Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-27, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2012síða 64

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 SummarFestivalurin Vikutema Tað verður eitt av teimum heilt stóru nøvnunum í altjóða poppi seinastu 15 árini, sum verður høvuðsnavn á Summar Festivalinum í Klaksvík í ár. Hann hevur verið ovast á popptind­ unum við dreingjabólkinum Boyzone. Hann hevur hittað sum solistur. Hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum og viðurkenningum. Hann hevur tvær ferðir sungið fyri pávanum. Og hevur sung­ið duettir saman við øðrum heims­kendum sangarum. Ronan Keating hevur í meira enn 15 ár verið eitt stórt navn í altjóða popp­tónleiki, og írin er framvegis virkin við framførslum og útgávum. Ronan Keating er ættaður úr norð­ ara parti av Dublin. Mamma hans­ara var frisør, og pápi hansara var last­ bila­førara. Sum ungur var Keating virkin í frælsum ítrótti, og hann vann eitt ung­dómsmeistaraheiti í renning sum ungur tannáringur. Í 1993 var ein lýsing í írskum bløð­ um, har søkt var eftir ungum monn­um at verða við í einum nýggjum dreingja­ bólki, sum skuldi verða ein írsk út­ gáva av Take That, sum tá veruliga hevði vunnið fram. 300 mans vóru til upptøkuroynd, og at enda vóru 5 teirra valdir til bólkin Boyzone. Ein av teimum var Ronan Keating. Stórur solistur Boyzone fekk sítt gjøgnumbrot í 1994, og næstu seks árini høvdu teir eina langa røð av hittum kring heimin. Grundfesti var í Írlandi og Bret­landi, har Boyzone er eitt tað størsta poppnavnið nakrantíð, men Boy­zone rakk langt út í heimin við sínum tónleiki. Boyzone hevði 19 sangir á UK Top 40 og 21 sangir á írska hitlistanum. Seks ferðir vóru teir ovast á bretska hitlistanum við stakfløgum. Boyzone gavst um aldarskiftið, og eftir tað hevur Ronan Keating givið 9 fløgur út sum solistur. Boyzone seldi umleið 20 milliónir fløgur, og Ronan Keating hevur árini síðani Boyzone selt umleið 25 milliónir fløgur. Stóra hittið hjá Keating sum so­list­ ur er sangurin When You Say Noth­ing At All, sum var við í kærleiks­filminum Notting Hill. Aðrir kendir sangir hjá Keating eru Lovin’ Each Day, The Way You Make Me Feel, If Tomorrow Never Comes, Life Is A Rollercoaster og Baby Can I Hold You. Ronan Keating hevur eisini sungið duettir við eitt nú Elton John, Leann Rimes og Yusuf Islam (fyrr Cat Stev­ ens). Stóra hittið hjá Keating sum solistur er sangurin When You Say Nothing At All, sum var við í kærleiksfilminum Notting Hill Keating hevur øll hittini við Ronan Keating er heimskenda poppstjørnan, sum við bólkinum Boyzone og sum solistur hevur selt næstan 60 milliónir fløgur kring heimin.