fríggjadagur 27. juli 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ólavsøkudag fer løgmaður at gera
støðuna upp og at seta út í kortið.
Hetta er fyrsta løgmansrøðan síðani
løgtingsvalið 29. oktober í fjør. Tað
plagar at verða tikið til, at tað er
tvey tey fyrstu árini eftir valið, at
tey stóru tøkini skulu takast, um
ein samgonga ætlar sær at fremja
stór og víðgongd mál.
Soleiðis var tað eitt nú í 2008,
eftir at samgongan millum Javnað
arflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin
var skipað. Ta ferðina bar Jóannes
Eidesgaard á Ólavsøku fram hug
sjón um stórar broytingar í fiski
vinnulóggávuni. Men víðgongda
innihaldið í røðuni bar innanhýsis
ósemjur við sær í stóru samgongu
flokkunum, og tað var skjótt, at
samgongan skrædnaði.
Hesa ferð er støðan øðrvísi. Sam
gongan hevur longu undan fyrstu
ólavsøkurøðuni framt víðfevndar
broytingar í skattastiganum og
skattingini
av
pensiónunum.
Spurningurin er nú, um ætlanirnar
eru at halda fram í sama spori, ella
um samgongan hevur skrivað sær
aftan fyri oyrað, at hon sambært
veljarakanningini
í
Sosialinum
hevur mist nógva undirtøku – og
meirilutan.
Eingin ivi er um, hvørji tey
bæði størstu málini eru. Annað
er støðan í fiskivinnuni, og hitt er
stóra fráflytingin. Báðir spurning
arnir eru avgerandi fyri búskap
arligum vøkstri og harvið møgu
leikunum at liva og virka í hesum
samfelagnum.
Botnfiskaveiðan er so lítil sum
ongantíð áður, og tað verður sagt,
at samfelagið missir milliarda upp
hæddir orsaka av, at karmarnir
ikki eru teir røttu. Kapasiteturin
er ov stórur og vinningurin tískil
ov lítil. Nú verður roynt at pjøssa
um við at geva óbeinleiðis stuðul
við makrelinum. Harvið verður
samfelagsliga
inntjeningin
ikki
optimal. Tí er bráðneyðugt at taka
allan henda spurningin upp og at
vísa rygg til at gera broytingar og
tillagingar. Nú beinanvegin!
Tølini í fráflytingini eru ræðandi.
Stórur partur av unga ættarliðnum
flytir av landinum, og bara ein brot
partur flytir aftur henda vegin.
Hetta er størsta avbjóðingin hjá
føroysku tjóðini. Tað er neyðugt,
at løgmaður boðar frá, hvørjar
ítøkiligar ætlanir eru at steðga frá
flytingini. Nú beinanvegin!
Henda samgongan eins og tann
undanfarna hevur fokus á, at und
irskotið á fíggjarlógini skal minkað
og heilt vera burtur í 2015. Tað
gongur rætta vegin, og vánirnar
valdast bæði um inntøkurnar og
útreiðslurnar. Hetta er ein sjuntur,
sum tað ber til at skrúva uppá. Um
hallið verður burtur eitt ár fyrri ella
seinni er ikki altavgerandi, um polit
iski myndugleikin megnar at seta
út í kortið soleiðis, at tað munar í
fiskivinnuni og hvat fráflytingini
viðvíkur. Nú beinanvegin!
Aftur í ár bjóðar Rás2 til
ólavsøkutiltak í Vágsbotni.
Tiltakið verður ólavsøku
kvøld – sunnukvøldið kl.
22.00 og varðar í ein tíma.
Í ár fer tónleikabólkurin
Páll Finnur Páll at spæla, og
Jákup Veyhe undirheldur.
Eisini ætlar Rás2 at hava
okkurt yvirraskilsi til fólk.
Pallurin
verður
sum
undanfarin ár gjørdur út
frá studionum hjá Rás2 í
Miðlahúsinum, og so verður
undirhildið og spælt út yvir
Vágsbotn, har túsundtals
fólk plaga at savnast fyri at
hugna sær eina løtu.
Anna Faroe skal eiga um tríggjar vikur
Størstu málini eru fiski
vinnan og fólkafráflytingin
Fráflyting, fiskur og fígging
Pál undir donskum flaggi
Í Danmark er tað ein søga,at
føroyski X Factor sangarin
Anna Faroe er við barn og
skal eiga um tríggjar vikur.
BT skrivaði í gjár, 21 ára
gamla Anna Faroe er høj
gravid, og at hon skal hava
ein drong.
Anna Faroe sigur við BT,
at tað hevur gingið væl við
graviditetinum, og at bæði
hon og ófødda barnið hava
tað gott.
Hóast hon verður ein ung
mamma, ætlar hon ikki at
leggja tónleikin á hillina.
- Eg kann ikki liva uttan
tónleik, so sjálvandi gevist
eg ikki at syngja, sigur Anna
Faroe við BT.
vikuskiftisblaðið
Føroyska ítróttarhetjan Pál
Joensen luttekur í hesum
døgum á Olympisku Leik
unum í London, og spenn
ingurin er stórur undan
kappingunum, hann skal
luttaka í.
Í gjár hevði venjarin hjá
Páli, Jón Bjarnason, lagt
eina mynd á Facebook, har
Pál
Joensen
í
donskum
ítróttarbúna, verður inter
viewaður av tíðindamanni
hjá Politiken. Og danir eru
sera fegnir um krútsterka
føroyska svimjaran.
– Vit eru sera fegin um,
at vit hava Pál Joensen við á
okkara lið til OL. Hann hevur
nógv at siga fyri liðið við sín
um
venjingarmentaliteti,
og so var tað jú honum fyri
at takka, at vit komu við í
lið-kappingina í fýra ferðir
200
metra
frísvimjing.
Jú, vit eru sera glað fyri
Pál, sigur elitustjórin hjá
donsku svimjarunum, Lars
Sørensen.
Lars Sørensen kann væl
liva við, at Pál Joensen kost
aði einum øðrum donskum
svimjara plássið á longsta
teininum.
– At Pál er við okkum,
kostaði so Mads Glæsner
plássið í 1500 metra frísvimj
ing, tí Mads kláraði ikki
A-kravtíðina, sum altjóða
svimjisambandið hevði ásett,
sigur Lars Sørensen.
Føroya
framtíð
í vanda
Rigmor Dam
Síða 6
Sam
kyndar
skinn
flugur
framsýning
síða 8
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lisið á
Sonne Smith: Í øldir skuldu
vit læra, duga og akta Tey 10
Boðini. Tey næstu 1000 árini
skulu vit læra, duga og akta
Tey 1000 Forboðini.
Brak í Vágsbotni