Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 82
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 82

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 30 Ferðast heima Vikutema Menna, kunna og samskipa Petur Martin Petersen, leiðari á Fuglafjarðar Kunningarstovu avmyndaður frammanfyri Bókasavnið í býnum, har Kunningarstovan er partur av Ein av kunningarstovunum í oyggjunum sum hevur havt alt meiri og meiri at gera, er tann í Fuglafirði. Undir kønari leiðslu av Peturi Martin Petersen, sum er royndur og góður í ráðum, verður alt gjørt fyri at tann vitjandi føroyingurin, eins og væl og útlendingurin, skulu føla seg væl. Her verða møguleikar innan ferðavinnuna mentir; her verður kunnað um teir, og haraftrat verða útferðir og tiltøk samskipað hiðani. Í bygdini sjálvari finnast fleiri mentanarligir og søguligir dýrgripir, sum Kunningarstovan hevur um hendi, og sum leiðarin kann sýna fólki og greiða neyvari frá. Gjáargarður – langt burturi, men tó so nær Sært tú burtur frá koyrilíkindunum um Gjáarskarð um veturin, so er stuttur farvegur til Gjáar. Men ein steðgur á Gjáargarði er kortini langt burtur frá gerandisdegnum – tá familjan skal hava nakrar dagar fyri seg sjálva; tá fyritøkan skal fundast; tá bólkurin skal sjóðast saman, ella tá veitslan skal haldast. Tey siga tað sjálvi, at Gjáargarður er ikki bert eitt tað vakrasta gistingarhúsið, men liggur eisini í sjáldsama náttúruvøkrum umhvørvi. Og so eru starvsfólkini altíð til reiðar at veita tænastu og allar hentleikar til flest øll endamál. Her finnast 23 dupultkømur við bað, 2 uttan bað og koyggjur í Roykstovuni, umframt tvey skeiðshøli og eitt størri veitslu- og fundarhøli. Gamla Pakkhúsið í Bø frá 1861, og sum var fyrsti handilin í vestara parti av Vágum eftir at kongaligi eina­hand­ il­in var avtikin í 1865, er nú ikki til at kenna aftur. Í Pakkhúsinum í Bø hittist tað gamla og tað nýggja. Her er friðsælt og hugnaligt – ein serstøk nærvera umgyrd av einastandandi umhvørvið. Ætlanin er eisini at gera eitt savn í kjallaranum. Har ein fyrr tókst við fisk, post og handil, eru nú góðir karmar fyri at hava samkomur, skeið og onnur til­tøk, við teimum hentleikum sum nútíðin krevur. Her hava millum annað Margreta drotning og fylgi hennara vitjað, uppliva bygdina og vakra pano­ rama-útsýnið. Umframt tiltøkini inni í húsinum har pláss er fyri 40 gestum, verður eisini matur og tænasta latin út úr húsinum, millum annað í samband við ferðaløg í Tindhólmi, Mykinesi, men annars eftir ynski. Hesum stendur fyriskiparin, Helga Nordendal, sum er útlærdur tænari, fyri. Pakkhúsið í Bø er nógv broytt hesi seinastu 151 árini. Fyrr komu fólk inn her at keypa ella avgreiða onnur ørindi. Í dag er hetta staðið, har fólk hittast til veitslur og samkomur í hugnaligum og góðum umstøðum. Friður og hugni í Bø At nógv umrøddi Sandoyartunnilin ikki er komin enn, kann hava sínar fyrimunir, hóast alt. Tó at ein bert hevur sjóvegis ferða­samband í Sandoynna, so tyk­ ist tað ikki, sum hetta heldur fólki aftur í at fara um Skopunarfjørð við Teistanum. Ein sær tað heldur hinvegin í talinum av ferðandi og bilum. Fyrr var tað oftast so, at Teistin kundi vera meiri enn fullsettur um vikuskiftini, men tað kemur nú meiri enn so fyri, at bilar standa eftir mitt í viku. Sum skilst er tað líkasum vorðið forkunnugt – og hjá onkrum eksotiskt – at sigla millum oyggjarnar við Strandferðsluni, nú so nógvar av oyggjum okkara eru samanbundnar við einum tunli, brúgv ella byrging. Hinvegin er ikki óhugsandi, at upp­aftur fleiri ferðafólk høvdu vitj­ að her, um koyrandi var undir Skop­ unar­fjørð. Eksotiskt at sigla um Skopunarfjørð