Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2012 · Nr. 85 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Rás2 fer komandi dagarnar at hita upp til ólavsøkuhaldið, og um vikuskifti verður sent av ólavsøku. Í morgin og ovurmorgin fara morgunsendingarnar fyri ein part at snúgva seg um ólavsøku, og fríggja­kvøld­ ið sendir Rás2 frá ólav­søku­ kon­sertini, sum verður hildin í Tórsgøtu. Fylgt verður eis­ini við í toppdystinum í Effo­ deildini millum KÍ og Vík­ing, sum verður spældur í Klaks­ vík. Ólavsøkuaftan sendir Rás2 góðan føroyskan tónleik seinnapartin, og frá kl. 18.00 og til á midnátt verður sent úr studio í Vágsbotni og úr Gundadali, har HB og TB spæla í Effodeildini. Ólavsøkudag verður sent frá kl. 15.00 og til á midnátt. Í hesi sendingin koma gestir á gátt, farið verður út við mikro­fonini, og fylgt verður eisini við dystinum millum B36 og NSÍ í Effodeildini. Ólavsøkuhaldið á Rás2 endar við stóra brakinum í Vágs­botni, har Páll Finnur Páll og Jákup Veyhe fara at undir­halda frá kl. 22.00. Tað er hásummar, og tølini siga, at sam­stundis er sannlikið fyri mjørka og vánaligum floglíkindum stórt. Higartil hevur summarið verið eyð­kent av treiskari høgætt. Meðan tey norðanfyri og eystanfyri hava verið plágað av kulda, sirmi og einki serligum sýni, so hevur veðrið sunn­ an fyri og vestanfyri verið eyðkent av góðum sýni, heiðum himni og sól og lýkku. 23. juli og harvið fyrsti hunda­ dag­urin er farin afturum. Tað varð tikið til, at summarið fór at verða soleiðis, sum tað var fyrsta hunda­ dagin. Um tað verður soleiðis í summ­ar, so verða nógv høvi at tosa um mjørka fram til síðsta hunda­ dagin, ið er 23. august! Tað verður nógv ferðast hesa ársins tíðina, og tí rakti vánaliga veðrið flogferðsluna og Atlantsflog rættuliga meint. Sambært teimum, sum varða av okkara flogfelagi og flog­vøllinum, so vita teir ikki um verri floglíkindi í so nógvar dagar. At Føroyar liggja, har sum tær eru, ber við sær, at tað av og á fara at verða mjørkaveður og vánalig floglíkindi. Uttan mun til hvar flog­ vøllurin er. At tosa um at byggja og reka fleiri flogvallir í okkara lítla samfelag kennist veruleikafjart – ikki minst eftir stóru útbyggingina av flogvøllinum í Sørvági. Higartil hevur tað gingið striltið við ætlaðu privatiseringini av flogfelagnum. Mjørki og avlýsingar og stóri kostn­aðurin av eykatúrum og at fáa innivist til tey, sum bíða, ber neyvan við sær, at áhugin økist mill­um útlendskar íleggjarar fyri at keypa seg inn í okkara flogfelag. Flogvøllurin og flogfelagið syrgja fyri okkara autostradu út í heim­in. Sjálvandi skulu bæði vøll­ur og felag rekast so væl, sum tað ber til. Men tað skal samstundis ger­ast við tí fyri eyga, at fyrsta rað­fest­ing­ in er sambandið til og úr Føroyum, og tað er stór avbjóðing. Vit rokna Atlantsflog at vera óført, tá ið tað eydnast at vinna uppgávur aðra staðni. Tað ber arbeiðspláss og valuta við sær, og tað økir harvið um grundarlagið undir felagnum. Samstundis verður í pressaðum støð­um funnist at, at flogfelagið ikki nýtir allan kapasitetin at fáa tingini upp á pláss aftur! Hóast tosið um regularitet og prísir og kapping, so er tað ein spurn­ingur, um vit eru sinnað at seta vøll og felag til sølu. Rákið við­víkjandi privatiseringum er sum sjóvarfallið. Tað rekur annan vegin og so hinvegin. Hvønn hugburð politiski myndugleikin og arbeiðsgevari hansara – vit øll – hava í løtuni, fæst ivaleyst at vita næstu vikurnar, tá ið løgtingið er komið úr summarfrí, og hoyggingin og havhestaungarnir standa fyri tørni – um tað viðrar! Rákið viðvíkjandi privati­ seringum er sum sjóvarfallið Vit missa lærarar, og vit brúka ov langa tíð um at framleiða ein góðan lær­ara. Tað heldur Herálvur Ja­cob­ sen, formaður í Føroya Lær­ arafelag. Nýútbúnir lærarar fáa frá fyrsta degi somu ar­ beiðsuppgávur og treyt­ir, sum verða settar lær­ar­ unum við drúgvari roynd­ um. Tað kemur óvart á flestu lærararnar, og tað er heldur ikki løgið, at ser­ liga nýútbúnir lærarar gev­ ast í fólkaskúlanum eftir stuttari tíð. – Men fyri skipanina er tað ein sera óvandalig handfaring av tilfeingi. Vit missa lærarar, og vit brúka alt ov langa tíð um at framleiða tann góða lær­ aran, sigur Herálvur Jacob­ sen. Veðurprát og mjørkatos Listamaðurin Amariel Norð­oy hevur framsýning í Galerie Focus í Havn á ólavsøku. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 16.00 og hevur opið ólavsøkudag og mánadagin frá kl. 16-18. Á framsýningini verða at síggja málningar, litografiir og innrammaðar akvarellir. Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske Kunst­ aka­demi, København, 1977- 83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit, bøkur og plátu- og fløguhúsar. Aftur­ vendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skift­andi ljós­ ið, Báturin og Útróð­rar­ børn, flestu mynd­irnar eru íblástur frá upp­vøkstri­num, Mikladalur og Kalsoyar­fjørð­ ur Galerie Focus heldur til í Lambagerði 1 í Havn. Amariel í Focus Rás2 heldur ólavsøku Eingin rættur at døma onnur Sólborg Dulavík Kjak á síðu 13 Hevur serfrøðin oytt grunn­ arnar? Hans Pauli Strøm Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lisið á Justinus Eidesgaard: At rúsdrekka hjá hesum fólki í hesum landi býr skal vera dýrt fyri at vera tálmandi upp á fólk yvirhøvur, gong­ ur tíverri eisini útyvir tey, sum hava eins nógv tørv á rúsdrekka og onnur hava á breyði. Eg skjóti Fólka­ heilsu­ráðnum upp, at sama manna­gongd verður nýtt móti invaliderandi fiti, og ovurtollur verður lagdur á sukur og feitt. Út frá einum heilsu­ligum sjónarhorni er neppa stórur munur á hes­ um. Missa lærarar