fríggjadagur 29. juni 2012síða 84
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
32
Ferðast heima
Vikutema
*All Inclusive
• Gisting 3 nætur
• Allar máltíðir
• Hitapottur
• Frítíðarútgerð
•Hugnapakki um
kvøldið við góðgæti,
kips, sodavatn, frukt
og ein góður filmur
DEPILIN Í SKÁLAVÍK
BJÓÐAR ALL INCLUSIVE
FERÐAST Í EGNUM LANDI - UPPLIV SANDOYNNA Í SUMMARSKRÚ
Gist í familjukamari
upp til 5 persónar
mándag til hósdag kr 3.900,-
ella
hósdag til sunnudag kr 4.900,-
All Inclusive*
DEPILIN Í SKÁLAVÍK
WWW.DEPIL.FO
TEL 530 530
Árliga summarframsýningin í Norð
urlandahúsinum er opin og verður
opin fram til 26. august. Í ár bber
heitið "Laterna Magica" og tey, ið
sýna fram, eru Edward Fuglø, Sigrun
Gunnarsdóttir og Astri Luihn.
Framsýningin kann síggjast í
Norðurlandahúsinum í alt summar, og
síðan fer hon til Vejle Kunstmuseum
í Danmark, har hon hongur uppi til
november. Í 2013 er hon boðin til
Osaka og Nagoya í Japan, til Trónd
heim í Noregi, og hon endar sína ferð
um heystið í Listasafni Kópavogur í
Íslandi.
Ókeypis konsertir
Komandi mánadagarnar verða ókeypis
konsertir í húsinum. Mánakvøldið
spælir Guðrið Hansdóttir, sum er
búsitandi í Íslandi og hevur verið
nógv á ferð við tónleikinum. 11. juli
spælir kamartrio við Monika Stauss
Joensen (violin), Ken Jones (trumpet),
Birgitte Schnakenburg (klaver). 18.
juli spæla Svafa Þórhallsdóttir (sang),
Hrönn (klaver) og Angelika Nielsen
(violin). Og mánadagin 25. juni er tað
fólkatónleikur úr Eysturríki, Goa, Japan
og Føroyum.
Aðrar konsertir
Tað verða eisini aðrar tónleikafram
førslur í Norðurlandahúsinum komandi
vikurnar. Mikukvøldið spæla solistar
úr Sibeliusakademiina í Finnlandi. Duo
Desimi spæla millum annað verk eftir
Sibelius og Rautavaara á violin og
klaver. Leygarkvøldið 7. juli hevur Uni
Debess útgávukonsert. Hann gav fyri
nøkrum mánaðum síðani út fløguna
Life Is A Picture, og nú hevur hann
konsert í sambandi við útgávuna.
Serligir gestir verða Sámal Ravnsfjall
og Niels Galán.
Filmur
Týskvøldið 31. juli verður filmsinstalla
sjónin eftir Hildigunn Eyðfinnsdóttir
og Katrina Ottarsdóttir sýnd. Verkið
kallast Lejlighedsminder, sum er ein
filminstallasjón uppbygd sum ein
íbúðarpallmynd, har 5 stuttir filmar
koyra í ring í hvør sínum rúmi. Hvør
filmur vísir eina unga kvinnu, sum
verður órógvað í sínum gerandisdegi
av óunniligum barnaminnum, sum
troðka seg inn á hana og yvirtaka
sinnið hennara. Filmarnir eru hvør
sær 6 til 8 minuttir til longdar. Talan í
filmunum er á donskum.
Konsertir, filmur og list
Norðurlandahúsið bjóðar í summar fjølbroytt tiltøk – eitt nú
summarframsýning, filmsinstallasjón og útgávukonsert