fríggjadagur 27. juli 2012síða 76
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 30. juli 2012
28
SummarFestivalurin
Vikutema
Hvør kennir ikki sangir sum
Vágagellan, Upp Á Tá og Annan Sang.
Og hvør kennir ikki eyðkenda ljóðið hjá
bólkinum Tinganest. Teir eru festligir
og herligir. Við sjarmerandi vágasoundi
og -dialekt løgdu teir Føroyar fyri sínar
føtur, og teir eru framvegis framúr, tá
ið teir fara á pallin.
Tað eru liðin næstan 30 ár, síðani
Tinganest kom við sínari fyrstu
útgávu, og samanlagt eru tríggjar
útgávur umframt ein savsfløga komin
frá bólkinum.
Nú fer Tinganest aftur at spæla á
landsins størsta tónleikatiltaki.
Vágasound
í Klaksvík
Fyrsti Summar Festivalurin varð
hildin í Klaksvík í 2004, og ein av
tónleikarunum, sum stóð á plakatini,
var vísusangarin Hanus Gærdum Jo
hansen. Og síðani tá hevur Hanus
staðið á plakatini hvørt ár. Nú verð
ur Summar Festivalurin hildin fyri 9.
ferð, og Hanus verður eisini hesaferð
á pallinum.
Hanus hevur spælt á øllum pall
unum á Summar Festivalinum. Hann
hevur havt stórar konsertir á pall
inum á Vágsbøi, hann hevur spælt á
teimum smærru pallunum, har fólk
hava flokkast frammanfyri, og líka
mikið nær og hvar framførslan hevur
verið, hevur Hanus tikið løtuna og
høvið og verið framúr.
Við framúrskarandi løgum til eins
framúrskarandi yrkingarnar hjá Pól F.
hevur Hanus langt síðani brent seg
fastan í føroysku fólkasálina. Og
hóast hansara skrá er rúmligari enn
tað, so hevur tú ikki veruliga verið á
Summarfestivali, fyrr enn tú hevur
hoyrt ramligu røddina hjá Hanusi
kvøða løgini hjá sumbiarskaldinum.
Ársins bólkur
í tjaldinum
Teir hava verið eitt frískt lot í før
oyskum tónleiki seinasta árið – rapp
ararnir í Swangah Dangah. Fingu
fyrst hitt við sanginum um Føroya
land – Frá bygd til bý – góvu síðani
eina fløgu út við góðum føroyskum
rappsangum, og á Planet Awards
2011 fingu teir tvær heiðurslønir –
fyri at verða ársins bólkur og ársins
nýggi bólk.
Bólkurin varð stovnaður av ung
um monnum, sum eru uppvaksnir
í sama grannalagi í Svanga í Havn,
og navnið á bólkinum sipar eisini til
hesa bakgrund. Fyrsta fløgan hjá
teimum kom út í november mánaði
í fjør, og bæði áðrenn og eftir tað
hava teir havt live-framførslur.
Nú skal Swangah Dangah undir
halda gestunum á Summar Festi
valinum við framførslu í Flags tjald
inum leygarkvøldið.
Hanus má
verða við
Tað var í fjørheyst, at allir føroyingar
sungu við til sangin Vanja, sum Jákup
Eli Joensen gav út á fløgu. Sangurin
var á Planet Awards 2011 eisini kosin
til ársins hitt.
Síðani hevur Jákup Eli havt nógvar
framførslur til ymisk tiltøk kring
landið, og fyrsta vikuskiftið í august
verður hann at hoyra á størsta tón
leikatiltakinum í landinum.
Jákup Eli fer at framføra sum so
listur á Føroya Tele pallinum á Summ
ar Festivalinum.
Jákup Eli og Vanja