Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 98
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 98

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 46 Vikutema Fjarðastevna Vilmund Jacobsen Dámar tær náttúru, avbjóðingar av ym­iskum slagi við síðing ella veiði, vatnupplivingar, fjallakoyring ella bara gongutúrar, er onkur av fleiri møguleikum, sum 7adventures hevur í sínum útboði, avgjørt nakað fyri teg. Tað eru brøðurnir, Agnar og Johnny Joensen, sum eiga og reka 7Adventures. Men hví endiliga 7 (seven) Ad­ ventures, spurdu vit Agnar Joensen? – Jú, eg havi altíð trúð upp á 7-talið, og í eitt nú hondbólti hevði eg altíð nummar 7. Eg haldi, at eydna er við 7-talinum, sigur hann. So er hetta komið uppá pláss. Byrjaði í 2007 7Adventures byrjaði sítt virksemi á heysti í 2007, og lagt varð fyri við ATV-fjallasúkling. Síðan hava brøðurnir bygt upp á virksemið, sum í dag er rættiliga umfatandi, áhugavert og forvitnisligt. – Umframt ymiskt annað, sum vit hava í okkara fjølbroytta konsepti, klatra vit nú eisini í Fossá og síða í Gjógvará, har vit eisini ganga oman gjøgnum gjónna, sum er rættiliga eftirspurt. Agnar Joensen vísir á, at túrurin í Gjógvará ikki minst er áhugaverdur um veturin, tá nógv vatn er í ánni. – Her verður gingið í bølamyrkti við pannulykt, og tá túrurin er av, verður farið í brúsu í skúlanum. Hann sigur, at hesir túrar verða býttir upp í tvey, har túrur 1 er fyri øll – og túrur 2, sum hann verður róptur, bert er fyri tey sum tora. – Tað stuttliga er, at nógvir vest­ menningar hava verið hendan túrin í gjónni – og sjálvt fólk, sum búgva nær upp at Gjógvará, eru ovfarin av, at tey ikki vistu, hvussu hábærsligt hetta umhvørvið er. Agnar Joensen vísir á, at síðingin niður í gjónna er 30 metrar, men tey, sum ikki tora at síða, kunnu í staðin ganga heilt inn í botnin á gjónni og síðan halda fram í fylgi við tey sum síða. – Tað er serliga arbeiðspláss og bólkar annars sum brúka høvi at gera henda túrin, og næst síðsta leygardag vóru ikki færri enn 19, og tá siðu øll niður í gjónna, leggur hann aftrat. Vatnupplivingar Eitt annað, sum eisini hevur vundið nógv upp á seg og er vorðið eftirspurt hjá 7Adventures, er vatnupplivingar, har skjóttgangandi bátur sleipar ymi­skar luftpútur við fólki á aftur úr sær. – Hetta er nakað, sum fólki líkar ógvu­liga væl og ikki minst, nú summar er, er hetta ein stuttlig uppliving. Uppi í konseptinum hjá 7Adven­ tur­es eru eisini gongutúrar norður í Dal, upp á Sneis og út á Rógv-endan, sum tey siga. – Hetta eru alt – á hvør sín hátt – áhugaverdir og náttúruvaktir túrar, sigur Agnar. Tað nýggjasta, sum 7Adventures hevur í sínum útboði, er roykkaving, har fólk sleppa at royna seg at ”bjarga” dukkum og øðrum út úr eini roykfyltari bingju, sum stendur innan fyri Fiskivinnuskúlan. – Her kunnu fólk uppliva, hvussu trupult tað er hjá sløkkiliðsfólki at fara inn í rúm fult av royki, sigur Agnar Joensen. Nýggj luksus smátta á Dølum Tað er ikki 7Adventures, sum hevur bygt og eigur smátt­ una á Dølum, men ferða­ vinnuútbjóðarin fer fyri eigaran at hava marknaðarføringina og virksemi í hesum sambandi um hendi. Agnar Joensen, sum saman við beiggja sínum, Johnny, eigur og rekur 7Adventures, sigur, at teir kundu marknaðarført og brúkt smátt­una í summar, men at teir hava valt at bíða til næsta ár. – Enn eru nakrir snøklar eftir at gera, og vit hava tí valt at bíða, sigur hann. Smáttan á Dølum er ein rættilig luksus smátta við plássi fyri 18 fólkum. – Her er stór terassa, heitur pott­ur og ymiskt annað, sum fólk kunnu njóta, meðan tey eru her. Einki telefonsamband er, har smáttan liggur, men tá tú flytir teg einar 100 metrar burtur, er signal. Eg haldi, at tað bara er ein fyrimunur, at fólk, sum njóta løtuna í smáttuni, líka so væl kunnu lata telefonina liggja. Agnar Joensen sigur, at tað tekur einar tveir tímar at ganga úr Vestmanna og norður á Dal – og úr Saksunardali táttar gongu­túrurin eisini í tveir tím­ ar. – Men, til ber eisini at gera túrin í tyrlu, sum kann lenda beint uttan fyri smáttuna, leggur hann aftrat. Agnar Joensen sigur, at nýggja smáttan í Dølum liggur beint við síðuna av gamla húsinum, sum fjallmenninir eystanfyri framvegis brúka, tá teir eru á fjalli, og hetta húsið hevur sín uppruna í 1926. Vilmund Jacobsen 7Adventures, sum rekur sítt ferða­ vinnuvirksemi úr Vestmanna, hevur gott samstarv við fleiri aktørar – og eisini við útbjóðarar, sum hava líknandi virksemi, sum teir sjálvir hava. – At tað loysir seg at samstarva, vita vit, sum virka innan ferðavinnuvirksemi í Vestmanna, og tað kemur meiri enn so fyri, at vit býta ferðafólkini ímillum okkum. Agnar Joensen heldur, at eitt, sum eisini hevur stóran týdning, er, at tilboðini eru ymisk, forvitnislig og spennandi. – Umráðandi er, at nakað er til øll, leggur hann aftrat. Hann sigur, at fleiri ymiskir út­ bjóð­arar eru í Vestmanna innan ferða­vinnuøkið, og soleiðis ber sakt­ ans til, at fólk, sum hava verið ein av túrunum - ella upplivingunum - hjá 7Adventures, halda fram undir Vest­ manna­bjørgini og síðan á onkra mat­ stovu at eta. Glottar eru Agnar Joensen vísir á, at tað altíð loysir seg at samstarva, tá viðurskiftini eru smá. – Okkum nýtist ikki tey nógvu ferðafólkini fyri at tað skal loysa seg, men tað skal nógv marknaðarføring til fyri at fáa tey fáu. Hann væntar nógv at nýggja ferða­ vinnustjóranum, sum teir hava verið á fundi við. – Eg haldi, at útlitini eru góð, og vit vænta eitt gott samstarv við almenna partin í føroyskum ferðavinnuhøpi, sigur Agnar Joensen. - Umráðandi er, at tilboðini eru ymisk, og at nakað er til øll, sigur Agnar Joensen 7Adventures við frískum upplivingum Hjá teimum, sum ikki longu vita, hvat 7Adventures í Vestmanna er, er ongantíð ov skjótt at kunna seg um ymisku upplivingarmøguleikarnar, sum útbjóðarin hevur Tað loysir seg at samstarva um ferðavinnu - Tað loysir seg altíð at samstarva, tá viðurskiftini eru smá. Okkum nýtist ikki tey nógvu ferðafólkini fyri, at tað skal loysa seg, men tað skal nógv marknaðarføring til fyri at fáa tey fáu, sigur Agnar Joensen Eitt, sum hevur vundið nógv upp á seg og er vorðið eftirspurt hjá 7Adventures, er vatnupplivingar, har skjóttgangandi bátur sleipar ymiskar pútur við fólki á aftur úr sær Tað er serliga arbeiðspláss og bólkar annars sum brúka høvi at gera túrin niður í Gjógvará, og næst síðsta leygardag vóru ikki færri enn 19 fólk hendan túrin