Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Holm Johannesen Ein føroyingur tekur lut, tá viðurkenda motor­súkklu­ kapp­ingin Manx TT verður við á Isle of Man í døgunum frá 18. august til 30. august. - Eg havi arbeitt miðvíst í nøkur ár fyri at vera við her. Tað eru bara royndir koyr­ arar, sum sleppa at lut­taka. Hetta er stórt fyri meg, sigur Terje Joensen, ættaður úr Funn­ingi. Hann býr í Lincolnshire í Bret­l­andi og arbeiðir á einum verk­staði fyri motorsúkklur. Terje fór fyri nøkrum ár­um síðani undir at røkka dreymi­ num at koyra kapp á motor­ súkklu. Hann koyrdi nógv í Skandinavia, men í roynd­ini at røkka tindunum fór hann til Bretlands. Har lut­tek­ur hann nú í nógvum kapp­ ingum á síni Honda CBR 1000cc. Úrslitini hava verið góð. Fyrr í ár vann hann eina kapp­ing á breyt í Anglesey í Wales. Nú bíðar hann eftir síni størstu avbjóðing higartil. Kapp­ingin hjá Isle of Man er krevjandi. Tað eru fyri­skip­ ararnir, ­sum gera av, hvørjir kap­p­koyrarar skulu luttaka. Terje Joensen hevur eitt toymi við sær, sum tekur sær av mekaniska partinum. Gleðir seg Terje Joensen er fullgreiður yvir treytirnar. Eitt lítið mis­ tak, og alt fer til spillis. - Eitt mistak kann enda við, at eg fari bóltandi inn í ein hava ella grótgarð við eini ferð á 250 km/t. Tað er komið fyri, at kappkoyrarar hava lat­ið lív á slíkum kappingum. Eg eri komin til sættis við vand­ar­nar. Tað órógvar meg ikki, sigur hann. Terje verður við í einum koyri­bólki, sum eitur New­ comers race. Tað er fyri teir, sum luttaka á fyrsta sinni. Málið er hesaferð at koma á mál, og samstundis læra breyt­ina at kenna. Terje Joensen gloymir held­ur ikki ættarbondini, tá hann setur seg á motor­ súkklu­na. Hann hevur altíð føroyska veðrin og før­oyska Merkið seymað á leður­ búnan. Tað eru fá í hesi vinnuni, sum vita um Før­ oy­ar. Terje er heima um ólav­ søkuna, men stevnir aftur til Bret­land í komandi viku, tá sein­asta hondin verður løgd á fyri­reikingarnar. Um Isle of Man Manx TT Snaefell TT Mountain Course er elsta og longsta kappingar­ koyr­ingar­breyting í heiminum. Hon er 60,7 kilometrar. Sagt verður, at motorítróttin byrjaði á Isle of Man. Fyrsta TT Race var í 1907, tá Charlie Collyer vann á einari matchless-motorsúkklu. Miðalferðin var á áleið 30mph. Tað tók honum fýra tímar, átta minuttir og átta sekund at koma á mál. John McGuinnes hevur metið á breytina nú. Hann fekk metið við miðalferðina á 313.578mph, sum er gott og væl 220 km/t. Umleið 250 kappkoyrarar hava latið lív á breytini, síðani kappingin fór av bakkastokki í 1907. Terje nærkast tindunum KAPPKOYRING - Eitt mistak kann enda við, at eg fari bóltandi inn í ein hava ella grótgarð við eini ferð á 250 km/t. Tað er komið fyri, at kappkoyrarar hava latið lív á slíkum kappingum, sigur Terje Joensen, sum nú hevur koyrt seg til luttøku í motorsúkklukappingini Manx TT á Isle of Man