fríggjadagur 29. juni 2012síða 74
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
22
Ferðast heima
Vikutema
Bygdar
stevna í
Húsavík
Sandoy: Hóast stórar bygdastevnur
kring landið, forðar tað ikki sand
oyingum í at skipa fyri teirra
stevnu.
Henda stevnan – nevnd Sand
oyarstevnan – verður vikuskiftið
13. til 15. juli í Húsavík.
Tað eru ungmannafeløgini í
oynni sum uppá skift halda stevn
una. Í fjør var hon hildin í Skálavík.
Skráin verður kunngjørd seinni.
Sagt verður, at Húsavík er
gomul mentabygd, ið hevur eina
sera ríka søgu.
Síga í 300
metrar
hædd
Sandoy: Vestanfyri á oynni er ein
sjáldsamur møguleiki hjá fólki at
kunna síga í berg, ið gongur 300
metrar steyrrætt niður.
Á Lonini, sum liggur nakað
norðan fyri Søltuvík, hava fleiri
fólk longu tikið við hesum møgu
leikanum fyri hesum ítrivi.
Farið verður við bussi til Søltu
víkar og síðani gingið til staðið,
har borðreitt verður við føroyskum
viðskera.
Sagt verður, at hóast fólk ikki
hætta sær at síga, er náttúran her
so serstøk, at ein saktans kann fáa
eina ógloymandi uppliving á hes
um staði.
62 N Airport Hotel stendur ikki í stað,
men leitar sær nýggjar møguleikar og
fleiri bein at standa á.
Í summar fer hotellið undir eitt nýtt
og spennandi tiltak, har tey fara at
skipa fyri sonevndum Føroyakvøldum,
har borðreitt verður við føroyskum
mati og viðskera annars.
– Vit fara at skipa fyri køldum
borði ella buffét, har fólk, sum vilja
hava føroyskan mat, eru vælkomin á
gátt.
Maria Samson, hotelstjóri, sigur,
at tiltakið er ætlað bæði útlendingum
og føroyingum, sum ikki hava so lætta
atgongd til føroyskan mat.
Vit byrjaðu í seinastu viku og halda
á fram til og við 31.juli.
Eisini dansiringur
Men Føroyakvøldini á 62 N Airport
Hotel verða meiri enn bert matur.
– Vit fara eisini at skipa fyri, soleiðis
at ein dansiringur verður partur av
tiltakinum, og har fløguaktuelli Holgar
kemur at spæla nøkur løg - soleiðis
at útlendingar, sum koma á gátt at
fáa sær føroyskan mat og viðskera
annars, kunnu síggja føroyskan dans
og hoyra føroyskan tónleik.
Maria Samson sigur, at tey eru
ógvuliga spent upp á hetta tiltak, sum
tey vænta fer at fáa góða undirtøku
– ikki minst, nú so mong ferðafólk
koma um flogvøllin, sum liggur beint
við hotellið.
– Jú, vit vænta bæði útlendingar og
føroyingar til hesi Føroyakvøld, sigur
stjórin á 62 N Airport Hotel.
Leygardagin skipaði Norðoya Kunn
ingarstova fyri einum sera spennandi
túri út á Enniberg.
Hetta er ein túrur, ið krevur eitt
sindur av tí einstaka, men mong
hava higartil notið henda túrin, sum
tekur einar sjey tímar.
Í øllum førum var ætlanin – um
veðrið var teimum til vildar – at
fara frá Matstovuni hjá Elisabeth
á Viðareiði og síðani niðan á tað
841 metrar høga Villingardalsfjall.
Hagani bar leiðin út á Enniberg,
sum er sínar 754 metrar, har tað er
hægst.
Tá komið varð aftur til Viðareiðis
stóð Elisabeth Nybo fyri teimum
troyttu gongufólkunum og bjóðaði
teimum inn í Matstovuna hjá Elisa
beth til ein góðan bita.
Kostnaðurin fyri ta stóru upp
livingina og tann góða matin var
700 krónur fyri hvønn.
Ótrúligur túrur og góður matur
Føroyakvøld – góður
matur og gott undirhald
- Vit fara at skipa fyri Føroyakvøldum hvørt týskvøld í summar sigur Maria
Samson, stjóri, á 62 N Airport Hotel. - Fyrstu ferð var seinasta týskvøld
62N Airport Hotel liggur, sum navnið sigur beint við flogvøllin í Vágum