Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 96
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 96

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 44 Vikutema Fjarðastevna Vilmund Jacobsen Tórhild Nielsen, sum bæði er tann­ klinikassistentur og útbúgvin fót­tera­ peutur, eigur og rekur damuhandilin Freya í Vestmanna. Hjá henni arbeiðir eisini Rúna Durhuus. – Í oktober verða fýra ár, síðan eg byrjaði at handla við damuklæðum í Vestmanna. Tá byraði eg úti á Bakka, har sum La Careta var. Byrjanin var góð, og eg seldi rættiliga væl. Men, so kom kreppan á heysti í 2008. Onkur helt, at eg tordi væl at byrja í slíkum tíðum. Men eg helt, at eg kundi eins væl byrja tá sum seinni. Sum tíðin gekk, byrjaði eg kortini veruliga at merkja, at tað var kreppa. Tórhild Nielsen, sum er gift Siggerti Nielsen, sum bæði eru úr Vestmanna, ásannar, at hon onkuntíð angraði, at hon var farin í holt við handil. – Sjálv haldi eg, at eg havi verið treisk við ikki at gevast á hendur, legg­ur hon aftrat. Val av klæðum Tórhild Nielsen vísir á, at tá tú selur mótaklæði, rakar tú viðhvørt seymin á høvdið við tínum innkeypi, og viðhvørt rakar tú ikki, sum hon tekur til. – Tað er ikki altíð, tú skilir so væl, hví summi klæði selja – og onnur ikki. At keypa inn, er soleiðis eitt val. Hon sigur, at tá hon er uttanlands á sølustevnum, noyðist hon at hugsa um, hvat selur í Føroyum. – Tað nyttar einki at keypa alt tað, sum tey, ið selja á hesum messum, vilja ”pranga” upp á teg, sum hon tek­ ur til. Tað er altíð okkurt, sum gongur væl – ja, sum rýkur avstað og er næstan burtur, áðrenn tað kemur inn í handilin, meðan okkurt annað ikki selur. Soleiðis er tað bara, tá tú hevur klædnahandil, leggur hon aftrat. Rakar breitt Tórhild Nielsen heldur, at tá tú hevur klædnahandil á bygd, noyðist tú eisini at raka breitt, og tí selur hon eisini klæðir til at kalla allar aldursbólkar. – Tað nyttar einki at hava klæðir til ein ávísan aldursbólk, tí til tess er marknaðurin ov lítil. Eg selji tí klæðir til gentur, kvinnur og damur, sum eru komnar langt upp í árini. Tað er næstan hvønn dag, at fólk koma á gátt, sum koma úr øðrum bygdum, og tað fegnast hon um. Tórhild hevur fingist við tenn, føtur og klæði – Tá tú hevur klædnahandil á bygd, noyðist tú at raka breitt, og tí selji eg klæðir til at kalla allar aldursbólkar. Marknaðurin er ov lítil til bara at selja til ein ávísan aldursbólk, sigur Tórhild Nielsen í Vestmanna Tað er Tórhild Nielsen, sum eigur klædnahandilin Freya í Vestmanna, sum selur klæðir til kvinnur – heilt frá gentum til tær elstu. Unga kvinnan á myndini er Rúna Durhuus Mynd: Birgir W. Høgnesen Vilmund Jacobsen Møguleikarnir við Sjóferðum hjá Skúva­dal eru nógvir, men best um­ tóktur er túrurin undir Vest­manna­ bjørgini. – Onga aðrastaðni kanst tú á sama hátt uppliva djúpar holur, smøl sund og drangar við einum fjølbroyttum fuglalívi - og so tað steyrrætta bergið, sum fer næstan 700 metrar beint uppí loft, alt á einum staði. Stórfingin náttúra Á heimasíðuni www.skuvadal.fo kann lesast um teir møguleikar, sum eru, og her verður víst á, at til ber at fara útferðir við bátunum, sum um summarið - og tá tað viðrar - sigla fleiri túrar hvønn dag. – Vit sigla fram við kópalátrum og bygdini Slættanes, har eingin hevur búð síðani miðskeiðis í 1960-unum, men har fleiri hús kortini standa enn. Lagt verður aftrat, at í Seyð­ skora­gjógv verður lagt stilt eina løtu, meðan hugt verður at teirri stórfingnu náttúru, ið her er. – Túrurin er sera væl egnaður til familjur, arbeiðspláss ella til tey, sum hava útlendskar gestir og fegin vilja vísa Føroyar fram, tá tær eru vakrast. Best at bíleggja Á heimasíðuni verður dentur lagdur á, at best er at bíleggja pláss framm­ anundan. – Tú kanst velja rætta dagin í kalendaranum høgru megin, og tá koma eisini fram aðrir upplýsingar um eitt nú prísir og fráferðartíðir, sigur Skúvadal. Kapp­ róður leygar­ dagin Á Fjarðastevnu, sum í ár verður í Vestmanna, verður FM-kapp­ róður leygardagin klokkan 15. Eftir róðurin - ella millum klokk­an 17.30-18.30 – verður steypa-og medaljuhandan undir virk­inum Atlantis til nummar 1, 2 og 3. Leygarkvøldið verður eis­ini steypastevnudystur í Ítróttar­ høllini í Vestmanna millum bestu mansliðini hjá VÍF og KÍF. Stutt fyri midnátt leygar­ kvøldið verður sangur og mid­ náttarrøða á torginum, og her verður tað Bárður Nielsen, løg­ tingsmaður, sum fer at flyta fram røðu. Øll skráin fyri Fjarðastevnuna er í Vikublaðnum í dag. Við Skúvadal undir Vestmannabjørgini Sjóferðir bjóða fram eina røð av spennandi útferðum við báti. Til ber at leiga bátarnar til Mykinesar, Koltur, Skúvoy, Svínoy - ella til okkurt annað stað í Føroyum FAKTA Froyur kann taka 48 ferðafólk, sum øll kunnu velja ímillum at sita væl inni – ella úti. Báturin er vælegnaður til teir longri túrarnar. Barbara er ein AquaStar, góðkendur til 28 ferðafólk – og Urðadrangur er ein føroyskur bátur, smíðaður av Hjalmari Hátún í 1977 og hevur siglt túrin undir Vestmannabjørgini øll árini síðan Bátarnir hjá Skúvadal eru Froyur (mynd), Barbara og Urðardrangur