fríggjadagur 29. juni 2012síða 86
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
34
Ferðast heima
Vikutema
Vilmund Jacobsen
Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu, Heðin Mortensen, sum
setir festivalin um middagsleitið
hendan dagin. Síðan verður nógv ym
iskt á skránni fram til klokkan 18, tá
festivalurin er liðugur. Barnafestival
urin varar tí bert henda eina seinna
partin.
Salua Manai sigur, at hetta er
fimmta árið, at skipað verður fyri hes
um vælumtókta tiltaki.
– Í byrjanini varð barnafestivalurin
bara hildin í Grasagarði, men seinnu
árini hevur kommunuskúlagarðurin
eisini verið karmur um tiltakið, og
tað verður hann eisini í ár. Soleiðis
verður barnafestivalurin hildin bæði í
Grasagarði og í kommunuskúlagarð
inum nú á triðja sinni, sigur hon.
Barnafestivalurin er ein verkætlan,
sum Margarinfabrikkin saman við
børnum og ungum stendur aftanfyri.
– Tey yngstu, sum koma í Marga
rinfabrikkina, eru næmingar í 3. flokki,
og síðan eru tey elstu upp til 18 ár.
Salua Manai sigur, at á barnafesti
valinum undanfarin ár hava nógv børn
verið, men vanligt er eisini at síggja
fleiri ung, eins og foreldur, systin,
ommur og abbar plaga at vera við.
– Skráin er soleiðis, at flestu tiltøk
eru ætlað børnum, men síðan eru
eisini nøkur tiltøk, sum ung saktans
kunnu luttaka í.
Line er við
Leiðarin av Margarinfabrikkini leggur
aftrat, at tey eisini plaga at hav út
lendskan gest við á festivalinum, og í
ár verður Line úr X-Factor við.
– Eitt annað forvitnisligt, sum eg
vænti, at fleiri vilja síggja og hoyra, er
Óvita Blues Band, sum er ein bólkur
við trimum blaðungum dreingjum úr
Runavíkarøkinum. Eg havi skilt, at
børnini eru ógvuliga spent eftir at
hoyra teir syngja og spæla.
Salua Manai heldur tað vera
ógvuliga heppið, at børn og ung soleið
is kunnu fáa ein pall at framføra á.
– Í Margarinfabrikkini hava vit
eisini dansiundirvísing, og her verða
tað tey ungu, sum koma at framføra
á festivalinum, leggur hon aftrat.
Einki stress
Tey árini, tá barnafestivalurin bara var
í Grasagarði, var útselt til tiltakið, men
síðan kommunuskúlagarðurin gjørdist
partur av konseptinum, hevur pláss
verið fyri nógv fleiri børnum og ungum
til ymisku tiltøkini.
Barnafestivalurin er ein hugnaligur
og stress-leysur dagur. Her er einki jag.
Salua sigur, at atgongumerkið til
barnafestivalin kostar 100 krónur, og
tá kunnu tey, sum eru við, luttaka í
øllum tiltøkum uttan at gjalda nakað
eyka.
– Tey, sum ikki náa at keypa at
gongumerki
í
Margarinfabrikkini
frammanundan, kunnu keypa at
gongumerkið við dyrnar, leggur hon
aftrat.
Salua Manai sigur, at tað er nógv,
sum skal fáast upp á pláss hesar
seinastu dagarnar undan festivalinum
og hesar seinastu dagarnar, nú festi
valurin stundar til, eru fleiri vaksin
og børn saman um at fáa alt at
sampakka, so alt er klárt, tá dagurin
kemur.
Fakta um skránna
12.00 Heðin Mortensen setir
BF (Akrobatik Show/
Havnar Fimleikafelag)
13.00 Trølla Pætur
13.45 Talent Børn (Jónas og
Hilda)
14.00 Rógvi og Vinurin
14.45 Talent Børn (Ingi og
Sadie)
15.00 Óvita Blues Band
15.45 Talent Børn (Jónas,
Bárður og Sámal Pauli)
Trick
Team dansibólkurin
(Margarinfabrikkin)
16.00 Ævintýraferðin
16.45 Talent Børn (Hanna og
Eva)
17.00 Ari og Bogi
17.30 Line
Hugni og einki stress
á barnafestivali í Havn
Leygardagin hin 7. juli skipar Margarinfabrikkin í Havn saman við børnum og
ungum fyri barnafestivali, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár
Hetta er fimta árið á rað, at Margarin
fabrikkin saman við børnum og ungum
skipar fyri barnafestivali í Havn