fríggjadagur 29. juni 2012síða 72
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
20
Ferðast heima
Vikutema
Føroya
størsta
baðiland
Klaksvík: Síðani Klaksvíkar Svimji
høll fekk sítt baðiland, við teirri 44
metrar longu øku, hava fólk bæði í
og úr býi leitað sær hagar at njóta
nakrar tímar.
Her eru eisini fleiri hylar við
ymiskum hitastigi, eins og ein kann
bjóða sauna, tveir heilsuklivar við
infrareyðum strálum og dagsljósi
og sólum.
Eitt vældámt tilboð er ein tann
góði kaffimunnurin, sum kann
njótast ókeypis í høllini, sam
stundis sum ein prátar við aðrar
menn ella kann fylgja við ymiskum
ítróttargreinum – t.d. fótbólti – á
stórskíggja, meðan børnini og onn
ur í familjuni svimja og hugna sær
í hyljunum.
Gamal
handil
við tí
allar
nýggjasta
Klaksvík: Hóast handilin húsast í
bygningi sum er omanfyri 150 ára
gamal, so ávirkar tað ikki úrvalið
av vørum. Her kann tann vitjandi
bæði fáa nakað til eygað, oyrað og
sálina.
Í handlinum ber til at keypa
bøkur og fløgur, og aðrastaðni í
bygninginum er eitt gott høli til
framførslur av tónleiki og sjónleiki,
og mín sann eisini til framsýningar
av list.
Handilin húsast undir sama taki
sum Norðoya Fornminnissavn, sum
avgjørt er eina vitjan verd
Góður matur afturvið
stórfingnari náttúru
Matstovan hjá Elisabeth hevur ikki bert góðan mat á matarlepanum. Samstundis
sum ein kann njóta hetta, ber til at skoða ta ríku náttúruna á Viðareiði
Tað er Elisabeth Nybo, sum hevur rikið
hesa væl umtóktu og væl vitjaðu mat
stovuna síðan 2003. Elisabet er út
búgvin kokkur frá Korinth-Kro í Fåborg
á Fjóni í 1998.
Talan er um eina hugnaliga mat-
stovu við góðum plássi til 40 vitjandi
og breiðum úrvali av góðum mati í
fyrsta floks góðsku.
Høvuðsrættirnir eru fleiri, t.d. ensk
ur búffur, franskur búffur ella lambs
ryggur. Lundar er ein spesialitetur,
sum matstovan er kend fyri, eins og
dagsins fiskur altíð er á matskránni
og dessert omaná. Har er eisini ein
barnamatskrá eins og smyrjibreyð at
fáa. Til ber haraftrat at njóta eitt glas
av víni afturvið matinum.
Matstovan er mitt í bygdini á gøtu
hædd og er væl atkomulig hjá fólki
sum nýta koyristól. Frá 15. mai til 15.
august er opið hvønn dag frá klokkan
12 til 21, annars er opið eftir avtalu.
Dagførd matarskrá hjá Matstovuni
hjá Elisabeth er at síggja á heimasíðuni
www.menu.fo.
Beinta í Ónagerði
Eftir ein góðan bita her ber til at spáka
sær runt í bygdini og fáa sjón fyri
søgn. Náttúran sigur sína søgu, men
bygdin er søgulig við t.d. Ónagerði,
sum hevur verið prestagarður síðan
einaferð í 1600-talinum.
Tað var í Ónagerði at tann kenda
prestafrúan Beinta búði, sum var høv
uðspersónurin í skaldsøguni Barbara
hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.
Núverandi kirkjan á Viðareiði er frá
1892, og hevur t.d. kirkjusilvurið sína
heilt serligu søgu. Talan er um eina
gávu frá ensku stjórnini sum takkarløn
í sambandi við eina hending í 1847, tá
enska skipið Marwood við 13 monnum
umborð rendi á land á Viðareiði og 9
av teimum bjargaðust.
Fyrsta ferðamannaskipið av fleiri
Tað var ein føgur sjón týsmorgunin at síggja tað risastóra og framúr snotuliga
ferðafólkaskipið “Jewel of the Seas” stevna inn á Norðhavnina í Ánunum. Umborð
á skipinum vóru omanfyri 2000 fólk. Hóast talan í hesum føri er um eina einstaka
vitjan, so markerar henda stóra vitjan eina nýggja byrjan hjá Klaksvíkar Havn.
– Við hesari vitjanini hava vit sett
sjøtul á eina røð av vitjandi ferða
mannaskipum her í Klaksvíkar Komm
unu, sigur Atli S. Justinussen, for
maður í Havna- og Vinnunevndini.
– Umframt tær stóru útbyggingar,
sum eru gjørdar av Klaksvíkar Havn
– serliga í Norðhavnini - hava vit í
longri tíð arbeitt miðvíst við at markn
aðarføra havnina og økið annars, og
tað arbeiðið gevur nú úrslit.
Nú tað gjørdist greitt, at fleiri stór
ar vitjanir eru ávegis í summar, sam
tyktu Havna- og Vinnunevndin og
Fíggjarnevndin fyri stuttum at seta ein
cruise-samskipara - Finn Johannesen
- til serliga at taka sær av hesum
ferðamannaskipunum í summar.
Nú verður so farið undir at eftir
meta royndirnar frá teirri fyrstu og
stóru vitjanini týsdagin, við tí fyri
eyga at betra og víðka um tilboðini
í býnum og kommununi annars. Eitt
av tilboðunum henda dagin var eitt
sølutorg ið varð sett upp á staðnum,
har ein í framtíðini ætlar at gera eitt
stórt av slagnum, nevniliga Biskup
støðtorgið.
– Júst hetta er ein av uppgávunum
hjá okkara samskipara at skráseta
øll viðkomandi viðurskifti, soleiðis at
batar kunnu gerast, har tørvur er á
teim, og ikki minst, at fleiri tilboð vera
boðin fram her í Norðoyggjum, so vit
hava enn fleiri tilboð í framtíðini, sigur
Atli S. Justinussen.
Long tíð er ikki til tær stóru eftir
metingarnar, tí longu leygardagin í
komandi viku kemur næsta ferðafólka
skipð, Celebrite Eclipse, ið er líka langt
sum Norðhavnin, sum er 317 metrar.
Skipið kemur aftur til Klaksvíkar 11.
august.
– At fáa vitjan av einum so stórum ferðamannaskipi sum “Jewel
of the Seas” og øllum teim 2000 ferðafólkunum krevur, at vit hava
nógv ymisk tilboð. Vónandi er hetta byrjanin til nakað, sum vit í
góðum samstarvi við allar partar, kann mennast og víðkast framyvir,
sigur Atli S. Justinussen, formaður havna- og vinnunevndini
- Vit bjóða øllum bæði føroyingum og útlendingum at vera vælkomin at vitja á Viðareiði. Her
kunnu tey, saman við ríku náttúrupplivingunum njóta eina fyrsta floks matstovu í hugnaligum
umhvørvi og við góðari tænastu, sigur Elisabeth Nybo frá Matstovuni hjá Elisabeth á Viðareiði