Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 86 ·27. juli 2012 12 VIKUSKIFTI LIST Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eingin ólavsøka uttan árligu Ólav­søku­ framsýningina í Listaskálanum, sum letur upp leygardagin. Í ár eru tað fýra listafólk, sum sýna fram, tvær kvinnur og tveir menn: Silja Strøm, Guðrið Poulsen, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson. – Vit eru fýra sera ymisk listafólk, sum eru boðin við. Vit hava so tikið tað við, vit hava hildið verið hóskandi, og hóast samansetingin kann tykjast til­ vildar­lig, so haldi eg, at úrslitið er sera gott, sigur Silja Strøm. – Talan er ikki um nakað yvirorðnað tema, men ólavsøkuframsýningin er ein gomul og siðbundin framsýning, ið Listafelag Føroya skipar fyri. Hon hev­ur havt mong andlit gjøgnum árini, men í ár hava tey so valt at boðið okk­ um við, sigur Guðrið Poulsen. Í mong ár var Ólavsøkuframsýningin so­leiðis háttað, at listafólk sendu nøk­ur verk inn, og so varð bíðað í spenningi til tað varð avdúkað, hvørji lista­verk sluppu ígjøgnum nálareygað. – Mær dámar væl nýggja leistin, ið er spennandi og gevur lista­fólk­ unum rásarúm. Tann gamla Ólav­søku­ framsýningin hevði avgjørt sína sjar­ mu og vit kunnu kanska sakna hana. Hon var so ómetaliga væl vitjað, tí har framsýndu leik og lærd í einari glað­ ari samanrenning. Men tíðin er iva­ leyst farin frá hesum, heldur Guðrið Poul­sen. Hesum verður hon stuðlað í av formanninum í Listafelag Føroya, Hil­mar Høgenni, sum segði soleiðis í ársins Ólavsøkublaði hjá Sosialinum. – Listaframsýningin var tann stóra fram­sýningin. Men sýningin hevði ikki sama týdning longur og áhugin at senda inn minkaði eisini. Í dag hava listafólk so nógvar møguleikar at sýna fram. Sostatt høvdu vit møgu­leika fyri at royna nýggjar leiðir við ólav­ søkuframsýningini. Og enn er ongin fastur framsýningarformur funnin, so vit fara óivað at royna ymiskt frá ári til árs, sigur Hilmar Høgenni. Fjølbroytt framsýning Úrslitið av hesum er, at ársins ólav­ søkuframsýning er ógvuliga fjøl­broytt. – Vit eru tvey, ið mála. Men meðan Bárður (Dal Christiansen, blðm.) málar stórar og ógvusligar myndir, so eru mínar lítlar og intimar. Leirlist er eisini við og so tekningarnar hjá Bárði (Oskarsson, blðm.), greiðir Silja Strøm frá. Eingin fjøll Guðrið Poulsen, ið er elst av teimum fýra, fæst einamest við leirlist, men hevur á ársins framsýning eisini nakrar foto­myndir við. Hini trý tekna og mála, men einki av hesum verkum hevur før­ oysku náttúruna sum motiv. Spurd um, hvar siðbundna føroyska motivið er vorðið av, svarar Silja Strøm soleiðis. – Eg haldi, at tað avgjørt eisini eru flottar myndir, og eg havi fulla virðing fyri teimum. Tey duga ótrú­liga væl og teirra myndir hava eisini hugtikið meg. Men tað er ikki har mín listarligi áhugi liggur, tá eg havi búð fimm ár uttanlands. Og tað hevði helst eisini verið undarligt, um eg málaði føroysk fjøll, tá eg búgvi í ein­um stórbýi í Skotlandi. Ólavsøkuframsýningin er opin ólav­ søkuaftan og ólavsøkudag millum tvey og átta, og er annars opin í vanligari upp­latingartíð. Ólavsøkuframsýningin Ógvuslig og intim Talan er um fýra sera ymisk listafólk, ið sýna fram á ársins Ólavsøkuframsýning í Listaskálanum. Alt frá ógvusligum og intimum málningum, til leirlist og tekningar. – Hóast samansetingin kann tykjast tilvildarlig, so haldi eg, at úrslitið er sera gott, sigur Silja Strøm, ið telist millum tey, sum sýna fram