fríggjadagur 29. juni 2012síða 76
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
24
Ferðast heima
Vikutema
Gongu
ferð til
Dysjarnar
Sandoy:
Ein
serlig
uppliving
stendur teimum gonguhugaðu fyri
sunnudagin 8. juli. Tá verður farið í
Dysjarnar norðan fyri Skálavík.
Ætlanin er at fara til gongu
frá vatnbrunnunum í Sandshaga
klokkan 10:30, framvið Mølburs
vatni og niðan á Endan, har vakurt
er útsýni er yvir Dysjarnar og út yvir
Gulansboga.
Talan er um ein langan og
miðaltungan túr, sum endar við
at farið verður innar í húsini undir
Borgini til súpan, kaffi og pannu
køkur.
Sagt verður, at túrurin eisini
kann gerast av fólki norðanfjørðs,
tí Teistin siglir av Gomlurætt, so
leiðis at fólk bæði sleppa í oynna
og av oynni aftur seinni um dagin.
Seglskip
vitja á
Sandi
Sandoy: Fríggjadagin 6. juli verður
eitt heldur øðrvísi tiltak á havnar
lagnum á Sandi.
Hetta er í samband við at segl
skip kring alt landið leggja leiðina
higar á ferðini millum oyggjarnar.
Byrjað verður seinnapart á degi,
við sølubúðum, barnatiltøkum og
tónleiki, áðrenn seglskipini koma
at bryggju umleið klokkan 19.
Eftir tað sleppa fólk umborð
á skipini at vitja, áðrenn felags
sangur, føroyskur dansur og seinni
harmonikudansur.
Og sjálvandi – tiltakið er al
ment og øll eru vælkomin at lut
taka, siga Sands kommuna og ung
mannafelagið Virkið í eini felags
innbjóðing.
Enniway – sum
faðirin, so sonurin
Tað kemur ikki av ongum, at Hávardur byrjaði at sigla við
ferðafólki. Bara við at siga eftirnavn hansara – Enni – so sigur ein
samstundis sigling við ferðafólki í føroyskum farvatni.
Meðan faðirin – Birgir – hevur ført tús
undtals og aftur túsundtals ferðafólk
millum oyggjarnar í nógv ár við Norð
lýsinum, byrjaði Hávarður so smátt í
2005 at fyrireika seg til sítt íkast til
føroysku ferðavinnuna.
Í februar mánaði hetta árið fekk
hann hendur á bátinum, sum nú er
vorðin fastur fúsur í vinnugreinini at
sigla við ferðafólki bæði innanfyri og
uttan fyri 200 fjórðingar sjómarkið.
Hóast feðgarnir arbeiða í somu
bransju, hevur Hávarður meiri lagt seg
eftir at hava smærri bólkar, sum allir
hava fingið eina serstaka uppliving
tætt við náttúruna, sum sæst frá sjó
num.
Við Enniway sum basu, er ynskið
teirra at skapa eitt hugnaligt uppi
haldsrúm fyri vinirnar, eins væl og
familjuna.
Her er møguleiki at fiska ella fara
í froskmannabúna at veiða til egna
máltíð, ella ein velur heilt aðra leið
við at ganga og uppliva oyggjarnar á
henda hátt.
Samstundis sum Enniway hevur
ymisk sløg av ferðandi, eru tilboð
teirra eisini fjølbroytt.
Her ber til at velja millum dag- og
kvøldtúrar sum oftast verða gjørdir av
Havnini og til Nólsoyar. Íroknað túrin
er ein ógloymandi konsert, lekkur
suppa – úr fiski, sjálvandi – og ein
gongutúrur í bygdini.
Til ber eisini at gera ein vikuskiftis
túr, og hevur ein heldur hug til ein
longri túr heima ella úti, so er eisini
møguleiki til tað.
Fleiri kamping
pláss í Eysturoynni
Teimum, ið dáma væl at ferðast við
kampingsvognum, hava góðar møgu
leikar at seta bilin frá sær í Eyst
uroynni.
Eitt nýtt kampingpláss lat upp í
Æðuvík í fjør, og í skótadeplinum á
Selatrað ber til at fara við kamping
vognum.
Og longur niðri í somu bygd – niðri
á Víkini (myndin) – er eisini møguleiki
til tess. Her er tað Jákup Weihe, sum
bjóðar teimum vitjandi teir hentleikar
sum hoyra til eitt slíkt stað.
Síðani 2005 hava
Hávarður Enni og tey
hjá Enniway ment
eitt tilboð til tey
ferðandi at síggja tey
sjáldsomu støðini fram
við klettum okkara
Nógv kenna bert oyggjar okkara frá landi,
men við Enniway er ein ótrúligur møguleiki at
síggja, hvussu vakrar tær eru from the seaside