fríggjadagur 29. juni 2012síða 90
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
38
Ferðast heima
Vikutema
Randi Jacobsen
Hetta er árstíðin, tá ið nógv fólk fara
í feriu, men í ferðavinnuni er mest at
gera um summarið.
Á Kunningarstovuni í Havn arbeiða
nú í summar sjey fólk, og tey hava so
nógv um oyruni, at tey ofta arbeiða til
langt út á kvøldið.
– Her er so nógv at gera, at arbeiðið
hevði verið til tvey fólk aftrat, men
rúm er ikki fyri teimum, sigur Theresa
Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á
Kunningarstovuni.
Hon fegnast um, at tey hava so
nógvar vitjanir, tí tað er jú endamálið
við Kunningarstovuni at kunna, kunna
og aftur kunna um eitt og annað.
Føroyingar koma inn til dømis
at keypa atgongumerki ella at leita
eftir onkrari gávu, men tey útlendsku
vitjandi hava øll hugsandi ørindi á
Kunningarstovuni. Føroyingar spyrja
eisini um, nær sólin fer upp, og nær
hon fer niður, og nær tiltøk eru.
Ymiskir spurningar
– Fríggjadagin í seinastu viku var long
bíðirøð her fyri at keypa atgongumerki
og armbond til stóra tónleikartiltakið
Voxbotn, og her vóru samstundis 30
norskir skótar, sum skuldu ganga til
Kirkjubøar. Gestirnir koma inn at spyrja
um túrar, útferðarmál og annars um
Havnina sum heild.
– Vit standa mangan her við korti
og peika fyri at vísa teimum, hvar her
og hatta staðið er.
Tey standa við kunningardiskin
við farstøðina, og hvørja ferð ferða
mannaskip kemur inn, fer onkur teirra
umborð at kunna um býin, støð í
landinum, søvn, handlar og annað.
Tey hava eisini kunnað á túrunum hjá
Norrønu, og tað hevur riggað sera
væl.
– Tað er sera týdningarmikið, at vit
eisini brúka tíð uppá at kunna um tað
handilsliga, tí tey vitjandi vilja gjarna
keypa okkurt í býnum, sigur Theresa
Turidardóttir Kreutzmann.
Ein avbjóðing
Hon heldur tað vera eina avbjóðing,
tá ið fremmandu fólkini koma og
spyrja um slíkt, tey ikki kunnu svara
upp á beinanvegin. Tí hendir tað meira
enn so, at tey mugu ringja til eitt nú
Jens-Kjeld Jensen, tá ið tey spyrja um
fuglar.
– Tað er ein ómetaliga stórur tørvur
á kunning, og tað er í fínasta lagi, at
bæði føroyingar og útlendingar venda
sær higar við spurningum. Tað er tað,
vit hava Kunningarstovuna til.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann
rósar starvsfólkunum fyri dirvi og
ágrýtni, og hon er somuleiðis fegin
um tað góða samstarvið millum Kunn
ingarstovuna og Tórshavnar komm
unu. Tørvar Kunningarstovuni okkurt,
er altíð leyst og liðugt.
Stóra trýstið á Kunningarstovuna
er líka frá apríl til út í september. Men
eftir tað er framvegis nógv at gera,
tí tá eru konsertir og onnur tiltøk at
selja atgongumerki til, á jólum er jól í
miðbýnum og so víðari.
Fyri at starvsfólkini skulu fáa eitt
petti av summarinum, royna tey at
leggja so til rættis, at øll fáa frí eina
viku hvør um summarið, men annars
má ferian bíða til út á heystið.
– Mær dámar so væl ferðavinnuna,
og tí havi eg einki ímóti at arbeiða um
summarið, sigur Theresa Turidardóttir
Kreutzmann.
Hon tekur tað sum prógv um gott
arbeiði, tá ið vitjandi takka fyri góða
tænastu.
– Tað er stuttligt.
Liggja fløt í luftini
Tað er veruliga stuttligt, at so nógv fólk koma inn á Kunningarstovuna í Havn at spyrja
um alt millum himmal og jørð. – Vit gera okkara besta at hjálpa teimum, og vit møta
fleiri væl nøgdum ferðafólkum, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari
Tann, ið hevur hug í teirri óspoleraðu
og dramatisku náttúruni omanfyri
Vestmanna, eigur at hyggja nærri eftir
tilboðunum hjá “Fisking & Frítíð”.
Í hesi upplivingini ber væl til at
fiska síl í friðarligum umstøðum á
Lómundaroyri, meðan tú leigar ein
kampingvogn, sum stendur á kamp
ingplássinum við einum sera góðum
og vøkrum útsýni.
Hevur ein ístaðin – ella í sama við
fangi – hug at gera ein longri gongu
túr, so ber tað eisini til.
Fyri eina familju, sum vil uppliva
nakað saman, uppliva ta føroysku
náttúruna saman og koma aftur við
góðum fongi, so er hetta forvitnisliga
kampingplássið eitt vælvalt stað.
Á heimasíðu teirra – fiskogfritid.
com – fæst alt at vita um hetta
spennandi tilboðið.
Vágar verdar at vitja
Útferðarmøguleikarnir í Vágum eru
nógvir, fleiri søgn eru at vitja, og
oyggin bjóðar fram øll sløg av gisting
Felagskommunan í Vágum rekur Vága Kunningarstovu, har tvey fólk
starvast um summarið.
Anne Sophie Nordendal er leiðari.
Hon heldur, at oyggin hevur nógv at bjóða ferðandi, føroyskum sum
útlendskum.
- Tá ið veðrið er keðiligt, hava tey flestu hug at vitja søvnini i oynni,
Kálvalíð, Krígssavnið og bygdarsavnið í Sørvági.
Vágar eru góðar at ganga á, og nógvir møguleikar eru fyri gongutúrum,
eitt nú til Gásadals, til Fjallavatn og hini vøtnini, har fólk kunnu fiska, um
tey hava hug til tað. Tindhólmur verður eisini væl vitjaður.
Ein vøkur sjón
Eitt kvøld í seinastu viku var hon við 44 føroyingum við Urðargjónna, har
miðvingar sleppa seyð niður.
- Tað var ein ómetaliga vakur túrur, og vit sóu sólina seta. Túrurin tók
hálvan áttanda tíma aftur og fram, sigur Anne Sophie Nordendal.
Hon sigur, at flestu útlendingarnir, sum vitja, eru danir, men tað koma
eisini fólk úr fleiri øðrum londum.
- Nú ein dagin høvdu vit vitjan av einum pari úr Kalifornia. Tey høvdu
valt at fra brúdleypsferð til Føroya og vóru her í fjúrtan dagar.
Nógv fara til Mykinesar
Men plássið, sum fær tær nógv mestu vitjanirnar, er Mykines. Flestu
útlendingar, sum koma til Føroya, vilja til Mykinesar, men tað eru eisini
nógv føroysk arbeiðspláss, sum gera útferð til Mykinesar. Fyri summi
leggur kunningarstovan ferðina til rættis, men nógv finna sjálv útav at
bíleggja sær ferðaleiðara, bíleggja mat og biðja bátin Brynhild føra fólkini
aftur og fram.
Anne Sophie Nordendal sigur, at tað hevði verið betri, um starvsfólkini
á kunningarstovuni vóru fleiri, og hennara ynski er, at kommunurnar fáa
eyguni upp fyri møguleikunum í ferðavinnuni.
Besti túrurin til ta virknu familjuna
Um ein ikki beinleiðis veit av tí framm
anundan, so munnu tey fægstu vita,
at ein í Hósvík kann fáa rættiliga
nógva útgerð til kamping.
Á Garðsendavegi 23 heldur LB
Service til, og her bjóðar Lars Bisgaard
fram eitt stórt úrval av tænastum til
tann kamping-hugaða.
Her fært tú alt frá útgerð og for
tjøldum til kampingferðina, eins og
Lars eisini er hentur á ráðum, tá tað
snýr seg um kampingferðing heima og
uttanlands.
Til ber ikki at greiða frá øllum í
hesi stuttu grein. Men á heimasíðuni
hjá Lars Bisgaard – www.lbcamping.
com – fæst meiri at vita.
Kunning um kamping – og keyp
Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni.