fríggjadagur 27. juli 2012síða 60
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
12
SummarFestivalurin
Vikutema
Tað eru hendar nakrar broytingar í
bólkinum. Millum annað hevur Anna
Maria Olsen valt at ganga aðrar leið
ir.
Á odda standa nú tær báðar Laila
Carlsen og Malan Eyðunsdóttir - tvær
sterkar songkvinnur, sum við sínum
sangi, orku og karisma røkka langt út
um pallkantin og inn í hjartað á áhoyr
arunum.
Aftur at sær hava tær sera dugna
ligar tónleikarar. Jóhan Ziskason á
gittar, Kristoffer Mørkøre á bass
og Henning Hjalt Nicodemussen á
trummum. Hetta eru tónleikarar við
drúgvum royndum, og eru teir ein sera
væl samanspæld eind.
Kristoffer Mørkøre, sum er nýggi
styrkurin í Divaz, er kendur tónleika
framleiðari og hevur eisini skrivað
og framleitt mesta av tónleikinum á
komandi fløguútgávuni hjá Divaz. Av
øðrum framleiðslum hjá Kristofferi
kunnu nevnast m.a. Jens Marni, Analog
Norð, Russ Taff og Glóð.
Við somu brúsandi orku og spæli
gleði vísa tey nú nýtt dirvi og kant,
og tey í Divaz gleða seg at blása
áhoyrararnar um koll og lova eitt brak
av eini framførslu á Summarfesti
valinum.
Divaz endurnýggjað
Divaz er eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum í dag. Tey hava veruliga sligið navn sítt fast,
og Divaz ber orð á sær at vera bólkurin, ið megnar at taka áhoyraran gjøgnum alla kenslumylluna.
Páll Finnur Páll hevur seinnu árini
gjørt vart við seg sum ein av bestu
live-bólkunum í Føroyum. Teirra
fløguútgávur hava skapt grundarlag
fyri framførslum, sum eru nakað heilt
serligt.
Stóru hittini sum Forelskaður Sjón
leikari, Herbergið, Fari Mín Egna Veg,
Grannin, Mín Russiski Vinur og fleiri
eru sum gjørdir til stórar konsertir
– og á Summar Festivalinum er um
støðurnar fullkomnar til lívligar kon
sertir við nógvum áhoyrarum.
Góðar útgávur
Páll Finnur Páll hava nú fleiri ár á baki.
Teir komu við fyrstu útgávuni í 2003,
og síðani hava teir givið fleiri fløgur
út. Fløgupakkin Du Ved, At Gjørt Er
Gjørt, har allar tríggjar studiofløgurnar
umframt ein framúr góð live-fløga eru
í sama húsa, førdi bólkin av álvara í
front í føroyskum tónleiki. Hendan
fløgan var ein bestseljari, og ikki minst
sangirnir á live-fløguni hava verið
nógv at hoyrt í føroyskum útvarpi.
Síðani hevur bólkurin givið eina fløgu
afturat út - Kom Við Mær.
Á palli eru Páll Finnur Páll bara
blivnir betur og betur við árunum.
Teir spæla væl, teir hava sangirnar,
og teir duga eisini at upptraðka. Teir
hava fleiri ferðir spælt á Summar
Festivalinum, og hvørja ferð hava teir
havt framúr góðar framførslur.
Í august spæla Páll Finnur Páll
seinastu konsertina á Summar Festi
valinum. Teir fara á pallin í Flags tjald
inum leygarkvøldið kl. 03.00.
Tjaldið fer
at kóka
Populeri live-bólkurin við teimum stóru hittunum spælir
seinastu konsertina á ársins Summar Festivali
Mynd: Regin W. Dalsgaard