Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 31 l 30. juli 2012 10 SummarFestivalurin Vikutema Brakið skal endur- skapast Bólkurin hevði annars stillað instru­ mentini um tús­und­ára­skift­ið, men í 2005 lótu teir seg lokka á pall til eina allar-seinastu framførslu, og síðani hava teir verið eitt av nøvn­ unum, sum hálva vegna hoyrir til SummarFestivalin. Ja, somikið væl­eydnað gjørdist teirra come- back, at nýggj uppsamling varð send á marknaðin, eins og bólkurin fram­leiddi eina dokumentar um Dyna­mit, har uppøka av konsert á Vágs­bøi eisini var at síggja. Hendan seinasta var ein upptøka av kon­sertini í 2009, og sjáldan – um nakran­tíð – hevur rómurin á Vágs­bøi verið størri. – Eg haldi meg ikki reypa, tá eg sigi, at framførslan í 2009 var okk­ara besta nakrantíð. Tí var tað eisini eitt stórt antiklimaks, tá vit stóðu á pallinum í 2010. Shaky fekk siglingarboð dagin fyri festi­valin, og sjálvur legðist eg við krími. Var hetta ikki mikið, so kiksaði ljósføringin á pallinum eisini, og vit høvdu sera trupult við at fáa nóg gott lív í, sigur Niclas Heri Jákupsson, ið enn sum áður er ein av frontmonnunum í bólkinum. – Mín vón og mítt mál er tí, at vit klára at geva eina minst líka góða framførslu, sum hana í 2009. Tá vit nú venja og fyrireika okkum, so snýr tað seg eisini um, at vit skapa neyðugu energi’ina, soleiðis at vit røkka langt út um pallkantin, tá vit fara ígongd. Shaky er við hesa­ferð, og tað – at vit eru tveir front­menn – lættir øgiliga nógv um, tá framførslan gongur fyri seg, sigur hann. Njóta samveruna Onkur vildi kanska hildið, at tað er trupult at halda dampinum uppi, tá framførslurnar eru somikið fáar, men Niclas Heri heldur, at tað er beint tvørturímóti. – Vit hava fyrr sagt, at vit helst vilja sleppa undan at vera á pla­ kat­ini hvørt ár. Sæð burtur frá Summar­festivalinum, so hava vit ikki spælt alment síðani 1993. Og hjá okkum er tað bæði stuttligt og spennandi, tá vit nú venja og annars rigga til stóru framførsluna, sum í ár verður fríggjakvøldið, tá Ronan Keating er farin av pallin­ um. – Og tað er eisini deiligt, at vit soleiðis kunnu njóta tón­leik­in og samveruna kring Dyna­mit. Tá tað eru 2-3 ár millum fram­førsl­urnar, so slítur tað ikki líka nógv, og er onkur, sum ringir við fyri­spurn­ ingum, kunnu vit við góðari sam­ vitsku siga nei, sigur Niclas Heri. Niklas Heri sigur víðari, at skráin í framførsluni verður á leið tann sama vælkenda. Tó so – tað plagar at henda okkurt óvanligt, tá Dynamit fer á pallin, og ivaleyst er eisini okkurt trumfkort í ermuni hesaferð. Kapping hevur longu verið á Facebook, og tí er greitt, at í øllum førum ein gestur verður við til onkran sangin, og eisini eru nøkur nýggj løg givin út. – Enn vita vit tó ikki, um hesi verða partur av konsertini. Vit hava koyrt tey út í góðari tíð, so vit vita, hvussu móttøkan verður. Verða tey til landaplágur, so eru tey við í skránni, og annars ikki. Vit vilja nevnliga hava, at fjøldin skal syngja við til at allar okkara sangir. – Tí hava vit eisini broytt skránna eitt sindur, soleiðis at vit ikki hava nakra hit-paradu við út­lendsk­um sangum, sum vit plaga at brúka til potpouri. Ístaðin verður eitt bland við 10 av okkara egnu løgum, so hetta verður helst fyrstu ferð, at Dynamitt bar spælir egin løg, tá vit eru á pallinum, sigur Niclas Heri. Konsertin hjá Dynamit á Vágsbøi í 2009 stendur eftir sum ein tann feitasta føroyska konsert-upplivingin nakrantíð. Ambitiónin er, at framførslan í ár verður líka góð – Hetta verður helst fyrstu ferð, at Dynamitt bar spælir egin løg, tá vit eru á pallinum, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av sangarunum í Dynamitt