fríggjadagur 27. juli 2012síða 52
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
4
- Vit gingu leingi og hugsaðu um at byrja eina írska pub, men íløgurnar vóru stórar. Tá møguleikin at
leiga okkum inn uppi á í Glitnum, tóku vit kjansin, og tað vísti seg at vera ein góð íløga. Nú er Irish Pub
eisini vorðið kent fyri sínar Perlu-kotelettir, sigur Hans Andreasen, ið eigur og rekur Irish Pub
Tað eru nú hálvt áttanda ár síðani, at
Hans Andreasen byrjaði sportsbarrina,
Glitnir. Og øll árini hevur staðið verið
væl vitjað, ikki minst tá fótbóltsdystir
í ensku Premier League verða vístir.
- Við tíðini hava vit eisini innført
karaoke, og tað skuldi vísa seg at
gerast tað heilt stóra. Tað er ógvuliga
stuttligt at hoyra, hvussu væl nógv
syngja – og hvussu illa, sigur Hans
Andreasen.
Glitnir liggja á staðnum, har
Kvøldlot í sínari tíð savnaði eina rúgvu
av ungdómum, og staðið savnar líka
nógv fólk í dag, tó at aldurin á teimum
vitjandi man vera heldur hægri enn
hann var í Kvøldlot tíðunum.
Men Hans Andreasen, ið eigur
og rekur Glitnir, gekk í longri tíð við
tankanum um at byrja eina írska pub.
- Konseptið við írskari pub víkur
frá tí amerikanska við opnum rúmum.
Á einari írskari pub er tú saman við
øðrum, men kortini fyri teg sjálvan,
tí tú ert skermaður av í básum, sigur
Hans Andreasen. Hann kom í samband
við eina fyritøku, ið specialiserar seg í
at innrætta írskar pubbir.
- Teir komu skjótt eftir, at tørvur
var á einari írskari pub í Tórshavn, og
tað hevur víst seg ikki bara at vera ein
sølutaktikkur hjá teimum, tí pubbin
hevur verið væl vitjað líka síðani vit
lótu upp, sigur Hans Andreasen.
Perlu-kotelettir
Úrvalið av drykkjuvørum talar eisini
sítt týðiliga mál um at tú ert komin
inn á eina írska pub. Guinnes, Kilkenny
og Tullamor Dew umframt minni kend
og truplari sløg at úttala finnast
millum úrvalið.
- Eisini tá tað kemur til atmosferu
royna vit at leggja okkum eftir tí
ektaða írska, og tað merkir, at vit
javnan hava trubadurar at syngja og
spæla, ið koma hendan vegin, sigur
Hans Andreasen.
Eitt annað, sum hevur gjørt Irish
Pub rættiliga kenda, men kortini ikki
hevur nakað við irish pub-konseptið
at gera sum so, eru sonevndu Perlu-
kotelettirnar.
- Vit seldu kotelettir í Glitnir, men
so vóru tað fólk ið nevndu, hví vit
ikki fóru at servera tærgóðu gomlu
kotelettirnar, sum Perlan gjørdi
kendar í 60-unum og 70-unum, og
tað royndu vit so á Irish Pub, sigur
Hans Andreasen.
Og tað gjørdst ein dundrandi
sukse. Hundraðtals kotelettir verða
»langaðar um diskin« um vikuna.
- Tað er ikki skeivt at siga, at Irish
Pub í stóran mun er vorðið kent fyrig
óðu gomlu Perlu-kotelettirnar, sigur
Hans Andreasen.
Irish Pub á Skálatrøð er ikki einasta
írska pubbin uttan fyri Írland, og hesar
samstarva og útveksla hugskot.
- Tað eru einar 2200 írskar pubbir
uttan fyri Írland, og umboð fyri hesar
hittast enaferð um árið. Næstu ferðu
verður í Boston, og tá ætla vit at vera við
fyri fyrstu ferð, sigur Hans Andreasen.
Drúgvar royndir
Hans Andreasen er ikki nakar ársungi
innan náttarlívið í Havn.
- Eg havi verið bartendari í nógv ár
og kenni tí barr umhvørvið væl. So tá
eg fekk møguleikar at keypa Glitnir
fyri hálvt áttanda ári síðani, tók eg at,
sigur hann.
Navnið Glitnir kom ikki av sær
sjálvum, tí nógv orka varð løgd í at
finna eitt gott og ramligt navn.
- Tað endaði við Glitnir, sum merkir
salur. Í norsku mytologiini var Glitnir
ein salur, har høvdingarnir hittust, og
tá teir komu út aftur úr Glitnir, vóru
teir so sera samdir og nøgdir, sigur
Hans Andreasen.
Tá hann fyri skjótt trimum árum
síðani byrjaði Irish Pub, so steðgaði
víðkanin av virkseminum ikki har.
- Eg fekk møguleikan at reka Café
Nátúr, og eftir drúgva umhugsan
gjørdi eg í mars av at royna hetta.
Og eg má siga, at higartil havi eg ikki
angra tað, sigur Hans Andreasen.
Hann viðgongur tó, at summarið
er góða tíðin at reka eitt skeinkistað.
- Tað er stórur munur á sumri og
vetri. Á sumri, í ljósu tíðini, hava fólk
nógv betri hug at fara í býin. Og so
hevur tú eisini útlendsku ferðafólkini
um summarið, og tey vitja eisini, tó
at tað er stórur munur á, hvaðani tey
koma, sigur Hans Andreasen.
Hann sigur, at fært ú amerikanarar
á vitjan, so ger tú kvettið.
- Teir keypa bara uttan at spyrja
um prís. Onnur fólkasløg leggja minni
eftir sær, og summi koma als ikki á
gátt, sigur Hans Andreasen.
Ólavsøkan eru dagarnir, har mest
er at gera, og einki er at ivast í, at
tað verða »langaðir nógvar Perlu-
kotelettir um diskin« teir dagarnar.
Á sumri, í ljósu
tíðini, hava fólk
nógv betri hug
at fara í býin
Fólk elska Perlu-kotelettirnar
vikustjórin