mánadagur 2. juli 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
4000 fólk vitjaðu
Voxbotn 2012
Leygardagin fór nýggja
tónleikatiltakið, Voxbotn
2012, av bakkastokki.
Fyrireikararnir meta, at
tilsamans 4000 fólk
vitjaðu Vágsbotn henda
konsertdagin, sum
hilnaðist so mikið væl, at
fólk kunnu vænta sær
eitt Voxbotn 2013.
Rannvá G. Fossaberg
Vágsbotnur var karmur um stórt tón
leikatiltak leygadagin, tá nógv fólk var
komið saman at hoyra føroyskar og
útlendskar
tónleikarar
framføra
á
Voxbotn 2012. Hetta er fyrstu ferð skipað
hevur verið fyri einum slíkum tiltakið í
Vágsbotni, og hóast onkrar barnasjúkur
vóru, gekk dagurin væl við nógvum
gestum og fjølbroyttum tónleiki.
– Hugskotið var, at hava ein konsert
dag, sum er ætlaður fólki millum 16 og 50
ár. Ein dagur, kvøld og nátt, har fólk
kunnu njóta góðan tónleik, sigur Rúni
Djurhuus, sum er ein av fyrireikarunum.
Rættiliga nógv børn vóru eisini í Vágs
botni, hóast konsertdagurin av fyrstan
tíð ikki beinleiðis var ætlaður børnum.
– Eftir áheitan frá nógvum foreldrum
valdu vit at hava eitt barnaland í Tórs
gøtu, soleiðis at børnini eitt nú kundu
spæla í hoppiborgum og koyra el-bilar,
meðan foreldrini lurtaðu eftir tónleiki
num, sigur Rúni Djurhuus. Miðalaldurin
á teimum, sum vitjaðu tiltakið, lá millum
25 og 30 ár, meta fyrireikararnir.
Medina sang í hálvan tíma
Høvuðsnavnið henda dagin var kenda,
danska songkvinnan, Medina, sum trein
á pallin klokkan 00.30. Í ein hálvan tíma
framførdi hon øll tey kendu hittini,
og fyrireikararnir eru væl nøgdir við
framførsluna hjá høvuðsnavninum.
– Avtalan var, at Medina skuldi levera
nakað gott, og tað halda vit avgjørt, at
hon gjørdi, sigur Rúni Djurhuus. At
høvuðsnavnið á Voxbotn 2012 bert var á
pallinum í hálvan tíma, var ikki av
tilvild.
– Allir bólkarnir spældu í 30-40 min
uttir. Medina er von við at upptraðka
fyri fleiri túsundtals fólkum, og tá hon
sá Vágsbotn, helt hon sjálv, at 30 min
uttir vóru passaligir, greiðir Rúni Djur
huus frá. Ein stórur partur av teimum,
sum lýddu á Medinu leygarkvøldið, vildi
vera við, at hon ikki sang, men at hon
bert mimaði, meðan ein fløga spældi,
men so var ikki, slær Rúni Djurhuus fast.
– Medina tillagar sínar framførslur
alt eftir, hvussu nógv fólk eru til kon
sertirnar. Í Vágsbotni vóru færri enn
5000 fólk, og tí valdi hon eitt minni
setup, enn tá hon spælir fyri eini størri
áhoyrarafjøld. Ístaðin fyri at hava bólk
afturat sær brúkti hon singback, soleiðis
at tónleikurin var á fløgu, og hon sang
live, sigur Rúni Djurhuus.
Vágsbotnur riggar væl
Fyrireikararnir halda, at umhvørvið
royndist væl til konsertdagin, hóast
onkrar avbjóðingar vóru.
– Størsta avbjóðingin var at skula
syrgja fyri, at trygdin var í lagi. Eitt nú
bóru vit ótta fyri, at fólk, sum møguliga
høvdu fingið ov nógv upp í høvdið,
kundu detta á sjógv, men tíbetur spældi
alt væl av eisini viðvíkjandi trygd, sigur
Rúni Djurhuus. Eftirmeting hevur ikki
verið enn, men sambært fyrireikarunum
fara onkrar broytingar at vera gjørdar,
tá næsta Voxbotn-tiltakið verður.
– Studentatjaldið riggaði væl, men
harði tónleikurin órógvaði møguliga
onkrar av bólkunum, sum framførdu á
stóra pallinum, og tískil fara vit at tosa
um, hvørt studentatjaldið skal standa
Úti Í Bakka ella ikki komandi ár, greiðir
Rúni Djurhuus frá.
Longu nú er tó greitt, at tiltakið
verður aftur komandi ár.
– Eini 4000 fólk vóru til tiltakið, og vit
hava fingið ótrúliga nógvar positivar
viðmerkingar frá fólki, og tískil hava vit
avgjørt, at tað verður eitt Voxbotn 2013.