fríggjadagur 27. juli 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juli 2012 · Nr. 86
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Teir byrjaðu við frálíku mat
stovuni, 11, sum dag og dag
liga borðreiðir við mati, sum
mamma gjørdi hann.
Síðani kom caféin og nátt
klubburin, og nú letur so
nýggjasta greinin á stammu
ni, Valhøll, upp.
- Tað er skjótt frá hugsan
til handling hjá okkum, og tá
vit meira ella minni av tilvild
vóru inn í hølunum, sóu vit
beinanvegin, at her vóru
nógvir møguleikar, siga teir
báðir, Remy av Kamarinum
og Allan Hjaltalin.
Gamla bakaríið hjá Frants
Restorff er rættiliga stórt.
- Hølini eru væl størri,
enn fólk gera sær far um.
Vit hava valt at býtt hølini
eitt sindur upp í tvey, har
diskotekið er líka sum fyri
seg, og ein meira friðarlig
lounge er fyri seg. Talan er
um tilsamans 380 fermetrar,
siga stigtakararnir.
Til
hesa
verkætlanina
hava teir eisini fingið ein
triðja
makkara,
Kjartan
Hentze.
- Hann er komin heim úr
Tailandi fyri at vera við í hesi
verkætlanini. Hann hevur
víst áhuga at vera við, og vit
eru jú í familju, siga teir um
nýggja makkaran.
Breiða seg
Ein hin fremsta orsøkin til, at
teir nú eru farnir undir eina
nýggja verkætlan er, at tað
fyri tað fyrsta hevur gingið
væl við 11.
- Tað er eitt, men ein onn
ur týðandi orsøk er, at vit
halda tað vera stuttligt og
vit hava alla tíðina nýggj
hugskot. Og tá vit haraftrat
flóta yvir av orku, kennist
hetta lætt og náttúrligt, siga
teir báðir.
Hølini verða sum nevnt
býtt nakað upp í tvey, og tað
verða tvær stórar barrir, ein í
hvørjum høli.
- Inni á diskotekinum
verður tað meira larmandi
við tónleiki, dansi og disko
ljósum, meðan loungeøkið
verður meira friðarligt, siga
stigtakararnir.
Tað eru framman undan
bæði barrir og dansistøð í
Havnini, so er pláss fyri ein
um aftrat.
- Vit hava hugsað tann
vegin, at hvat kundu vit sjálv
ir hugsað okkum at fari til.
Og so hava vit lagt konseptið
eftir tí, siga Allan Hjaltalin og
Remy av Kamarinum.
Teir halda, at miðdepilin í
býar- og náttarlívinum eftir
hondini er í Tórsgøtu.
- Her liggja matstovur,
hotellir, barrir og ein mentan
armiðstøð hjá kommununi í
Perluni og Gamla Reinsarí, so
Valhøll kundi illa ligið betri
fyri, siga teir.
Byrja í kvøld
Tá Sosialurin vitjaði seinna
partin í gjár stóð alt meira
ella minni upp eftir øðrum
enda, men tað var eingin
vandi fyri, at alt fór at verða
klárt til í kvøld.
- Í annaðkvøld (t.e. í kvøld)
klokkan lata hurðarnar upp,
og klokkan 23 kemur fyrsti
DJ’in á. Tá fer Thor Simonsen
at leggja løg á, og so verða tað
Mark Joensen ólavsøkuaftan
og Eyðfinn Drewsen ólav
søkudag, ið fara at standa
fyri tónleikinumum ólav
søkuna, siga teir báðir.
Teir vænta, at tað fer at
ganga ein tíð at fáa alt at
koyra í einari rútmu, men
við tíðini er ætlanin at skilja
diskotekið og loungina av við
einum skilaveggi.
- Tá fara vit at hava loung
ina opna allar dagar í viku,
meðan diskotekið so koyrir í
vikuskiftinum, siga teir.
Eisini fer at verða út
skeinking á ólavsøku, har ein
triðja barr verður sett upp.
- Við tíðini er eisini ætlan
in, at gera eina terassu uttan
fyri, sum verður 120 fermetr
ar, siga Allan Hjaltalin, Remy
av Kamarinum og Kjartan
Hentze.
Eini 10-12 fólk verða til
arbeiðis um vikuskiftini, og
tilsamans vænta teir, at um
leið 30 fólk verða knýtt at
nýggju Valhøll.
Í kvøld letur Valhøll upp
Diskotek Nýggju kometirnar innan býar- og náttarlívið í Havn hava seinastu vikurnar rokast
við at gera gamla bakaríið hjá Frants um, sum í kvøld letur uppð sum diskotek Valhøll
Nýggja diskotekið, Valhøll, letur dyrnar upp klokkan 20 í kvøld
Mynd: James Olsen