Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 78

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 26 Ferðast heima Vikutema Sigla runt oynna Suðuroy: Fleiri møguleikar er at síggja Suð­ur­oynna á ein øðrvísi hátt enn van­ligt. Ikki færri enn trý tilboð eru um siglitúrar kring oynna við ymiskum skipastøddum. Ein møguleiki er sluppin Jo­ hanna TG 326, sum fer av Vági vest­ur um oynna. Gjørdir verða eis­ini fiskitúrar. Ein annar møguleiki er skjótt­ gangandi báturin, Tornado hjá RIB62, sum ger útferðir um viku­ skiftið. Triði møguleikin er okkara ein­ asti Formel 1 rasarabátur, Scorpion, sum ger túrar eftir tørvi. Scorpion ger eisini túrar við vatnskíðum. Hava ferðafólkini – í hesum føri børnini - hug til sítt slag av siglitúri, so eigur felagið Naddoddur á Tvør­ oyri ikki færri enn níggju optimist- jollur til tey. Her kunnu børn millum 8 og 14 ár læra at sigla við seglum. Busstúrar kring oynna Suðuroy: Tveir ymiskir busstúrar standa teim­um vitjandi í boði – annar til sunn­ari helvt og hin til norðaru helvt. Á fyrra túrinum verður millum annað vitjað á Vágseiði, Sumba og Porkeri. Á tí seinna verður millum annað steðgað við kolaminurnar, Fiskieiðið, gomlum bóndahúsum og í Trongisvági. Góðir frítíðar­ møguleikar í Svínoy Umframt at vera kend fyri sín vakurleika og stórslignu náttúru, hevur Svínoy nógv at bjóða teimum, sum vitja oynna í styttri ella longri tíð, har bæði søgulig støð og góðar frítíðarumstøður teljast millum møguleikarnar. Tað undrar ikki, at Svínoy hevur stóran áhuga millum teirra, sum ferðast her á landi, tí oyggin – ið er so víð og sløtt, at hon væl og virðiliga hevði kunnað hýst einum flogvølli – bjóðar bæði vakra náttúru og søgulig støð, sum eru verd at vitja. Millum søguligu støðini kunnu eitt nú nevnast Sjórænaraholurnar, har søgnin sigur, at svínoyingar flýddu at krógva eg, tá ið sjórænarar herjaðu landið. Eisini skotagravirnar, sum nú eru settar í virðiligar karmar, siga eina áhugaverda søgu. Góðir møguleikar eru í bygdini til virksemi í frítíðini: Góðar umstøður eru til camping í bygdini, har pláss er innrættað til endamálið við tilhoyrandi vesum og brúsum. Gamli svimjihylurin í Stórá er ein av teimum forkunnugu møguleikunum, og eisini er ein góður og væl hildin spark­ivøllur í bygdini, har tað eru góð­ar umstøður til fótbólt og onnur spøl. Í illveðrinum í vetur fekk sparki­ vøll­urin skaða, men hesin verður nú um­vældur. Arbeiðið er komið væl áleiðis, so vøllurin er um at verða liðugt um­vældur. Gongutúrur við ferðaleiðara kring alla oynna Sandoyggin liggur ikki langt frá høv­ uðsstaðnum, men tað munnu kortini vera mong sum ikki enn hava vitjað hesa søguligu, sløttu og vøkur oyggj. Tey seinnu árini er kortini broyting hend, tí nú vitja alt fleiri og fleiri ferðaløg – barnagarðar, arbeiðspláss, eldrafeløg, fyritøku og onnur. So seint sum leygardagin var eitt eigarafelag á rundferð í Sandoynni. Tey høvdu frammanundan kunnað seg um tilboðini í oynni, og í felag við Sandoyar Kunningarstovu lagt eina spennandi uppliving fyri øll. Tey fóru um morgunin av Gomlu­ rætt við Teistanum til Skopunar, har ein morgunmatur var etin. Tey høvdu buss við sjálvi, men her í bygdini kom ein lokalur ferðaleiðari uppí bussin, og fylgdi teimum restina av degnum. Tey ferðaðust kring alla oynna, har steðgað varð millum annað í Søltuvík og í Dali, har ein biti varð eftir. Seinast á skránni var ein vitjan í Deplinum í Skálavík, har ein máltíð var etin, áðrenn leiðin var løgd aftur til Havnar. Hetta er ein av mongum møgu­ leik­um í Sandoynni. Onnur velja at gera eina dagsferð til Skúvoyar, sum fevnir bæði um ein morgunmat, eina rundvísing í bygdini og kirkjuni, ein gongutúr niðan í Fagradal og at enda ein góðan føroyskan “rætt” við føroyskum viðskera. Av Sandi ber eisini til at fara útferð við báti til Stóru Dímun. Ein av vøkru bygdunum á Sandoynni er Húsavík, sum er eyðkend við bønum, har ikki er lætt at síggja nakað grót Hóast Ritan man vera ríkiliga stór ein gerandisdag, var hon í minna lagi undir Útoyggjastevnuni í farna mánaði. Fólk stóðu í tímar og bíðaðu, og fegnaðust, tá tey umsíðir sluppu umborð Mynd: Jens Kristian Vang Hóast barnatalið er avmarkað um veturin, leita nógvar familjur sær higar um summarið. Her er ein fótbóltsvøllur, eitt av ítrivunum