Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen Summartónar ella Fólka­tón­ leikarastevnan er tón­leika­ fagnaður, sum hvørt ár fer fram í juli og august kring alt landið. Soleiðis hevur verið í mong, mong ár, men tó er tað helst so, at fyri stóra fjøld av føroyingum fer hetta framvið, sum um onki var hent. Tað er nevniliga so, at stórur partur av konsertunum eru í útjaðaranum, og har eru ikki altíð tær stóru manna- múgvurnar. Mána­dagin 16. juli vóru konsertir í kirkjuni í Mykinesi allan dagin. Før­ oyskir og útlendskir tón- leik­arar settu dám á, og bæði før­oysk og útlendsk oyru fegn­aðust. Á sumri er nevni­ liga heilt fitt av føroy­ing­um, sum ferðast í egnum landi, og ikki minst eru nógv útlendsk ferðafólk, sum duga væl at koma út um miðstaðarøkið. Og tá ein hevur konsertir í lítlari bygdakirkju, so fyllist skjótt. Soleiðis var eisini í Mykinesi, har lurtarar komu og fóru, meðan tónleikarar skiftust at spæla seinapartin og á kvøldi. Tað er heilt serstakur dám­ur, tá tað ein dag á út­ oyggj er tónleikurin, sum setir dagskránna. Bygd­a­r­ myndin fær lív av tón­leik­ arum á ferð við ljóðførum, með­an ferðafólk í litføgrum klæðum, ið ikki eru keypt til góðveðrið, spáka, hyggja og taka myndir. Øll hava tó eitt í felag, nevniliga at tónleikaligu løturnar vilja øll uppliva. Longu tá ferðafólk komu í land í Mykinesi seinnapartin mánadagin, ljóðaði tónleikur niðri við lendingina. Har hevði ein saxofonleikari funn­ið sær saxofonina fram, og leikti yndisligar tónar, ið fingu serligt flog í hesi kull­uni, har sjógvur og land finna saman. Millum føroysku tón­leika­ nøvnini hendan mánadagin í Mykinesi taldust eittnú Guðrið Hansdóttir, Lív Næs, Uni Debess, Tróndur Enni, Kvonn og Janus Trúgason. Øll við manning afturat sær. Seinnapartin og kvøldið á tamb ljóðaðu tónar. Fyrst vóru konsertirnar í kirkjuni á skránni, og tá kvøldið nærk­aðist nátt, byrjaðu fram­førslur í matstovuni í gistingarhúsinum Krist­ ians­húsi. Tónleikasnillingar komu ein fyri og annar eftir, og skift­ust at gera løturnar ógloym­andi. At koma á útoyggj er í sjálvum sær ein uppliving, ið er sunn fyri sálina. At koma burturfrá og - best av øllum - ikki hava møguleika at venda aftur beinanvegin. Stutt sagt, so er ein ikki tøkur á sama hátt sum annars, hóast internet og fartelefonir kunnu órógva. Men til ber sjálvsagt at sløkkja. Tá eru bara náttúran og friðurin til. Men slík fólkatón­leikara­ stevna, sum hvørt summar setir dagskránna, ger veruliga mun. Og ferðamaðurin við gløgga eyganum sleppur eisini at nýta oyruni, sum óivað í mongum førum eisini eru góð. Tílík tiltøk gagna heilt víst ferðavinnuni, og tá tað kemur til at bjóða tónleik fram, eiga føroyingar ikki at smæðast. Og tað gera før­ oyingar tíbetur heldur ikki. Mánadagurin í Mykinesi prógvaði eisini, at ongin or­ søk er til at dempa tón­leik­ in. Heldur ikki, tá hann fyllir avbygdagøtur, ið annars anda í friði alt árið. Tón­leika­ fagn­aðurin í Mykinesi mána­ dagin var mikið hugnaligur. Og er ein staddur í Havn ella í útjaðaranum næstu vik­ urnar, so ber til at leita upp hesar konsertir. Til ber at kunna seg nærri um konsert­ skránna við at hyggja í bók­ ling, sum liggur frammi á almennum støðum, ella við at hyggja á www.tutl.com Tónleikur á útoyggj Tónleikafestivalurin Summartónar setir í hesum døgum dám á kring landið. Øll geva sær kanska ikki far um hendan festivalin, sum hevur mong ár á baki, tó at hann hjá mongum bert er at finna í gloymibókini, tí mong av tiltøkunum fara fram uttanfyri miðstaðarøkið. Og helst telist hann millum minstu festivalar í heiminum. Mánadagin 16. juli vóru konsertir í Mykinesi