Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 92
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 92

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 40 vikutíðindi Vilmund Jacobsen Westward Ho er smíðað í Grimsby í 1884 av Leaver & Co. Bruttotonagan er 92,52 tons. Sluppin varð keypt til Føroya í 1895, og fram til 1940 var hon til fiskiskap undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Rockall og við Bjarnoynna. Í seinna helmingi av 1920-unum fekk skipið motor, og sum fleiri aðrar føroyskar sluppir fekk hon eisini stýrhús og bátadekk. Øll árini undir seinna heimsbardaga sigldi Westward Ho vandasjógv millum Ísland, Føroyar og Aberdeen við fiski. Eftir kríggið varð hon riggað til við línu um várið og til sildafiskiskap seinni um árið. Seinasti túrur, sum Westward Ho rættiliga var fiskiskap, var í 1964. Tá fekk hon motorskaða og varð løgd. Eingin hugur var at seta nýggjan motor í gamla skipið, og eisini var trupult at finna manning, tí so nógv nýggj fiskifør vóru komin til landið. Ein grunnur keypti Westward Ho í 1966 frá táverandi eigaranum á Tvøroyri. Omandeks hevur Westward Ho seinnu árini havt upprunaligu útsjóndina. Niðri undir hava lugar og kahytt verið óbroytt, meðan salong og maskinrúm eru gjørd í nýggjari tíð. Í dag er tað Tórshavnar kommuna, sum varðar av Westward Ho, og ein reglugerð er gjørd fyri, hvussu dagliga umsitingin av sluppini skal vera. Tað er nevndin fyri Westward Ho, ið stendur aftanfyri sluppina, og í hesi nevnd sita borgarstjórin, kommunustjórin og havnarmeistarin. Tað er nevndin, sum setir fólk til at hava um hendi dagligu umsitingina, og hetta verður gjørt saman við einum áhugabólki. Alt arbeiðið rundan um sluppina er sjálvboðið og ólønt. Ábyrgdin hjá teimum, sum eru sett at hava um hendi dagligu umsitingina, er eitt nú at gera siglingarskrá og manningarlista, soleiðis at skipið hevur nøktandi manning sambært mann­ingarreglum, og at flest møgu­ ligir limir hava møguleika at luttaka aktivt. Kelda til hesar reglur um Westward Ho er heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. Stutt um Westward Ho Seinasti túrur, sum Westward Ho rættiliga var fiskiskap, var í 1964. Tá fekk hon motorskaða og varð løgd. Nú er tað Tórshavnar kommuna, sum varðar av skipinum Tað er nevndin fyri Westward Ho, ið stendur aftanfyri sluppina, og í hesi nevnd sita borgarstjórin, kommunustjórin og havnarmeistarin FAKTA Navn: Westward Ho Smíðiár: 1884 Eigari: Tórshavnar kommuna Chevrolet lastbilur hjá Jón Hansen Maðurin á myndini er Dánjal Jóhan Jespersen, 1911-1995, úr Hvalba. Sum ungur fór hann við deyðsiglara og var sjómaður, til hann fór til Havnar í 1939 at koyra lastbil hjá Jón Hansen, Jón hjá Gynnu, sum var giftur við systur hansara, Signhild. Myndin er tikin í túninum við húsini hjá teimum í Tvørgøtu. Dánjal Jóhan, sum er í vanligu munderingini - ljósari ketildrakt og føroyskari húgvu - tappar bensin í eina spann at lata á tangan. Bensintunnan stendur í garaguni. Dánjal Jóhan koyrdi fyri Jón til 1955, tá fór hann at koyra nýggja lastbilin hjá Havnar Timburhandli. Dánjal hevði eina aðra systur í Havn, Sannu. Hon var gift við Heina hjá Carl F. og varð tí ofta bara nevnd Sanna hjá Heina. Bilurin á myndini er tann sami. Nú stendur hann í túninum hjá Sannu og Heina. Tað sæst av tí, at seglvirkið hjá Niels Nielsen, seglmakara, hómast aftanfyri. Sanna og Heini búðu hinumegin vegin. Verður hugt at lyktunum á bilinum sæst, at tær hava ”eygnalok”. Hetta man vera fyri myrkalegging, so henda myndin er helst tikin undir krígnum ella beint eftir kríggið. Hin myndin er helst yngri. Mandaeigari: Pól Jespersen