Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 94
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 94

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vælkomin á Fjarðastevnu Tað verður borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, sum fer at halda røðu fríggjakvøldið klokkan 19, tá Fjarðastevnan í Vestmanna verður sett. Við hátíðarløtuna fer Vestmanna Kirkjukór eisini at syngja nakrar sangir Vilmund Jacobsen Borgarstjórin plagar so rámandi at taka til, at veðrið spillir onga stevnu í Vestmanna. – Øðrvísi umstøður skapa øðrvísi av­bjóðingar, og eg minnist onga vána­ liga stevnu í Vestmanna, hóast veður­ líkindini hava verið ymisk – frá sólskini til grov og frek heglingsæl. Karl A. Olsen sigur seg sjálvandi vóna, at líkindini fara at laga seg sum best – við sól og bláum himli. – Ein týðandi orsøk til, at allar stevnur í Vestmanna eru góðar, er, at vit hava góðar umstøður og eldsálir, sum skipa fyri. Lat okkum vera takk­ som fyri tað og vóna, at gott fólk verður sett við so hvørt, sum onkrar hendur sleppa. Karl A. Olsen plagar so rámandi at endurgeva fyrsta ørindi úr Vest­ manna­kvøðuni hjá Martini Joensen: Komu tey ein kaldan heystardag av havinum og nomu hendan stað. Tey funnu trygga havn, og góvu tær títt navn, favnur tín var opin – Vestmanna. Í yrkingini ímyndar Martin Joensen sær, hvussu fyrstu vestmenningarnir upp­livdu løtuna, tá teir komu til sítt nýggja heim. – Vælkomin til Vestmanna á Fjarða­stevnu, eru orðini hjá borgar­ stjór­anum, Karl A. Olsen. Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, bjóðar øllum vælkomnum til Fjarðastevnu í Vestmanna Fjarðastevna Vikutema Fjarðastevna í Vestmanna 2012