mikudagur 4. juli 2012síða 32
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lufttrýstið
Summar
tiltø
fyri øll
Barbara á Tjaldrafløtti,
forkvinna í Ráðnum
fyri Brekað, hevur sent
út almenna áheitan á
fyriskiparar av tiltøkum um
at hugsa um viðurskiftini
hjá teimum brekaðu:
“Tá summar er, vilja vit
øll slepa út at njóta
náttúruna, hitta fólk
og fara til ymisk tiltøk.
Tað er tí umráðandi, at
atkoman er í lagi, bæði
til bygningar og útitiltøk
og ikki minst, at atkoma
er til handikapvesi,
sigur Ráðið fyri brekað
í eini áheitanUm onki
handikapvesi er á staðnum,
mugu tey, sum skipa fyri,
við skeltum og aðrari
upplýsing vísa á, hvar
nærmastu toilettini eru,
og tryggja, at kandikapvesi
er opið og atkomiligt.
Um skelti verða brúkt at
upplýsa um vesini, mugu
tey vera á sjónligum stað
og hava hóskandi stødd.
Nýggj byggilóggáva er júst
sett í gildi. Hon er galdandi
fyri nýbygging, umvæling,
umbygging, afturatbygging
umframt broyting í nýtslu
av bygningum. Tað er at
fegnast um, at henda
lóggáva skal tryggja
okkum, at persónar, sum
eru illgongdir og sum sita
í koyristóli, á jøvnum føti
við onnur, kunnu koma inn
í bygningar, sum eru fyri
almenningin.
Men byggilóggávan
fevnir ikki um eitt nú skýli
og tílíkt, sum ikki eru
ætlað at hýsa fólki. Tí er
umráðandi, at útitiltøk
eisini taka hædd fyri
koyristólum. Sleppur
koyristólurin framat, so
sleppur barnavognurin og
barnastólurin eisini, og
tástandi gerast tey ymsu
tiltøkini veruliga almenn.
Tað er krav í
handikapsáttmálanum,
sum var settur í gildi í
Føroyum í 2009, at fólk,
ið bera brek, skulu kunna
liva sjálvstøðugt, og
fullvegis vera við øllum
lívsins viðurskiftum. Sagt
verður m.a. í grein 9, at
limalondini skulu seta í
verk hóskandi tiltøk til
tess at tryggja fólki, ið
bera brek, at tey eins
væl og onnur sleppa
inn í bygningar og fram
at ymisligum umhvørvi,
ferðamøguleikum,
upplýsing og samskifti,
kunningartøkni,
samskiftistøkni og
skipanum, og øðrum
hentleikum og tænastum,
sum tøkar eru og verða
veittar almenningi, bæði í
bý og á bygd.
Vit vita, at allar ásetingar
í handikapsáttmálanum
kunnu ikki koma uppá
pláss í einum, men heldur
at tær koma so við og
við. Byggilóggávan er
eitt stórt stig fram á
røttu leið. Men vit vita
eisini, at endamálið við
sáttmálanum somuleiðis
er at ala fram ein hugburð
í samfelagnum og millum
allar borgarar, har tað er
ein sjálvfylgja, at fólk, ið
bera brek, virka og luttaka
á jøvnum føti við onnur,
har tað ber til.
Ráðið fyri brekað heitir á
fólk og fyriskiparar um at
hava hetta í huga, nú nógv
útitiltøk eru.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
VESTFALLSKYRRINDI
1. juli
Mánin næstur jørðini
Kelda. Álmanakkin 2012
Suðuroyar-/
Vágafirði
Skúvoyar-/
Skopunarfirði
Hestfirði/
Sundalagnum
Vestmanna-
sundi
Mykines-
firði
Nólsoyar-
firði
2 fj. í LS úr
Mjóvanesi
Leirvíksfirði/
Haraldssundi
Kalsoyar-/
Svínoyarfirði
Hvanna-
sundi
Fugloyar-
firði
Dagur
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi og sólglottar,
men kanska okkurt ælið.
Hitin millum 11 og 15 stig.
Lot til andøvsgul av
landnyrðingi og yvirhøvur
turt og sólglottar, men
mjørkaflókar.. Hitin millum
12 og 15 stig.
Veðrið sunnudagin
og mánadagin:
Sunnudagin lot til andøvsgul
av norði ella av ymsun
ættum, turt og sólglottar og
hitin millum 12 og 15 stig.
Mánadagin frískur vindur av
eystri og møguliga ælingur.
Eitt sindur kaldari.
28. juni 01:54 14:48 00:54 13:48 01:09 14:03 03:54 16:48 04:54 17:48 00:09
13:03
- 12:03 02:09 15:03 03:09 16:03 01:39 14:33 02:54 15:48
29. juni 03:10 15:35 02:10 14:35 02:25 14:50 05:10 17:35 06:10 18:35 01:25
13:50 00:25 12:50 03:25 15:50 04:25 16:50 02:55 15:20 04:10 16:35
30. juni 04:01 16:28 03:01 15:28 03:16 15:43 06:01 18:28 07:01 19:28 02:16
14:43 01:16 13:43 04:16 16:43 05:16 17:43 03:46 16:13 05:01 17:28
3-8 m/s
4-9 m/s
3-8 m/s
4-9 m/s
11/15°C
12/15 °C
Eitt lágtrýst, 1005 hPa. yvir Írlandi fer vestureftir og brúgvalagið haðani
kemur hendavegiin.
Lágtrýstið vestan fyri Írland grynnist og brúgvaløgini við Føroyar fara
spakuliga suðureftir.
Í morgin
leygardagur
Randi Jacobsen
Týsdagin møttu eini 50 fólk
til móttøkuna, sum Skóta
depilin á Selatrað hevði í
sambandi við, at smoltstøðin
er yvirtikin.
Bakkafrost átti smolt
støðina.
Alt byrjaði við, at Skóta
depilin lænti pumpuhúsið,
men fekk so loyvi at seta
bátar inn í smoltstøðina, sum
stóð tóm kortini.
So kom tað í, at Bakkafrost
bjóðaði skótunum smolt
støðina.
Fíggjarligur stuðul
Skótarnir fingu støðina fyri
eina krónu.
– Bakkafrost vildi eisini
stuðla fíggjarliga, og týs
dagin varð henda krónan
innrammað latin skótunum
aftur, sigur Jóhan Ludvík
Laksafoss, sum er limur í
nevndini, ið hevur gjørt verk
ætlanina.
Fyri
at
kunna
brúka
høllina til okkurt skilafólk,
var neyðugt at innrætta
hana, og avtala varð gjørd við
ALS um at fáa arbeiðsmegi,
soleiðis at depilin rindaði 20
prosent av lønunum og ALS
restina.
– Tey hava arbeitt ágrýtin
og gjørt eitt ótrúliga stórt
arbeiði, sigur Jóhan Ludvík
Laksafoss.
Inni í høllini er gjørdur ein
níggju metrar høgur klatri
veggur, og ein seks metrar
høgur klatriveggur til tey
yngru. Haraftrat verður har
ein klatrikafé.
Tey seks kørini hjá smolt
støðini kunnu brúkast. Trý
verða brúkt til umklæðirúm,
eitt til kafé, eitt til barnahyl,
og tað størsta skal brúkast
sum venjingarhylur. Har er
ætlanir at hava venjingar í
at svimja í klæðum.
Í høllini er eitt neyst,
stórur køkur, vesi, skriv
stovur, ein stór garasja og
annað.
Rúm verður eisini fyri
ymiskum
ítróttargreinum,
sum higartil ikki hava verið so
kendar í Føroyum, umframt
ymiskum frítíðarvirksemi.
Tað hevur ikki skorað við
vælvild, sum skótunum er
møtt, í sambandi við yvir
tøkuna av smoltstøðini.
Innbúgv er komið millum
annað frá Posta og Als, og
vindeygu eru komin frá
Viðareiðis skúla.
Thor i Hósvík hevur givið
deplinum ein skjóttgangandi
bát, sum verður hentur, tá ið
ansast skal eftir teimum,
sum fara út í kano ella at
snorkla.
Langur rennistrongur
Eisini hevur Thor lovað depl
inum ein 500 metra langan
rennistrong. Hesin renni
strongur verður tvær ferðir
so langur sum tann longsti í
Danmark.
Ætlanin er, at strongurin
skal festast í oman fyri
skótadepilin og ganga heilt
út á sjógv. Rennistrongurin
er ikki komin enn.
Hetta er bara nakað av tí,
sum depilin hevur fingið.
– Vit eru ómetaliga takk
som fyri allan stuðulin, sigur
Jóhan Ludvík Laksafoss.
Nógv kann upplivast á Selatrað
Smoltstøðin, sum Skótadepilin hevur fingið frá Bakkafrost, fer at geva skótunum
og vitjandi teirra møguleikan at skipa fyri nógvum nýggjum tiltøkum