Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 30. juli 2012 6 SummarFestivalurin Vikutema Væl komin á SummarFestival N ú verður 9. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Hósdagin, fríggjadagin og leygar­dagin ber til at uppliva landsins størsta tónleikatiltak, sum samstundis er ein verulig fólkafest fyri allar føroyingar. Hetta eru dagarnar, tá ið fólk úr øllum landinum savnast í Klaksvík at hugna sær, taka sær av løttum og hoyra góðan føroyskan og útlendskan tónleik. Summar Festitvalurin byrjaði sum ein miðalstórur festivalur í 2004, tá ið 3.500 fólk hugnaðu sær í fantastiskum summarveðri í Klaksvík. Síðani hevur festivalurin vaksið seg stóran og sterkan, og upp ímóti 10.000 fólk hava verið á festivali. Samanlagt hava umleið 65.000 vitjandi verið á Summar Festivalinum hesi árini, festivalurin hevur verið hildin. Og aftur í ár verður roknað við fullum húsi til festivalin, og samstundis fer talið á vitjandi at runda 75.000 fólk. Festivalhugtakið er rímiliga nýtt í Føroyum. Før­ oyingar kenna betur traditionellu bygda- og býar­ stevnurnar, sum bjóða alt frá ítrótti og tónleiki til framsýningar og røður, men festivalarnir hava fingið góða móttøku í Føroyum, og føroyingar hava tikið undir við tankanum. Millum pallarnar snýr tað seg um hugna, gott túnatos, mat, stuttligar løtur, prát við gamlar kenningar og felagsskap. Á pallunum er tað góður føroyskur og útlendskur tónleikur, og tað tykist verða dragandi, at kend nøvn úr út­ landinum seta sín dám á festivalin. Millum bólkarnar, sum hava spælt á Summar Festi­valinum hesi átta árini, hava verið Scorpions, Westlife, Roger Hodgson, The Rasmus, Shakin Stevens, Brian McFadden, Alphabeat, Melanie C, Smokie, Brian Rice, Boney M, Johnny DeLuxe, Rasmus Seebach, D-A-D, Bobby Bare og onnur. Før­oyskur tónleikur hevur altíð staðið sterkur í myndini á Summar Festivalinum. Fólk hava kunn­að upplivað ekkó frá fortíðini við comeback- konsertum hjá fólkakærum bólkum. Tað hevur eisini borið til at hoyrt teir populerastu bólkarnar í landinum, og møguleiki hevur eisini verið at uppliva tað nýggja og framrættaða. Og við nøvnum sum Ronan Keating, TV-2, Russ Taff og Fate á skránni í ár, leggur SummarFesti­ valurin enn einaferð upp til eitt stórt tiltøk við nógvum ungum og tilkomnum fólki. Vælkomin á Summar Festivalin 2011. Summar Festivalurin byrjar hóskvøldið kl. 19.00, tá ið fyrsta framførslan verður, og síðani verður hildið fram við konsertum út á náttina, alt fríggjakvøldið og alt leygarkvøldið. Hóskvøldið verða konsertirnar í Flags tjald­ inum og á Føroya Tele pallinum. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður stóri pallur á Vágsbøi eisini tikin í brúk. Á skránni eru nógvir góðir føroyskir og kendir útlendskir bólkar og solistar. Summar Festivalurin bjóðar bæði tær stóru og lívligu konsertirnar á Vágsbøi og í Flags tjaldinum, og eisini tær hugnaligu og góðu framførslurnar á Føroya Tele pallinum. Tríggir pallar – tríggir dagar