fríggjadagur 29. juni 2012síða 80
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
28
Ferðast heima
Vikutema
Klaksvík kókaði av
ferðafólkum
– Vit hava nógv at læra eftir stórfingnu
vitjanina av Jewel of the Seas. Nú verður
arbeitt við at betra tilboðini til næsta
skipið kemur, sigur Maiken Steinberg,
leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Talan
var um eitt av størstu skipum, sum
hevur lagt at eini føroyskari havn.
Í sambandi við hesa vitjanina týsdagin
samskipaði Norðoya Kunningarstova
eitt sølutorg á Biskupstø. Haraftrat
seldi Kunningarstovan upplivingar og
útferðir til ferðafólkini.
Hesin minniligi týsdagurin byrjaði
longu kl. 8, tá fyrstu bussarnir við
ferðafólkum steðgaðu uttan fyri
Kunningarstovuna. Tey høvdu gjørt
avtalur við bussar og taxabilar um
ymiskar útferðir og eisini varð skipað
fyri gongutúrum og siglitúri.
– Men tað vísti seg tó, at longu kl.
9 vóru allir túrarnir útseldir, greiðir
Maiken frá í samrøðu við Norðlýsið. –
Vit hjálptu so ferðafólkunum at finna
runt í býnum og vísa teimum á støð,
sum vóru verd at vitja.
– Vit høvdu tilsamans 3000 av
greiðslur týsdagin, og millum best
umtóktu upplivingarnar var biltúrur
niðan á Háls. Her tóku taxabilar
fastan prís og so kundu ferðafólkini
deilast um bilin. So gingu tey vestur
um ella niðan á sjálvan Klakkin. Eisini
valdu nógv at fara ein biltúr norður til
Viðareiðis.
Sera nógv fólk vitjaðu í Christians
kirkjuni, og annars gingu fólk túr um
allan býin, soleiðis at Klaksvík nær
um kókaði av fólki henda góðveðurs
dagin.
Útbyggjast
Eitt annað tiltak henda dagin var tað
serstaka sølutorgið á Biskopstø.
– Torvdagurin eydnast eisini væl,
og er eitt av teimum tiltøkum sum vit
hava arbeitt við í eina tíð. Ikki einans
útlendingar vitjaðu á torginum, men
eisini føroyingar, danir og onnur ferða
fólk sum vóru í býnum, sigur ein fegin
leiðari á Kunningarstovuni.
Tey sum seldu og sýndu fram
lærdu nógv og tey ætla at útbyggja
hetta tiltak við øðrum enn bara sølu
støðum til næstu ferð.
– Vit hava havt eitt sera gott
samskifti við umboð fyri ferðamanna
skipið í fleiri vikur undan vitjanini, og
varð skipað soleiðis fyri, at dansarar
frá Klaksvíkar Dansifelag vitjaðu um
borð og sýndu fram føroyskan dans.
– Hetta tiltakið vóru tey sera fegin
um og dansarar mundu ikki sloppið
av aftur skipinum fyri fólki sum vildu
avmyndast saman við teimum í før
oyskum búna, sigur Maiken Stein
berg.
Tað er vorðið rættiliga populert at
leiga hús her á Sandoynni, sigur
Fríðtór Debes.
Ein rættiliga stórur partur av
arbeiði hansara á Sandoyar Kunn
ingarstovu er at vísa fólki á møgu
leikarnar fyri hesum.
Tey hava í sínum lagi gjørt eitt
stórt arbeiði at eftirlíka øllum hesum
ynskjunum frá fólki sum eru vorðin
kunnug við henda møguleikan.
Kunningarstovan hevur sostatt
nógv hús í allari sýsluni at bjóða
fram – bæði í størru bygdunum, og í
Skúvoy og Skarvanesi (myndin).
– Jú, hetta vindur meiri og meiri
uppá seg, sigur Fríðtór, sum hevur
starvast á Sandoyar Kunningarstovu
í hálvsætta ár.
Nógv leiga hús í Sandoynni
Mett verður at eini 3000 avgreiðslur vóru í Biskopstø-torginum týsdagin, tá
stóra ferðamannaskipið Jewel of the Seas vitjaði í Klaksvík
Mynd: Maiken Steinberg
Jewel of the Seas legði at í Ánunum, og higani vórðu
ferðafólkini flutt við bussum til Klaksvíkar
Reinur og fríður
Tað er sjálvandi altíð hugaligt at práta við gestirnar, og fáa teirra meting av støðuni og umstøðunum.
– Ferðafólkini tosaðu nógv um, hvussu stórsligin náttúran var og hvussu reinur býurin er. Nógv tosaðu
eisini um hvussu rein og frísk luftin var, og ikki minst hvussu blíð og fyrikomandi fólk vóru sum tey møttu
á gøtuni.
– Ferðafólk við cruise-skipum eru ikki kend fyri at keypa nógv tá tey vitja, men tey leita eftir føroyskum
og lokalum lutum sum tey kunnu eiga sum eitt minni. Harafturat keypa tey upplivingar og annað tílíkt.
– Samanumtikið haldið eg at vit øll hava fingið nakað at hugsað um og fyri okkara viðkomandi fara vit
at byggja víðari uppá tær royndir sum vit hava gjørt okkum, sigur altso leiðarin á Norðoya Kunningarstovu,
Maiken Steinberg.