Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 2 VIKUSKIFTI Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara. Tað ljóðar so fínt og fornemt – og er tað eisini hjá fleiri. Men ólavsøkan kostar. Og ólavsøkan kann kosta rættiliga nógvar pengar. Ballónir, kandifloss, hoppiborgir og pylsur kosta pengar. Hjá eini barnafamilju kann ólavsøkan skjótt blíva ein dýrur umgangur. Tað sama er galdandi fyri mong onnur, sum mugu venda hvørjari krónu fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Alskyns ítróttartiltøk, dansir, mattilboð, mentanartilboð og alt hitt, ið hoyrir ólavsøkuni til, er ikki ókeypis. Um dagarnar er komin út skrá yvir mongu tiltøkini á ólavsøku. Alt gott um tey, ið skipa fyri ymiskum tiltøkum á ólavsøku og mugu seta ein prís á, fyri at tað skal mæla runt fíggjarliga. Sjálvandi skal tað ikki vera so, at fólk skulu hava útreiðslur og líða neyð, tí tey hava skipað fyri einum tiltaki á ólavsøku. Lukkutíð telur ólavsøkuskráin eisini fleiri ókeypis tiltøk. Tiltøk, sum børn og vaksin kunnu fara til, uttan at hetta kostar teimum nakað sum helst, og sum eru garantur fyri frálíkum upplivingum. Niðanfyri varpa vit ljós á nøkur av teimum tiltøkum, sum feløg, einstaklingar, fyritøkur og Tórshavnar kommuna hava skipað fyri og sum ikki kosta eitt oyra. Tað er bæði deiligt og fyrimyndarligt, at tað eru stigtakarar, sum ikki hugsa um, at nú skulu tey skúma róman og vinna mest møguligt burtur úr teimum túsundtals føroyingum, sum vitja høvuðsstaðin á tjóðarhátíðini. Tí ólavsøkan skal ikki verða nøkur kreppusøka. Tjóðarhátíðina skulu øll kunna halda, øll skulu hava møguleika at hugna sær og halda sær á gaman. Og tað kunnu vit, tíbetur. Takk fyri tað – og góða ólavsøku! Ólavsøka og kreppusøka Rás2 hevur stóra ólavsøkutiltakið uttanfyri Miðlahúsið í Vágsbotni, har Páll Finnur Páll og Jákup Veyhe fara at undirhalda 29. juli klokkan 22 Rólant Waag Dam Summarredaktørur Ókeypis tiltøk á ólavsøku Fólkafundur á Doktaragrund við røðum, tónleiki og upplestri. Unga Tjóðveldið skipar fyri 29. juli klokkan 19 Dead Beat Punx høvdu eina fantastiska framførslu á G! og framføra á Tórspallinum 28. juli klokkan 23 Ólavsøkusetanin við skrúðgongu, hornblásarum, hestum, sangi og tónleiki verður 28. juli klokkan 14 Katrina Christiansen, gamla krambúðin í Bringsnagøtu, hýsir framsýning og hevur opið 28. og 29. juli frá 15-22 Ólavsøkufundur á Føroya Fólkaháskúla við røðu, felagssangi og føroysku dansi 28. juli klokkan 17.30