Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Tá ið amerikanski tung­ málms­bólkurin Lamb of God lendi í Prag í farnu viku, varð sangarin í bólkinum, Randy Blythe, handtikin av løg­regluni. Orsøkin er ein tilburður á einum náttklubba í Prag fyri tveimum árum síðani, tá ið Lamb of God spældi har. Ein 19 ára gamal fjeppari hjá bólkinum ryndi at sleppa upp á pallin, men Blythe tveitti fjepparan av pallinum, og fjepparin lendi við høvdinum fyrst niður í betonggólvið og fekk so álvarsaman løst, at hann doyði tvær vikur eftir hendingina. Nú hevur løgreglan í Prag tikið Blythe og skuldsett hann fyri óviljað manndrap. Restin av mann­ ingini í Lamb of God er farin aft­ur til USA, meðan sang­ arin nú kann fáa upp í 10 ára fong­sul fyri til­burðin. Fólkið vil hava annan politikk enn tann, sum Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen borðreiða við. Tað vísir feskasta veljarakanningin, sum gevur stýrinum hjá Kaj Leo Johanne­sen ein dyggan und­ir vang­ an við 10 prosentum í aftur­gongd. Tað er einki løgið í, at ein sam­ gonga, sum hevur gjøgnumført so stórar nýskipanir, sum hendan samgongan – stendur fyri skotum. Vit kunnu næstan siga, at illa var. Tó er tað eitt sindur løgið, at tað júst er Fólkaflokkurin, sum má leggja rygg til størsta tapið – tá kritikkurin júst hevur verið, at samgongan førir fólkaflokspolitikk. Men kanska lýs­ ir tað best okkara politisku skipan, at veljarar hava ilt við at kenna politisku flokkarnar aftur í teirra gerðum? At Javnaðarflokkurin vinnur – og at Tjóðveldi vinnur – er ikki annað enn nátúrligt. Tað sum kortini er vert at leggja til merkis er, at fyri fyrstu ferð í nógv ár stendur Javnaðaflokkurin til at gerast størsti flokkur og harvið at fáa løgmann, um ein nýggj samgonga varð skipað. Um so var, so var tað Aksel V. Johannesen, sum skipaði nýggja samgongu, og sum soleiðis gjørdist okkara 13. løgmaður. Sambært kanningini gera Aksel V. Johannesen og Javn­ aðarflokkurin eitt skarvslop fram við 5,3 prosentum í framgongd. Kanska er orsøkin, at fólk í fak­ felags­rørsluni aftur venda sær móti Javnaðarflokkinum? Men tað er tó kanska ein sann­ leiki við modifikatiónum, tí júst hendan kanningin vísir, at Javn­ aðar­flokkurin tekur veljarar frá Fólka­flokkinum. Sjálvandi kann Fólka­flokkurin eisini hava veljarar millum fakfelagslimir – sum soleiðis flyta, bæði til Javnaðarflokkin og til Sam­bandsflokkinm, sum kanningin vísir. At Sjálvstýrisflokkurin stendur til at glíða heilt út úr politisku skip­ anini hevur kanska aðrar orsøkir. Flokkurin er fyri tað mesta í stríð við seg sjálvan – hann hevur verið á eini – vit kunnu kalla tað sjálv­ útslettilsisprosess síðani valið, so laka úrslitið hjá flokkinum man neyvan undra. Hinvegin hevur tað eydnast Mið­ flokkinum at sannført sínar velajrar um, at flokkurin – hóast hann er uttan fyri samgongumeirilutan – ger størri nyttu sum stuðulsflokkur hjá borgarligu samgonguni, enn um hann fór úr samgonguni, sum Jenis av Rana so mangan hevur hótt við. Í so máta hevur borgarliga linjan hjá Bill Justinsussen vunnið á sosialu linjuni hjá Jenisi av Rana. Men hjá eini stjórn at missa 10 prosent upp á átta mánaðir, tað er ein katastrofa. Nýggj danska stjórnin er hart presað, men aftur­ gongdin hjá Kaj Leo er nógv verri enn hjá Helle Thorning-Schmidt. Ein veljarakanning er ein støðu­ meting beint nú. Hon sigur einki um, hvussu ein valtilgongd kann broyta úrslitið. Men støðan beint nú er eitt brølandi varskó til Kaj Leo Holm Johannesen, at fólkið vil hava annan politikk. Katastrofan hjá Kaj Leo er størri enn hjá Helle Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggja­kvøldið í Posthús­ kjall­aranum. - Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og nið­ur til røturnar undir beinu asfalteraðu leið­ini, har skammlopini sjóða og svíða og titra mill­um nerva­træðr­ irnar, sigur forlagið Sprotin í tíðinda­skrivi Á framløguni fríggja­ kvøldið kl. 21.00 framføra Mariann Hansen og Mike Viderø leikin TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hev­ur leikstjórnað. Síðan les­ur Marjun úr savninum. Rót Tripp Tíð at saðla um Kaj Leo Hósdagin 5. juli letur árliga summarframsýningin hjá Sofusi Poulsen upp í Smiðj­ uni í Lítluvík við nýggjum lista­verkum. Framsýningin umfatar millum 20 og 25 20 olju­máln­ ingar, har fleiri eru sonevndir plainair, sum eru málaðir úti í náttúruni, meðan nakrir eru málaðir í gallarínum hjá listamanninum. Myndevnini eru føroyska náttúran og ljós­ið. Framsýningin letur upp hósdagin klokkan 16 og heldur fram til og við miku­ dagin í komandi viku, allar dagar frá kl. 11-18. Sofus í Smiðjuni Gjørdi enda á fjeppara Privat kappast um Eystur­oyar­ tunnilin Kári P. Højgaard Síða 8 Nevnd politisk kastibløka Helgi Abrahamsen Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo