ myrking í Vágum og Mykinesi Vágar: Nógv verður gjørt burtur úr, nú sólar­myrking er á skránni henda morgunin - 20. mars í 2015 klokk­ an 9:45. Talan er um fulla sólarmyrking, sum verður at síggja her á landi. Nógv tilboð eru til gisting og mat í báðum oyggjum. Aktivitetir til øll á Selatrað Aftur í ár verður væl umtókta familjulegan hildin í Skótadeplinum á Selatrað. Henda legan byrja nú hósdagin 5. juli og heldur fram til sunnudag Hetta er ein lega, har øll kunnu vera við, bæði skótar sum ikki-skótar, omm­ur, abbar, gubbar og gummur, mammur og pápar – ja øll. Tað sjáldsama við hesi leguni er, at einum nýtist heldur ikki at melda seg til. Teir einstøku aktivitetirnir kosta eitt sindur, men her er so møguleiki at koma á hesa leguna, har familjan kann vera saman í hugnaligum, tryggum, rúsfríum umhvørvi, og ikki minst, har okkurt stuttligt er til øll. Onkur velur kanska at koyra til hús aftur eftir lokið verk, men møguleiki er at fara rættiliga á legu við tjaldi. Her er tilboðið, at tað kostar einki at seta tjaldið upp. Aktivitetir Síðani seinastu familjulegu hava tey gjørt nógv burturúr at útbyggja depilin, betra um fasilitetirnar og økja tilboðið av aktivitetum. Av teimum vælkendu aktivitetunum kunnu nevnast: Snorkling, Body Glove, kano og árabátar, jarnsmíð, síging, klatring, skattaveiða fyri tey smáu, gummibátahylur, paintball, legubál og mangt annað. Sum nakað heilt nýtt, fara vit í ár at hava FM í øksakasti og jipping, verð­ ur sagt av Selatrað. Og lagt verður aftrat: - Ivast nakar í hvat tað er, so kom á Selatrað og finn út av tí. Tað verður møguleiki fyri at keypa sær enskan morgunmat á deplinum hvønn morgun. Annars ber til allan dagin at keypa pylsur, búffar og ann­ að, ið ein sjálvur grillar á teirri super­ stóru grillini við Grillstovuna. Krígssavnið – ein røtt avgerð Eftir eitt ávíst fyrireikingararbeiði, kundi Krígssavnið lata dyrnar upp á fyrsta sinni hin 2. mai í 2009. At tað var ein røtt avgerð at lata tað upp, er prógvað til fulnar hvørt ár síðani tað: Fyrsta árið vitjaði 2500 fólk á savninum, og tá gjørt varð upp trý ár seinni høvdu 5000 fólk vitjað savnið. Krígssavnið er opið alt árið, mána­ dag til fríggjadag frá klokkan 10 til 16. Nú summar er, hava tey eisini opið um vikuskiftinum – leygardag og sunnu­dag millum klokkan 14 og 17. Framsýningarhølið hjá Krígssavn­ inum er á Leitisvegi 58 í Miðvági. Hevur ein hug at vita meiri um savn­ið og lesa áhugaverdar frásagnir, so kann hyggjast inn á heimasíðuna. Hon hevur tað sjáldsama og bein­ rakna navnið: ww2.fo Eingin skótalega ella familjulega uttan eitt legubál, har sungið og skemtað verður Ein av oyggjunum, sum nógv fólk leita sær til summarhálvuna, er Mykines. Komandi er higar við ávikavist tyrlu á vetri ella báti á sumri, hóast tað seinna tilboðið man vera tað sum gevur mest, tí her kann ein síggja og njóta serstøku náttúruna from the seaside. Komin út í Mykines vilja tey flestu ganga sær ein túr vestur í Hólmin, áðrenn tey leita sær aftur til bygdina, meðan bíðað verður eftir bátinum. Tað eru tó eisini aðrir møguleikar í oynni fyri góðum gonguferðum. Og tí er tað helst so, at mong velja at koma aftur fleiri ferðir – kanska fyri at fara út í Hólmin einaferð enn, ella fyri at fara niðan í fjøllini, og njóta náttúruna har og vakra útsýnið yvir hav og oyggjar og all­ an vegin inn í Sørvág. Tað eru Silja Star og Froyur sum røkja rutusambandið av Sørvági til Mykines. Neyðugt er bíleggja sær ferðina frammanundan. Hetta kann gerast umvegis heimasíðuna www.mykines.net Einaferð Mykines – aftur Mykines Nógvir áhugaverdir lutir, myndir og forvitnisligar frágreiðingar eru at finna á Krígssavninum í Vágum